týsdagur 16. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 219 - 16. november 2004
Nr. 219 - 16. november 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mánadagin 1. novem-
ber 2004 var móttøka
hjá Tórshavnar
Sløkkiliði við Oyggj-
arvegin í Havn, í sam-
band við at Andrias
Sjóvará hevði 25 ára
starvsdag, samstundis
sum hann fór frá fyri
aldur, 67 ára gamal
MÓTTØKU
Myndir: Birgir Sondum
Familja, vinir og starvsfel-
agar vóru komin saman á
Brandstøðini hendan dagin
at ynskja Andriasi tillukku
við starvsdegnum, siga far-
væl og takka honum fyri
tíðina.
Eisini stukku fleiri fyrr-
verandi starvsfelagar inn á
gólvið.
Jan Christiansen, borg-
meistari, helt røðu, og
handaði Andriasi gávubræv
frá býraðnum.
Eftir at Kartni Jacobsen,
brandmeistari, hevði hildi
røðu, handaði hann Andri-
asi heiðurmedaljuna »Hæ-
derstegnet for god tjeneste i
brandvæsenet«, sum verður
givin av justitsministeriin-
um fyri trúgva tænastu.
Sólrun Jacobsen læs upp
ein yrking frá Peter Seloy,
fyrrverandi brandmeistara,
sum í dag býr í Danmark.
Yrkingin var skrivað sum
ein heilsan og tøkk til
Andrias.
Andrias helt síðan sjálvur
ein røðu. Hann mintist tíð-
ina, frá tí at hann byrjaði á
gomlu brandstøðini við
Varðagøtu fyri 25 árum síð-
an til dagin í dag.
Tá hann byrjaði, høvdu
teir 5 bilar og 16 leysir og
fastir
brandmenn
vóru
knýttir at støðini. Nú eru 36
starvsfólk knýtt at støðini,
og bilarnir eru 16 í tali.
Andrias segði, at arbeiðið
á mangan hátt hevði verið
spennandi og avbjóðandi
og nevndi tær stóru broyt-
ingarnar, sum vóru farnar
fram hesi árini.
»Eg havi havt 25 góð ár
saman við røskum og álít-
andi fólki, sum eg komi at
minnast aftur á við gleði.
Tó vilja tað altíð vera upp-
gávur, ein vildi verið fyri
uttan, men sum ikki kunnu
umgangast í einum slíkum
arbeiði«, segði Andrias.
Andrias er strandingur og
útbúgvin
maskinsmiður.
Hann hevur altíð havt stór-
an áhuga fyri samfelagsvið-
urskiftum og fakfelags-
arbeiði serstakliga. Hann
hevur sitið 11 ár í nevndini
í Havnar Handverkarafelag,
harav 3 ár sum skrivari og 8
ár sum formaður, Hann
hevur eisini sitið í nevndina
hjá Tórshavnar Kommun-
ala Starvsmannafelag, har
var hann formaður í 9 ár.
Eisini hevur hann altíð
havt stóran áhuga í kirkju-
ligum arbeiði, og seinastu
árini hevur hann verið
klokkari í Havnar Kirkju.
Andrias Sjóvará, Tórshavn:
25 góð ár saman við røskum og álítandi fólki
Andrias Sjóvará saman við
Jan Christiansen,
borgmeistara (v.m.)
og Kartna Jacobsen,
brandmeistara
Andrias Sjóvará er nú givin hjá Tórshavanr Sløkiliði. Hann
fekk heiðurmedaljuna »Hæderstegnet for god tjeneste i brand-
væsenet« sum verður givin av justitsministeriinum fyri trúgva
tænastu
Kartni Jacobsen, brandmeistari, handar Andriasi heiðursmed-
aljuna
Fyrrverandi starvsfelagar hjá Andriasi, f.v.: Tórmund Joensen, Rúni Árting, Petur Jacobsen,
Birgir Sondum og Regin Berg
Nú er liðugt við at koyra
brandbil
Hilmar Johannesen, leysur
brandmaður,
Kaj Christiansen
og Arnold Hansen (Alli)
fyrrverandi leysir
brandmenn
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag, 16. november er
Turid Zwinge, Jóannes
Paturssonargøta 33, Tórs-
havn, 80 ár.
Foreldur hennara vóru
Elisabeth f. Magnussen,
niðri í Klova, Porkeri, og
Kristian Poulsen, havna-
fúti, Kristian á Kák, Tórs-
havn. Barnaheimið var í tí
gomlu Havnini, í Reyna-
gøtu.
Turid er eitt av kendu
andlitunum í Havn. Fróð og
fryntlig, tað er hennara
verumáti, og kemur tú á tal
við hana, fært tú rættuliga
eitt prát við vitandi kvinnu,
sum í so mongum kann
greiða tær frá hendingum
sum tilburðum, tú er fróðari
eftir prát við hana.
Virkin og arbeiðssom
hevur Turid altíð verið.
Fyrstu krígsárini var hon
húshjálp
hjá
familjuni
Brockie úti í Tinganesi, og
eisini var hon partvís í
starvi á skrivstovuni hjá
felagnum Ch. Mauritzen &
Co. í krígsárunum, har fekk
hon gott innlit í enska mál-
ið.
Turid giftist bretskum
heryvirmanni
Samuel
Bingley, tey búsettust í
Barnley, Suðurongland, og
fingu dóttrina Karin, sum
nú býr í Sørvági. Turid var í
Onglandi 1943-45.
Samuel Bingley var offi-
cerur í bretska herinum, var
millum teir fremstu sum
fóru yvirum Rhinánna, ta
ferðina stóra árásin var sett
í verk móti týskinum, var
millum teir mongu, sum
fullu á hermótinum í mars
1945. Hann er grivin í Há-
landi.
Í oktober 1945 flytur
Turid heimaftur við dóttrini
Karin. Heimafturkomin fer
hon at arbeiða í manu-
fakturhandlinum hjá Z.
Heinesen í Vágsbotni, og er
í hesum starvi til handilin
er hildin uppat í 1953. Nak-
að eftir hetta er hon server-
ingsdama á Konditarínum
hjá Fr. Restorff.
Turid og Torben Dals-
gaard Zwinge giftast í
1950, tey fingu dóttrina
Dagny, sum eisini býr í
Sørvági.
Í 1956 fer Turid í gamla
Bókhandil á Vaglinum sum
krambakvinna og verður
hon øll árini í bókhandlin-
um, til hon gevst fyri aldur
í 1991.
Nú rokkin kempualdur,
er Turid støðugt eitt av
kendu andlitunum í Havn-
argøtum, vinsæl sum altíð.
Evnini og minnið hevur
hon so avbera at siga frá
hendingum og tilburðum úr
eini tíð, sum ókunnug og
forvitnislig er at kaga inn í.
Tillukku og øll góðynski,
Turid.
j.
80 ár
Mánadagin 15. november fyllir Malena Purkhús í
Klaksvík 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum á
Kjalarvegi 19, frá kl. 16.00.
Turid Zwinge 80 ár
Dagurin
16. november. Otenius. Skrivað skeivt fyri hin halga
Otmarus, sum var abbati í kleystrinum St. Gallen í
Sveis og doyði í 759.
C
M
Y
K
13
12