Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 219 - 16. november 2004 Nr. 219 - 16. november 2004 9 MARKNAÐARRÁK Amerikanski tjóðbankin hækkaði heilt sum væntað rentuna úr 1,75% upp í 2,00% mikudagin. Tíðinda- skrivið, ið varð sent út aftan á fundin, var lítið broytt í mun til tey seinastu. Tó var bankin meiri bjartskygdur viðvíkjandi arbeiðsmarkn- aðinum. Smásølan fyri oktobur vaks samstundis meir enn væntað, og undir- bygdi harvið, at amerik- anski búskapurin hevur tað gott. Oljuprísurin helt áfram at lækka i farnu viku. Prísurin á Brent olju er nú á 40,7 dollarum, ella 22% lægri enn fyri einans trimum vik- um síðani. Tað eru vaks- andi oljugoymslurnar í USA, sum hava sannført marknaðin um, at fram- leiðslan kann nøkta eftir- spurningin. Í Evropa vóru lyklatølini ikki líka bjørt sum í USA. Vøksturin í BTÚ lækkaði í 3. ársfj. í 0,3% úr 0,5%. Tað var í høvuðsheitum orsakað av minni útflutningi og høga oljuprísinum, sum valdaði í ársfjórðinginum. Í Týsklandi lækkaði búskap- arálitið ZEW, og vísti enn einaferð á búskaparligu trupulleikarnar í Týsklandi. Rentugongdin hevur eisini víst munin millum støðuna í USA og í Evropa. 10-ára rentan í USA er hækkað um 0,20% síðan góðu arbeiðs- marknaðarfrágreiðingina fyri oktobur, meðan evrop- iska rentan er lækkað um 0,10%. Øvuta gongdin í rentunum eigur av røttum ikki at halda fram, og Kaupthing metur, at sum frálíður fer USA at toga evropisku renturnar upp. Hendan vikan fer at snúgva seg um prísvøksturin í oktobur og mikudagin verða bæði tann evropiski og tann amerikanski kunn- gjørdur. Væntað verður, at evropiski prísvøksturin hækkar úr 2,1% í 2,4% og at tann amerikanski hækkar úr 2,5% í 3,0%. Hækkandi prísvøkstur eigur eisini, sum frálíður, at føra við sær hækkandi langar rentur. Roknskapurin, ið Dell kunngjørdi í farnu viku, var góður. Úrslitið og sølan var sum væntað, og eftirspurn- ingurin var góður. Parta- brøv eru í einum góðum ráki í løtuni, júst í tráð við búskaparstøðuna, og vit vænta, at jaliga gongdin kann halda áfram. Fjórða rentuhækkingin í USA Vika 49, 2004 www.kaupthing.fo Harðskapur í býnum Leygarnáttina varð løg- reglan fráboðað, tá tevir mans fóru til hendurs í býnum í Havn. Vakt- havandi sigur, at tað var rok ímillum tveir mans, sum báðir vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Annar var niðursligin, og tað var so mikið álvarsamt, at tað væntandi spyrst ein harð- skapssak burturúr tí. Hálku skaðar Fyrsta hálkan tekur van- liga onkran av bóli, og so var eisini hesaferð. Leyg- armorgunin var ein sam- anstoytur ímillum tveir bilar í Havn, orsakað av hálkuni. Báðir bilarnir fingu nakað av skaða, men lukkutíð var eingin fólkaskaði. Ferðslu- óhapp Sunnumorgunin var eisini eitt ferðsluóhapp í Havn, tá tveir bilar rendu saman. Heldur ikki her var nakar fólkaskaði. Tað vísti seg, at annar av bilførarunum var ávirkaður. Tó ikki av rúsdrekka, men av sterk- um heilivági. Vakthavnadi sigur, at tá talan er um bil- førarar, sum eru ávirkaðir av medisini, er manna- gongdin ikki heilt tann sama, sum tá teir eru ávirkaðir av rúsdrekka. Blóðroynd verður tó tikin, soleiðis, at staðfestast kann, um ov nógv av ávís- um evnum eru í blóðinum. Àvirkaði bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. Løgregl- an hevur eisini illgruna um misbrúk av sterkum heilivági. Herverk á 9 bilar Sunnumorgunin fekk løgreglan nógvar fráboð- anir um herverk, frá fólki, sum búgva í Tvørgøtu í Havn. Heili níggju bilar høvdu fingið stórar skøv- ur eftir síðunum. Allar- helst hevur onkur stutt- leika sær við at gera grovt herverk á bilar, á veg heim úr býnum. Løgregl- an fær lítið og einki gjørt við tílíkar fráboðanir, tí tá tað verður meldað, eru gerningsmenninir langt síðani horvnir. eys Øssur í Vesturjútlandi Kendi føroyski listamað- urin, Øssur Mohr, hevur í hesum døgum listafram- sýning í Landsby-Galleriet í Timring, sum er ein bygd nakað uttanfyri Herning. Framsýningin hjá Øssuri byrjaði leygardagin 13. november og endar 9. januar 2005. Øssur Mohr hevur 22 myndir við á framsýningini. Landsby-Gallariet er 3 ára gamalt, og eigarin eitur Randi Ottosen. Hon sigur, at tað, at nýta føroysk listafólk í gall- arínum, er ein siður, sum hon hevur fingið frá pápa sínum. Hann hevði gall- aríið »M« í Keypmanna- havn í 60'unum og 70'un- um, og har vóru nógv før- oysk listafólk, sum sluppu framat. M.a. var nólsoy- ingurin Steffan Danielsen ein av framsýnarunum har tá. Randi Ottosen sigur, at um heystið í 2005 verður aftur ein framsýning við føroyskum lisafólki. Eisini verður í løtuni arbeitt við eini framsýning, við listafólki frá øllum norðurlondunum, sum skal ferðast runt í Danmark og allarhelst eisini í Norra. –eys– Filmsfelagið Klipp, sum í fleiri vetrar hevur sýnt góðar, norðurlendskar filmar, ið ikki fáa innivist í Havnar Bio, fer nú aftur í gongd. Hesuferð er ætlanin at ferðast við filmunum, og nú fáa bæði Havnarmenn, Klaksvíkingar og Tvøroyr- armenn høvi at síggja nýggja og viðurkenda danska filmin »Brødre« Filmsfelagið Klipp hevur altíð hildið til í Norður- landahúsinum, men nú er ætlanin at fara at royna at ferðast kring landið við ymsu filmunum, sum bio- grafarnir útihýsa, men sum fólk fegin vilja síggja, hóast alt. Fyrsti filmurin verður tann danski »Brødre« hjá Susanne Bier. Hon gjørdist kend við frálíka fimlinum »Elsker dig for evigt«, og filmurin »Brødre« hevur eisini gingið sína sigurs- gongd í Danmark. Filmurin hevur longu fingið fleiri virðislønir, hóast hann at kalla er spildurnýggjur, og met nógv fólk hava sæð hann. Amerikanar hava eis- ini biðið um at fáa filmin vestur um hav, og tað verður í løtuni arbeitt við tí. Ulrich Thomsen, Nicolaj Lie Kaas og Hollywood stjørnan Connie Nielsen hava høvuðsleiklutirnar í filminum, sum snýr seg um tveir brøður, sum eru sera ymiskir av lyndi. Annar hevur eitt vanligt lív, við konu og børnum, meðan hin ikki altíð dugir so væl at skilja ímillum rangt og rætt. Tá »vanligi« beiggin verður sendur til Afgahan- istan fyri ST, broytast viðurskiftini heima í Danmark rættiliga nógv, við tað, at eftirlatna konan má hava onkran at troysta seg. Susanne Bier sigur sjálv soleiðis um filmin. »Film- urin snýr seg um broyting- ina í heimsmyndini, sum er hend í okkara samfelagi. Ein viðurkenning av, at kríggj og yvirgangur eisini eru okkara millum, og at vit ikki longur eru ein lítil, vardur alheimur« Brødre verður sýndur í Atlantis týskvøldið 16. november, í Norðurlanda- húsinum mikukvøldið 17. november, og í Suður Bio 18. november. Øll kvøldini kl 20.00 –eys– Filmsfelagið Klipp á ferð Leygardagurin var sjáldsamur og søgu- ligur dagur í Suður- oynni, tí tá var út- gávudagur, og tað vita menn ikki at siga frá hevur verið í oynni áður. Yrk- ingasavnið Smá- túgvur hjá NePtuN kom alment út við hátíðarløtu í Stóra Pakkhúsi YRKINGASAVN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Útgávudagur var í Stóra Pakkhúsi í Vági leygar- dagin, har skaldið NePtuN, Niels Petur Nolsøe, signeraði nýggja yrkingasavn sítt Smátúgvur. Hetta er fyrsta yrk- ingasavn hansara, hóast Niels Petur hevur yrkt og verið sera virkin í eini 30 - 40 ár. Hann byrjaði, tá hann fór á læraraskúla i sekstiárunum. Helt so fram, tá hann kom aftur til Vágs, har eittnú nýggjárshaldini við skemti og tættum vóru á skránni. Mangt borðhald sunnan- og norðanfjørðs hevur eisini notið av skaldagávum hansara og rúgvan av sangum til ymisk høvi er stór. Eisini vinmaðurin Robert McBirnie hevur bílagt mangan táttin til send- ingar í ÚF. Sum skilst, so er mangt yrkt til lokal tiltøk ella ymsar familjuveitsl- ur. Tí er ikki alt sum kann gevast út og er talan tí um yrkingar í úrvali, sum nú koma í yrkinga- savninum, sum telur 171 síður. Útgávudagar eru sjáld- samir í Suðuroynni og onkur røðari vildi vera við, at hetta er tann fyrsti av sínum slag í oynni. Røður vóru hildar á hátíðarhaldinum leygar- dagin. Hans í Líðini, skaldabróðir Niels Petur, fagnaði yrkjaranum og savninum og ynskti, at hetta skuldi lýsa øðrum fram á leið og at hetta bert var tað fyrsta av fleiri frá NePtuN. Sverri Midjord segði vegna mentanarnevnd Tvøroyr- ar Býráð, at hetta var kærkomið, tí talan var um góðan yrkjara, sum eisini er hálvur tvøra- maður. Men tá um ment- an ráddi, so var Vágur fleiri (grinda)bátslongdir frammanfyri hinar bygd- irnar, tók Sverri skemti- liga til, innan hann hand- aði Niels Peturi blómu- kurv við heilsan, ið var sett upp sum yrking. Yrkjarin sjálvur fegn- aðist, men var rørdur, so hann ikki visti, um hann var førur fyri at siga nakað, men pallvandur sum hann er, so kom góð og skemtilig røða burtur- úr. Ljómur tók lut við sangi og eisini var fel- agssangur. Og so kundu fólk ogna sær savnið og fáa skaldið at signera og røðin var long, tá hetta kom fyri á fyrsta útgávu- degi í Suðuroynni, tað fólk minnast. Arbeiðið upp á báta- hylin, sum Kvívíkar Kommuna ger á Válinum, verður helst steðgað hósdag- in. Tá verður rættar- fundur, har fúta- forboð helst verður lagt móti arbeiðinum FÚTAFORBOÐ Vestmanna Kommuna hev- ur nú gjørt av at biða um fútaforboð móti arbeiðin- um hjá kvívíkingum, sum eru farnir undir at gera bátahyl á Válinum. Rættarfundur um málið verður hósdagin, og tá verður arbeiðið helst steðg- að, sigur Heini Holm, borg- arstjóri í Kvívík. Men til ta tíð ætla kvívíkingar sær at halda fram við at koyra grót á sjógv, sigur hann. Ósemjan snýr seg um mark á sjónum inni á Vest- manna. Vestmenningar halda, at markið gongur úr Heljareyga so nær Vála- landinum, at grótkastið hjá kvívíkingum er komið út um ta linjuna, teir siga vera galdandi. Kvívíkingar eru ósamdir og halda ikki, at mark kann setast soleiðis á sjónum. Hvørki Matrikulstovan ella Landsverk hava nakað fordømi at hald seg til, skilst, og tískil verður tað nú upp til fútarættin at gera av, um kvívíkingar eru farnir um mark ella ikki. ej Ólavur Christiansen, búskaparfrøðingur, hevur fingið heiðurs- bræv á granskingar- ráðstevnu í USA HEIÐUR Ólavur Christiansen, bú- skaparfrøðingur, hevur fingið heiðursbræv á ráð- stevnu um gransking, sum varð hildin í Las Vegas í USA. Ikki fyri at hava upp- funnið nakra nýggja skipan at vinna pening úr fleiri spælimaskinum ella nakað sovorðið, uttan fyri grein- ina við langa heitinum » Oppurtunizing. As The Core Variable of an Orthodox Grounded Theory of the Business Company and its Management«. Ólavur Christiansen hev- ur granskað í arbeiðsháttin- um hjá fyritøkum. Serliga føroyskum, sigur Fróðskap- arsetri í tíðindaskrivi. Sagt verður soleiðis í tíðinda- skrivinum um arbeiðsháttin hjá Ólavi Christiansen: »Ólavur hevur granskað ógvuliga rúgvismikið tilfar um serliga føroyskar fyri- tøkur. Við at nýta eitt emp- iriskt háttalag er Ólavur komin eftir, at kjarnuhug- takið í fyritøkunum er »opportunizing« (skapa »góð høvi« ið styðja upp undir kappingarførið) og ikki t.d. profitmaksimer- ing, sum annars er vanligur hugsunarháttur millum granskarar.« Ráðstevnan, har Ólavur Christiansen varð heiðraður, varð hildin í Las Vegas í døgunum 4. til 8. oktober í ár. Ólavur Chritian- sen hevur fingið stuðul frá oljufel- agnum BP- Amoco til gransk- ingarætlan sína. ej Sum forskot upp á 200 ára dagin hjá danska ævintýr- skaldinum verður H.C. Andersenkvøld á Sunda bókasavni hóskvøldið klokkan 19.00 BÓKMENTIR Hóskvøldið verður lisið upp úr ævintýrum hjá Hans Christiani Andersen á bókasavninum í Sunda- lagnum. Pernille Olsen fer at greiða frá H.C. Andersen og ymsum verkum hansara. Lisið verður úr tveimum ævintýrum hansara, og myndir til annað teirra, »Den grimme ælling« - Misshátti dunnuungin - verða vístar á stórskíggja. Eisini verður tónleikur at hoyra. Tað vera skúlabørn úr Sundalagnum, sum fara at spæla. Sunda Bókasavn sigur í tíðindaskrivi, at tiltakið, sum verður nú hóskvøldið í grundini er nakað seinkað. Talan er um tiltak, sum hildið verður sum liður í áttandu norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum var frá 8. til 14. november. Men av tí, at hetta fall saman við kommunuvalin- um her hjá okkum, valdu tey at flyta tiltakið til nú hóskvøldið klokkan 19.00. Heitið á norðurlendska tiltakinum er ævintýrkent. Einaferð var tað í Norðuri. Hetta kemur ikki av ong- um. Tí annan apríl næsta ár eru liðin 200 ár, síðan stóra danka ævintýrskaldið H.C. Andersen varð borin í heim. Norðurlendsku bóka- søvnini hava valt at taka forskot upp á føðingardags- haldið, sum annars fer at verða hildið víða um í kom- andi ári, sigur Sunda Bóka- savn í tíðindaskrivinum, sum sent er í samband við H.C. Andersenkvøldið í vikuni. Hans Christian Andersen er heimskendur fyri ævin- týr síni. Eisini her hjá okk- um munnu tey vera tað, hann verður settur í samband við. Minni verður tosað um onnur verk hansara, sum umfata bæði skaldsøgur og yrkingar. ej Smátúgvur í Stóra Pakkhúsi NePtuN, Niels Petur Nolsøe, abbadøtur og konan Sólvá leggja oyru til fagnaðarrøður. Leygardagin var útgávu- løta í Stóra Pakkhúsi, tá yrkingasavnið Smátúgvur hjá NePtuN alment kom út (Mynd: D. Olsen) Fútaforboð móti bátahyli Gjáarmaður heiðraður i Las Vegas H C Andersen í Sundalagnum C M Y K 9 8