Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 219 - 16. november 2004 Nr. 219 - 16. november 2004 11 Arafat er deyður og jarðaður. Heimsins leiðandi statsmenn- og kvinnur geva honum gott eftir- mæli. Kofi Annan rósar honum fyri hansara leiðslu av palestinsku tjóðini. Norski for- sætisráðharrin, Kjald Magne Bondevik, rósar Arafat fyri, at hann hevði dirvi og klókskap til at skifta kós í øllum Miðeysturspurninginum. Bondevik hevði eisini at ísraelska stjórnar-um- boðsmanninum, sum fegnaðist um deyða Ara- fats. Hann vísti á, at nú má haturið og fígg- indaskapurin halda uppat. Arafat hevði nógv nøvn. Eitt var Abu Anmar, faðir stríðsins. Meira enn nakar annar stendur Arafat sum ímyndin uppa stríðið hjá pale- stinsku tjóðini fyri frælsi og mannsømiligum korum. Fyrstu árini var hann ikki eymur um stríðsháttin og fór fram við miklum harðskapi. Hann var yvirgangskroppur. Í hesum var hann líkur teimum, sum á sinni stovnaðu verðsliga statin Ísrael, eitt nú Begin, sum í Bretlandi var eftirlýstur fyri yvirgang. Men sum frá leið, skilti Arafat, at eingin hernaðarlig loysn finst í Miðeystri. Har er bert ein politisk loysn. Hetta var orsøkin til, at Arafat fór inn í ta sonevndu Oslo tilgongdina. Við Oslo tilgongdini spældi Noreg ein stóran leiklut, og dugnaligir norskir og ST diplomatar megnaðu at fáa Ísrael og palestinar at góðtaka eina politiska kós fram ímóti friði í Miðeystri. Við Olso tilgongdini kom tað tiltikna "vega- kortið til friðar" í Miðeystri. Við Osloavtaluni viðurkendu Arafat og PLO rætt Ísraels til at vera til sum statur í Miðeystri. Ísrael viðurkendi afturfyri rætt palestinara til ein heimstað og til sjálvstýri. Úrslitið gjørdist, at farið varð undir at byggja upp allar vanligar samfelagsstovnar og eina politiska umsiting í Gaza og á Vestara áarbakka. Palestinar vórðu viðurkendir sum tjóð og allir eygleiðarar eru nú samdir um, at fyrr ella seinni endar hetta við einum frælsum palestinskum stati. Ikki dámar hetta øllum, og tá Sharon kom til, varð Oslotilgongdin steðgað. Hartil kom, at partar av palestinska fólkinum ikki tók undir við tilgongdini. Yvirgangurin helt tískil fram við intifaduni. Hetta gav Sharon eina orsøk til at herseta Vestara áarbakka. Hetta er alt ein sorgarleikur. Tað tænir Arafat til heið- urs, at hann hálsaði um frá yvirgangi til Oslo tilgongd og til "vegakortið til friðar"! Hetta gav honum Nobelfriðarlønina, sum hann fekk saman við Rabin og Peres. Vónandi nýta partarnir nú høvið at hálsa umaftur frá harðskapi og yvirgangi til politiskar loysnir og friðarleið. DAGSINS MEINING Sosialurin Eftir Arafat VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gunnar K Nattestad Yvirskriftin er tikin frá út- søgd eftir kommunuvalið, í samband við at nær um helvtin av limunum í Tórs- havnar býráð nú eru kvinn- ur. Aftan fyri liggur, at um tad nú vóru 6 1/2 kvinna til og tær vóru valdar, so høvdu vit havt javnstøðu. Men er hettar verulig javnstøða? Haldi bara at tað er so langt frá tí, í javnstøða eigur at snúgva seg um. Bara tað at vit eftir eitt val (og í øðrum samanhangum), tjakast um talið á kvinnum og monn- um, avdúkar hvussu stutt vit veruliga eru komin. Hvat hevur týdning? Er javnstøða ein spurningur um tøl ella um hvussu vit virða hvønn annan? Um omanfyristandandi skal vera eftirfarandi, so mugu tað vera akkurát líka nógv til av hvørjum kyni í Føroyum. So er bara at seta eina kyns-kvotu í verk har tad er lógarbundið, at allar nevndir, ráð v.m. skula hava javnt nógv av hvørjum kyni. Og allar nevndir mugu so hava líkatal av limum; t.v.s. 2, 4, 6 o.s.v. Eitt er, at tað hevði verið ódemokratiskt, annað og meira týðandi — at tað mangan hevði forða fyri at tey best skikkaðu fingu starvið. Setið hægri mál! Meini so avgjørt at tað er "javn-virðis-støðan" vit skula stremba eftir. Hetta, at líka mikið um tú ert maður ella kvinna, hvat tú gert, hvørja útbúgving tú hevur, likamligan førleika, ófødd/fødd ella hvat vit nú finnað uppá at meta hvønn annan eftir; so hevur tú líka nógv virðið! Samstundis høvdu vit nógv heldur hugsa um góðskuna, enn um hvør nú hevur gjørt hvat. Tá veður tað líka mikið um tað eru 100% kvinnur ella menn, ella ein bland- ing, ið manna eina nevnd, bygdaráð, løgting o.s.v. Tá meta vit ikki tann, ið situr ovast, hægri enn tann ið arbeiðir "á gólvinum". Ikki fyrr enn tá verður tað førleikin og evni, hug- sjónir og arbeiðssemi, ið vera avgerðandi fyri hvør mannar hvønn post. Tá verður tad líka "heilagt" at vera heima og uppala børn, sum at stevna eftir stróra- starvinum. Vónandi verður tað hetta við stevna eftir í framtíðini. So kunna vit við góðari samvitsku, brúka okkara Gud-givnu talentur har tær koma mest til nyttu, óheft av um fá ella nógv leggja merki til okkum. Allarhelst lættari sagt enn gjørt, men latið okkum royna! Tað nærkast javnstøðu!??? Kaj Leo Johannesen Formaður Sambandsfloksins Vil við hesum gera eina stutta viðmerking til grein í Sosialinum tann 12. no- vember um leiklutin hjá formanni Sambandsflok- sins í sambandi við, at sam- gonga varð skipað í Tórs- havnar kommunu. Formaður Sambands- floksins hevur ongantíð verið partur av samráðing- unum um at skipa meiriluta í Tórshavnar Kommunu nú eftir valið. Býráðslimirnir hava sjálvir mandat til at samráðast, og tað kann og eigur ein floksformaður ikki at siga nakað um. Formaðurin vil við hes- um afturvísa pástandinum um at hava vitað av, at Heð- in Mortensen undirskrivaði fleir avtalur, meðan øll hini lógu og svóvu. Hinvegin veit undirritaði fullvæl, hvat meiningin er við ákærunum frá eitt nú komandi borgarstjóranum um mín persón og mín leik- lut í hesum glantrileikin- um: roynt verður at flyta fokus frá kjarnanum í mál- inum, nevniliga, at hetta er eitt tað størsta álitisbrotið í nýggjari politiskari søgu. Tað sigur nógv um mur- una í teimum, sum bera hesi ósannindi og vilja leggja royktám yvir tann veruleikan, at hetta var eitt álitisbrot, sum framt var í Tórshavnar Býráð við kom- andi borgarstjóra á odda. Vandi er fyri, at slíkur at- burður fer at gerast fordømi fyri komandi samráðingum til Tórshavnar Býráð, og hesir somu siga seg um- boða ítrótt og fair play. Mín størsta vón og mín inniliga áheitan til øll í Tórshavnar kommunu er framhaldandi at verja reiði- ligheit og trúvirði, soleiðis at vit, sum eg ofta hava sagt fyrr, læra av teim gomlu, sum fortaldu okkum um tíðina, tá ein maður var ein maður og eitt orð var eitt orð. Tað kann ongantíð blíva rætt at siga, at tað at bróta skrivligar avtalur er smart, og at politikkur bert er eitt spæl, Tað stríðir ímóti van- liga hugsunarháttinum hjá okkara fólki. Rættleiðingar frá formanni Sambandsfloksin um glantrileikin viðvíkjandi skipan av samgongu í Tórshavnar kommunu Jens Arni Thomassen Sandavágur Aftur hevði útvarpið eitt innslag um skattalættan til sjómenn. Miðvíst og syste- matiskt halda teir áfram við sínari hets móti nevnda skattalætta. Í kvøld vóru tað bygdaráðsformenninir í Hovi og Porkeri, sum høvdu úttalað seg um, at skattainntøkan var ikki hækkað, síðani skattafrá- drátturin kom. Hetta var annars eitt av argument- unum fyri, at skattalættin kom. Fyri fiskimenn, er tað ógvuliga hugstoytt, at al- menni fjølmiðil okkara skal føra eina sovorðna hets móti nøkrum av landsins borgarum. Ofta verður tosað um hetta umborð á skipunum og annars tá ið fiskimenn møtast. Men tað liggur ikki til fiskimenn, at fara í fjølmiðlarnar at for- svara seg. Teir vilja helst passa seg sjálvar. Fiska so nógv sum møguligt. Royna at útnytta tíðina sum best, so teir kunnu breyðføða seg og síni. Soleiðis var eisini undir kreppuni fyri 12 árum síð- an. Tey almennu fóru 10% niður í løn og gramdu seg óført. Fiskimaðurin fór 50% og meira niður í løn í nógvum førum. Men ong- antíð minnist eg tað vera nevnt í fjølmiðlunum. Hóp- urin av fiskimonnunum gjørdust arbeiðsleysir. Teir setust kortini ikki hendur í favn. Sjómenn er okkara besta og mest fleksiba arbeiðskraft. Í hópatali fóru menn uttanlanda at finna sær tjans við útlendskum skipum. Tá ið menn sóu, at teir fingu skattafyrimunir við at flyta eitt nú til Noregs, byrjaðu eisini fiskimenninir at flyta av landinum. Nú er tað at fiskimanna- frádrátturin kemur. Tey al- ment løntu góvu eitt ramaskríggj frá sær og hava havt ilt av hesum líka síðan. Útvarp Føroya hevur mið- víst ført eina hets móti hesum skattalættanum øll hesi árini. Síðstu tíðina hava teir bara verið enn meira ágangandi. Tá ið fiskimaðurin setti lívið í váða umborð á sluppunum, lótu teir reiðar- ar, lærarar og aðrar lærdar menn, taka tær stóru av- gerðirnar. Teir høvdu lær- dómin og dugdu helst best til slíkt. Hesir tryggjaðu seg og síni. Fingu fasta løn. Fiskimaðurin og familja hansara mátti svølta, um fiskiskapurin miseydnaðist. Tørvurin hjá fiskimann- inum kom altíð í síðstu rekkju. Long tíð gekk, áðrenn fiskimaðurin fekk minstuløn. Kanska sóu fólk niður á fiskimannin. Kundi tú ikki brúkast til annað, kundi tú altíð gerast fiskimaður. Men tað vóru eisini dúg- ligir menn við áræði, sum valdu sær fiskivinnuna sum lívsstarv. Menn, sum sóu sær møguleika at vinna pening. Og væl hevur hiln- ast hjá føroyska fiskimann- inum. Tann føroyski fiski- maðurin hevur bygt upp okkara vælferðarsamfelag. Tað hugsi eg, at allir før- oyingar eru samdir um. Sum árini eru farin, eru korini hjá sjómonnunum betraði munandi. Nøkur ár eru farin, síðan lønin hjá fiskimanninum er farin upp um føstu lønina hjá fast- løntu akkademikarunum á landi. Tað eru nakrir, sum hava ógvuliga ilt av hesum. Duga kanska ikki at skilja, at ein vanligur fiskimaður fær meira í løn, enn ein sjálvur, sjálvt um viðkom- andi hevur 10 – 15 ára hægri útbúgving. At fiski- maðurin hevur goldið stuð- ulin hann fekk í lestrartíð- ini, hevur hann langt síðani gloymt alt um. Nú ið fiski- maðurin fær skattalætta afturat, er ovboðið. Nú er tað ikki longur tann við besta lærdóminum, sum fær bestu lønirnar. Hetta er órættvíst. Hann arbeiðir fyri sakini. Brúkar allar snildir. Hann veit væl, at tann, sum rópar harðast, verður hoyrdur. Fær enn tá TV2 í Danmark at hjálpa sær, at berjast ímóti hesi órættvísini. Fastløntu útvarpsmenn- inir hoyra upp í hesar akkademikararnar. Eg haldi tað var Kári P Højgård sum undir valsending seinasta vetur fekk spurningin: "HVUSSU LEINGI SKAL HENDAN ÓRÆTTVÍSIN HALDA ÁFRAM, AT FISKIMENN FÁA SKATTALÆTTA"? Eg haldi, at slík málbering er átalu verd. Slíkt hevur við- komandi útvarpsmaður loyvi til at siga sum privat- persónur, men ikki sum alment løntur útvarpsmað- ur. Slíkt átti faktiskt at fingið fylgjur. Fiskimenn gjalda eisini útvarpsgjald. (Sjálvt um nógvir ikki hoyra útvarpið, tá ið teir eru til skips m. a. á Flem- mis Cap og í Grønlandi). Annaðhvørt má útvarpið taka annað skinn um bak, ella mugu fiskimenn verða frítiknir fyri útvarpsgjald. Tað er so mangt annað, sum útvarpið kundi tikið upp, viðvíkjandi korunum hjá fiskimanninum. Hvussu er støðan hjá fiskimanninum viðvíkjandi ALS? Fiskimaðurin letur sín stóra bróðurpart inn í skipanina. Men tað er ógvuliga trupult hjá fiski- manninum at fáa nakað útgjald haðani. Hvussu eru eftirlønarskipanirnar hjá fiskimonnunum? Har eru teir eftirbátar í ólukku mát. Ber tú eftirlønarviðurskift- ini upp á mál við onkran akademikara, svara teir, at slíkan kleyvarskap mugu fiskimenn og fiskimanna- felagi taka upp á sín egna kropp. Her er tann veika síðan hjá fiskimanninum. Teir duga ikki so væl við tølum, sum teir ið hava tikið 10 – 15 ára hægri út- búgvingar. Fiskimaðurin hevur ikki fasta inntøku. Tá er tað ikki so lætt at seta seg fyri fasta útreiðslu um mánaðin, sum hjá teimum ið fastlønt eru. Inntøkurnar hjá Hovs og Porkeris kommunum vóru ikki hækkaðar síðani fiski- mannafrádrátturin kom. Niðurstøðan hjá útvarps- manningini var sostatt: Enn eitt argument fyri at avtaka skattalættan til sjómenn. Álvaratos. Er logikkurin hjá útvarpsmanning okkara á so lágum støði? Kunnu tað ikki vera aðrar orsøkir? EG HUGSI, AT EG KANN FORTELJA út- varpsmanning okkara, hví skattainntøkurnar frá fiski- monnum í nevndu komun- um ikki er hækkaðar. Or- søkin er helst, at tað eru færri fiskimenn. Tað unga fólkið fer ikki til skips longur. Far umborð á eitt føroyskt fiskiskip í dag. Tú sær ikki nógvar ungar menn. Miðal aldurin á føroyska fiskimanninum í dag man liggja um 40 ár. Fyri 30 árum og longur aftur, var miðalaldurin 20 ár. Onkuntíð kanska yngri enn tað. Hvussu verður støðan um 10 – 20 ár? Eg eri bangin fyri, at hetta verður ein óheppin støða. Eg hugsi at flestu for- eldur mæla børnum sínum frá at velja sær sjógvin sum lívsstarv. Tað er ólíka lætt- ari at vinna til lívsins uppi- hald, um tú hevur onkra holla útbúgving. Okkurt sovorðið sum samfelags- frøðingur ella okkurt so- vorðið. Tá sleppur tú at sita á einari fjálgari skrivstovu. Sleppur til jarðarferðir við løn. Hevur frí hvørt viku- skifti. Fær tín trygga náttar- svøvn hvørja nátt. Fiskimaðurin má balast á havinum í stormi sum í logn. Ofta er tað óveður um okkara leiðir. Skipi rullar í óveðrið. Sjómaðurin má skora seg í koyggjuni fyri ikki at detta úr koyggjuni. Má á dekki í sjóroki og kavaroki at arbeiða. Sjó- maðurin arbeiðir nátt sum dag. 12 – 16 tímar hvønn dag, gerandis sum heilagt. Hugsa tær ein vanligur sjó- maður, sum arbeiðir 12 tímar um dagin. Tað verða 360 tímar um mánaðin. Vinnur hann 40 túsund um mánaðin, er tímalønin 111 krónur. Hvør heimamaður arbeiðir fyri so lítla løn? Eisini má sjómaðurin vera burtur frá sínum kæru. Missir so nógv av øllum tí sum hendir heima. Alt hetta verður ov lítið virt. Fyri 30 árum og longur aftur, var tann vanliga mannagongdin, at ungu dreingirnir fóru til skips eftir lokna skúlagongd. Tað munnu vera fáir føroyingar yvir 50 ár ídag, sum ikki hava verið ein túr til skips. Hetta er broytt í dag. Nú er tað bert hendinga ungur drongur, sum fer til skips. Sjálvandi vóru tíðirnar øðrvísi fyri 30 árum síðan. Tá vóru enn ótroyttir møguleikar. Vit áttu úrmæl- ingar, sum valdu sær sjó- lívið sum lívsstarv. Ferð eftir ferð funnu teir nýggjar fiskileiðir og nýggjar fiski- møguleikar. Við verandi gongd fækkast talið av úrmælingum, sum velja sær sjógvin sum lívsstarv. Tað er spell. Vit hava brúk fyri hesum úrmælingunum í okkara høvuðsvinnu. Fiskivinnan er høvuðs- vinna okkara. Hon hevur bygt upp okkara vælferðar- samfelag. Vit hava brúk fyri okkara besta fólki í fiski- vinnuni. Hava framvegis brúk fyri úrmælingum, sum kunnu bróta upp úr nýggj- um og finna aðrar fiski- møguleikar. Vit mugu virða og fjálga um fiskimannin. Nú verður aftur tosað um kreppu. Soleiðis er hvørja ferð fiskivinnan er í einum aldudali. Løgið, at akadem- ikararnir og samfelagsfrøð- ingarnir ikki finna út av, at betur tað gongur hjá fiskivinnuni, betur hava vit tað øll somul á Føroya landi. Tann besta loysnin má sjálvandi verða, at betra um korini hjá fiskimannin- um. Fleiri góðar og ágrýt- nar sjómenn vit eiga, betri hava vit tað øll somul á Føroya landi. Eisini sam- felagsfrøðingarnir og út- varpsmenninir. VIÐMERKINGAR Bárður Jákupsson fyrrverandi leiðari fyri Listasavni Føroya Á veg til handils fríggja- dagin kom mær dátt við, at vinfólk og kenningar steðgaðu mær á gøtuni at spyrja og práta við samkenslu um tað stóra stuldursmálið, eg hevði fløkt meg uppí. Jú, Oyggjatíðindi høvdu stóra mynd av mær á forsíðuni og grein inni í blaðnum. Eg verði lagd- ur undir grovan stuldur, eri brotsmaður av ring- asta slag. Blaðið veit at siga, at tvídráttur skal vera ímillum meg og nevnd Listasavns Føroya um eitt savn av ljós- myndum. Lagt verður upp til, at hetta er virð- ismikið savn - vert 300- 400.000 kr, sum eg skal hava stolið frá Lista- savninum, tá ið eg gavst har og noktað at lata savninum aftur. Tað er álvarsligt. Men sum vera man er einki hald í tíðindunum. Eg eri ikki tjóvur, og eingin tvídráttur er ímillum meg og nevnd- ina um nakað mál, held- ur ikki hetta. Eg havi ongar ætlanir um at gera Listasavni Føroya ónáð- ir. 25 ár av lívi mínum havi eg brúkt til at byggja upp hendan stovn, og sum rímiligt er stendur hann hjarta mínum sera nær. So nær, at ætlan mín er at fáa í lag eina deponerings- avtalu við savnið, so- leiðis at listasavnið fær í varðveitslu eitt rættiliga umfatandi savn av ljós- myndum, sum eg havi savnað ígjøgnum árini. Hetta eru avmyndingar av listaverkum eftir før- oysk listafólk. Megin- parturin (90% kanska) er mín ogn, aðrir smá- eigarar eru uppií, og Listasavnið eigur nakrar av ljósmyndunum. Men alt verður latið samlað til Listasavnið. Um virð- ið á tjóvafolanum skal verða sagt, at rættast er at taka eitt 0 burturfrá beinanvegin. Men av tí at eg havi brúkt ljós- myndirnar rættiliga nógv til fyrilestrar víða hvar í útlondum, har eg havi kunnað um før- oyska myndlist, eru fleiri myndir nakað litfarnar, so rættast er heldur at taka tvey 0 burtur. Í roynd og veru er tíðin um at fara frá slíkum diasmyndum, so um skamma stund hvørva minst trý 0 burtur av nevnda hand- ilsvirði. Í sjónvarpssending í sambandi við, at eg gavst í Listasavninum, varð eg spurdur, um eitt slíkt starv - "uriaspost- ur" - ikki kundi skapa óvinir. Eg hevði tá fyri munni, at eg helt meg ikki hava óvinir. Men onkran man eg so hava, tí tey siga fyri mær, at tíðindini koma frá ano- nymum teldubrævi, har søga verður spunnin um, at eg skal hava stolið ljósmyndirnar frá lista- savninum og noktað fyri at lata tær aftur. "Dias- gøla!". Veruleikin er so- statt vendur á høvdið. Hvussu kann ein blað- leiðsla koma sær at vera so eirindaleys at heingja út sakleys fólk, reingja og lúgva á so veikum grundarlagi, uttan at kanna málið? Eg havi biðið Oyggja- tíðindi um at avsanna tíðindini á sjónligum stað í blaðnum, og eg rokni sjálvandi við at síggja eina treytaleysa umbering fyri hesa ódámligu roynd at skaða mítt umdømi. Diasgøla Fjálgið um fiskimannin C M Y K 11 10