týsdagur 16. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 16. november 2004
15
Í vetur og vár fer
Fróðskaparsetur Før-
oya at skipa fyri eini
røð av almennum
fyrilestrum við heit-
inum Myndlar og tøl
TÍPINDASKRIV
Fróðskaparsetur Føroya
Tilsamans átta fyrilestrar
vera á skránni, og evnini
eru rættiliga fjølbroytt. Í
fyrsta fyrilestrinum fara
Petur og Martin Zacharias-
sen at greiða frá ymsum
háttum at rokna atkvøður
um til tingsessir.
Seinni verður greitt frá,
hvussu geislavirkin dálking
hevur verið í Føroyum sein-
astu mongu árini, og hvat er
í luftini, sum vit anda her í
Føroyum.
Samspælið
millum
streym og aldu verður tikið
upp í einum øðrum fyri-
lestri, og seinni um tað er
møguligt at rokna streymin
nóg neyvt til, at álítandi
metingar
kunnu
verða
gjørdar av, hvussu eitt
møguligt útlát spjaðist við
streyminum.
Beint eftir nýggjár verður
fyrilestur um útgerð til
aling á harðbalnum økjum.
Ein fyrilestur verður um
fjarskifti í Føroyum. Sein-
asti fyrilesturin er um ríka
lívið, sum er undir vatn-
skorpuni á Føroya Banka.
Frá atkvøðum til
tingsessir
Fyrsti fyrilesturin í røðini
verður hóskvøldið 18. no-
vember kl. 20 í Ovastovu í
Nóatúni. Tá fara Petur
Zachariassen, hagfrøðingur
og Martin Zachariassen,
teldufrøðingur at halda
fyrilesturin "Frá atkvøðum
til tingsessir".
Hvussu fæst eitt lut-
falsligt tingmannabýti í
mun til atkvøðubýtið?
Hesin greiði spurningur
hevur einki einfalt svar.
Fleiri
útrokningarhættir
hava verið nýttir í valskip-
anum kring heimin. Hvat
siga royndirnar, og hvørji
ástøðilig úrslit eru tøk um
henda spurning?
Í fyrilestrinum fara Mart-
in og Petur at nýta ymsar
hættir til løgtingsvalini
1978-2004 samanbornir
við galdandi valskipan. Í
fyrilestrinum verður eisini
víst á ein nýggjan tvílut-
falsligan útrokningarhátt,
har lutfalslig javnvág fæst í
tingmannabýtinum bæði í
mun til flokkar og valdømi.
Petur Zachariassen er út-
búgvin støddfrøðingur frá
Universitetinum í Århus og
hevur starvast sum lektari í
hagfrøði og støddfrøði á
Náttúruvísindadeildini
á
Fróðskaparsetrinum síðani
1974.
Martin Zachariassen er
útbúgvin teldufrøðingur frá
Fróðskaparsetrinum
og
Universitetinum
Keyp-
mannahavn. Í 1998 vardi
Martin Ph.D. heiti á Uni-
versitetinum í Keypmanna-
havn. Hann starvast sum
lektari á Datalogisk Institit
á Universitetinum í Keyp-
mannahavn og er adjung-
eraður lektari í teldufrøði
við Náttúruvísindadeildina
á Fróðskaparsetrinum.
Skráin fyri fyrilestrarøð-
ina er hendan:
18. november 2004
Petur
Zachariassen
og
Martin Zachariassen: "Frá
atkvøðum til tingsessir" Ð-
um útrokningarhættir í
sambandi við løgtingsval.
9. desember 2004
Hans
Pauli
Joensen:
"Geislavirkin dálking í Før-
oyum seinastu 40 árini."
6. januar 2005
Øystein Patursson:
"Aliringar til harðbalin
økir" Ð- um at menna ali-
útgerð.
27. januar 2005
Magnus Danielsen: "Fjar-
skifti í Føroyum"
17. februar 2005
Knud Simonsen: "Streym
til drív- og leitiskipanir á
landgrunninum"
10. mars 2005
Trygvi Vestergaard: "Hvat
anda vit?" Ð- um úrslit frá
luftkanningum í Føroyum
31. mars 2005
Bárður Niclassen: "Spæla
alda og streymur saman á
landgrunninum"
21. apríl 2005
Eyðfinn Magnussen: "Før-
oya Banki Ð- eitt vakstrar-
paradís hjá fiski
Fólkaflokkurin í
Klaksvík fer at
halda seg til ta
gjørdu avtaluna við
Tjóðveldisflokkin,
sum varð gjørd
fríggjanáttina
KOMMUNUVAL 04
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Jákup Mikk-
elsen úr Fólkaflokkinum
sigur, at hann fekk eina
uppringing
fríggja-
kvøldið, har boðið varð
honum og restini av
floksumboðunum
at
koma til samráðingar
um at skipa samgongu í
Klaksvíkar
kommunu
komandi
fýra
árini.
Jákup Mikkelsen sigur,
at hann svaraði tilboð-
num beinanvegin í tele-
fonini, har hann segði, at
Fólkaflokkurin
hevur
gjørt eina avtalu við
Tjóðveldisflokkin, og at
tey fara at halda seg til
hana.
– Tað bleiv sagt, at eg
kundi fáa meira enn eg
havi við verandi avtalu,
men eg eri púra avklár-
aður við ta avtaluna,
sum vit hava gjørt við
Tjóðveldisflokkin. So
óansæð hvussu freist-
andi ein borgarstjóra-
sessur kann vera, so
hevði eg ikki kunnað
livað við at fingið hann,
tí eg valdi at leypa frá
einari
aðrari
avtalu,
sigur Jákup Mikkelsen
púra avgjørdur.
Er tað ein samdur
Fólkaflokkur, sum hevur
tikið hesa avgerðina?
– Eg havi ikki tikið
tað upp við hini, men eg
eri sannførdur um, at tey
eins og eg ikki vilja
leypa frá einari gjørdari
avtalu.
Tjóðveldisflokkurin
og
Fólkaflokkurin
skuldu fara á fund
mánakvøldið klokkan
19 at leggja eina ar-
beiðsætlan fyri komandi
fýra árini og at manna
tær ymsu nevndirnar.
Í sambandi við, at Javnaðarflokkurin, Sjálv-
stýrisflokkurin og Sambandsflokkurin hava
boðið Fólkaflokkinum til samráðingar, hava
flokkarnir sent út soljóðandi tíðindaskriv:
Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Sam-
bandsflokkurin hava boðið Fólkaflokkinum í
samgongusamstarv tey komandi 4 árini í Klaks-
víkar Kommunu.
Vit meta, at ein samgonga ímillum áðurnevndu
flokkar, vil vera til størri frama fyri Klaksvíkina
og kommununa sum heild, enn tað samstarv, ið
Fólkaflokkurin hevur fráboðað.
Fríggjadagin bjóðaðu
Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin
og Sjálvstýrisflokk-
urin í Klaksvíkar
kommunu Fólka-
flokkinum at koma til
samráðingarborðið
um at skipa sam-
gongu í Klaksvíkar
býráð
KOMMUNUVAL 04
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Hóast avtala er
gjørd millum Fólkaflokkin
og Tjóðveldisflokkin, hava
hinir tríggir flokkarnir í
Klaksvíkar býráði boðið
Fólkaflokkinum til samráð-
ingarborðið at gera sam-
gongu til komandi fýra
árini. Sostatt letur ikki til,
at allar súður eru syftar
enn.
Men Fólkaflokkurin hev-
ur sum sagt skrivað undir
eina avtalu við Tjóð-
veldisflokkin, og flokkarnir
skuldu á fund mánakvøldið
at gera eina arbeiðsætlan og
at
manna
nevndirnar.
Kortini hevur minnilutin
komandi fýra árini sett seg í
samband við Fólkaflokkin.
Eyðgunn Samuelsen úr
Javnaðarflokkinum sigur,
at Javnaðarflokkurin ikki
bara hevur sett seg afturá,
sum nú er.
Hava tit boðið Fólka-
flokkinum
borgarstjóra-
sessin?
– Vit hava boðið Fólka-
flokkinum til at koma til
samráðingar, har vit eru er
opin fyri at kjakast um alt.
Samstarvsavtalan, sum tey
hava gjørt, er rættiliga smøl
og harvið meta vit hana
ikki vera so góða fyri býin.
Tí settu vit okkum í sam-
band við Fólkaflokkin.
Tilboðið
varð
givið
fríggjadagin, men enn hava
tey, sambært Eyðgunn,
onki svar fingið frá Fólka-
flokkinum.
Kunnu tit loyva tykkum
at gera so, tá ein avtala
longu fyriliggur?
–
Tjóðveldisflokkurin
gjørdi so skjótt av, tá tað
var slitnað hjá okkum, at
vit als ikki fingu ein møgu-
leika at kontakta Fólka-
flokkin, og vit høvdu
longu verið í sambandi við
Fólkaflokkin,
áðrenn
sitandi meiriluti sessaðist
til samráðingar. Men vit
vildu halda okkum til ta
avtaluna um samráðingar
við sitandi meiriluta, áðr-
enn vit hugdu at øðrum
møguleikum. Tá tær slitn-
aðu leyp Tjóðveldisflokk-
urin í føvningin á Fólka-
flokkinum, og hildu vit so,
at vit eins væl kundu loyva
okkum at kontakta flokkin.
Eyðgunn Samuelsen sig-
ur, at Javnaðarflokkurin
varð framstillaður sum
ómøguligur av Steinbjørn
Jacobsen, men tað hevur
onki við veruleikan at gera.
Hon heldur, at Tjóðveld-
isflokkurin
hevur
mist
meira við avtaluni við
Fólkaflokkin enn um tey
høvdu tikið av onkrum av
teimum avtalunum, sum
lógu á samráðingarborðin-
um hjá sitandi meiriluta.
Jákup Mikkelsen:
Vit halda okkum
til verandi avtalu
– Vit halda okkum til avtaluna, sum vit gjørdu við
Tjóðveldisflokkin fríggjanáttina, sigur Jákup Mikkelsen
úr Fólkaflokkinum
Minnilutin í Klaksvík
roynir enn
Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin í Klaksvík hava sett seg í sam-
band við Fólkaflokkin fyri at skipa samgongu, men fríggjanáttina skrivaðu Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin undir eina avtalu
Fyrilestrarøð á Fróðskaparsetrinum
Martin og Petur Zachariassen fara at halda fyrilestur
hóskvøldið 18. november kl. 20 í Ovastovu í Nóatúni
15
14
Nr. 219 - 16. november 2004
- Eg haldi, at Kongs-
havnar Kvinnufelag
fokuseraði meira upp
á kvinnurnar undan
seinasta kommunu-
vali enn til valið hesa-
ferð. Vit hava ikki
merkt sama stuðulin
nú í heyst sum fyri
fýra árum síðan, sigur
Marja Lamhauge,
sum saman við
Sæunn Ó. Hansen fall
á kommunuvalinum
KOMMUNUVAL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Av níggju býráðslimum í
Runavíkar kommunu sein-
astu fýra árini, eru tvær
kvinnur, Marja Lamhauge
og Sæunn Ó. Hansen. Men
eftir 1. januar, tá ið komm-
unan veksur við Skála
kommunu, Oyndarfjarðar
kommunu og Elduvíkar
kommunu, verða ellivu
býráðslimir í kommununi,
men eingin kvinna. Bæði
Marja og Sæunn fullu á
valinum, 9. november, og
eingin onnur kvinna á list-
unum rakk inn um býráðs-
gáttina.
Tískil
verður
nýggja Runavíkar komm-
una eftir 1. januar bert
mannað við monnum, hóast
sjey kvinnur vóru á teimum
trimum listunum til valið
hesaferð.
Tað restaði kortini ikki
nógv í, at kvinnurnar fingu
fótin inn um. Bæði Tóra
Árnadóttir,
Sæunn
Ó.
Hansen og Marja Lam-
hauge høvdu um og út við
60 atkvøður í part.
Marja Lamhauge sigur,
at tilsamans seks kvinnur
eru umboðaðar í teimum
kommunum, sum nú verða
lagdar
saman
eftir
1.
januar. Í Oyndarfjarðar
kommunu
eru
tríggjar
kvinnur í bygdaráðnum, í
Elduvíkar kommunu ein,
og í Runavíkar kommunu
eru tær tvær.
- Nú fáa vit eitt býráð við
ellivu monnum – og ongari
kvinnu, sigur hon.
Nógv er hent
Í
Runavíkar
kommunu
hevur Marja Lamhauge
verið formaður í sosialu
nevnd og limur í havna-
nevndini, og Sæunn Ó.
Hansen hevur verið næst-
formaður í sosialu nevnd.
Triðji limurin hevur verið
Hans T. Olsen, sum ikki læt
seg stilla uppaftur á valin-
um seinast. Sæunn er eisini
formaðurin í stýrinum fyri
Eysturoyar Røktar-og Ellis-
heim, og hon eigur sín stóra
lut í, at brekað í Eysturoy
hava fingið eina skipan við
flutningi.
Marja sigur, at hon sum
býráðslimur og formaður í
sosialu nevnd hevur lagt
stóra orku í børnini, tey
gomlu og sjúku.
- Tá ið vit vórðu vald í
býráðið fyri fýra árum
síðan, var tørvurin á barna-
ansing stórur. 75 børn vóru
á bíðilista, men í dag er
eingin bíðilisti. Tørvurin er
nøktaður
við
nýggjum
barnagarði og fleiri dag-
røktarplássum.
Hon sigur, at barna-
garðurin á Mýrunum varð
samtyktur
í
býráðnum
undan hesum, men hann er
so bygdur og tikin í nýtslu í
hesum valskeiði.
- Eitt tað fyrsta, vit
gjørdu, var at seta á stovn
útibarnagarð í Æðuvík.
Marja sigur, at nógv er
eisini hent á økinum hjá
teimum gomlu og veiku.
- Vit hava fingið fyrsta
stovnin av sínum slagi í
Føroyum fyri dement úti á
Mýrunum, og Eysturoyar
Røktar-og Ellisheim verður
nú útbygt við 24 plássum
aftrat. Haraftrat er økið lagt
av og partvís peningur
settur av til eldrasambýli í
kommununi.
- Jú, sigur Marja. Eg
haldi, at vit hava "knoklað"
hart á sosiala økinum í
hesum fýra áraskeiði, men
hetta vórðu vit so ikki
"løntar" fyri í nóg stóran
mun, at vit náddu inn um
aftur býráðsgáttina hesa-
ferð.
Minni fokusering
Vit spurdu eisini Marju, um
tað kann hava havt sína
ávirkan á valinum, at hon
og Sæunn vóru millum
teirra, ið eru ímóti, at
kommunan gevur dansi-og
skeinkiloyvi.
- Tað er ilt at siga, men eg
haldi ikki, at hetta er øll
orsøkin. Um so var, kundu
fólk í størri mun valt aðrar
kvinnur,
eitt
nú Tótu
Árnadóttir, ið er heit tals-
kvinna fyri hesum.
Marja heldur, at býráðs-
formans-effekin, sum hon
tekur til, hevur ávirkað
valið nógv, og hon heldur
fyri, at høvdu hon, Sæunn
og Tóta fingið 20 av av-
kvøðunum í part, sum Rod-
mundur
Nielsen
fekk,
høvdu tær allar verið
innanfyri – og Rodmundur
eisini.
- Eitt annað, sum eg haldi
hevur gjørt seg galdandi, er,
at Kongshavnar Kvinnu-
felag í minni mun enn
undan valinum fyri fýra
árum síðan gjørdi sítt til at
fokusera uppá kvinnurnar á
listunum.
Hon vísir á, at undan
valinum fyri fýra árum
síðan merktu tær dyggan
stuðul,
men
hesaferð
hoyrdu tær einki frá felag-
num.
- Ein valfundur var í hús-
unum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag, men honum
skipaði Tofta Kvinnufelag
fyri, sigur hon.
Sjey kvinnur vóru á
teimum trimum listunum,
sum bjóðaðu seg fram til
valið í Runavíkar komm-
unu hesaferð.
- Eg haldi, at allar hesar
kvinnurnar eru væl skikk-
aðar at taka á seg býráðs-
arbeiði, men vit mugu tí-
verri staðfesta, at eingin av
okkum vann inn um bý-
ráðsgáttina hesaferð, sigur
Marja Lamhauge.
- Tað hevur eydnast
at fáa øll tey valdu
umboðini aktivt
við í arbeiðið, sum
gerast skal næstu
fýra árini, sigur
Tordur J. Niclasen
SKIPAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað
vóru
tilsamans
fimm listar, sum bjóð-
aðu seg fram til bygda-
ráðsvalið í Eiðis komm-
unu. Av hesum fingu
fýra listar umboð í kom-
andi bygdaráðnum, sum
tekur við leiðsluni, 1.
januar 2005.
Á fundi, 12. no-
vember, samdist nývalda
bygdaráðið um at skipa
seg
við
borgar-
stjóra, varaborgarstjóra
og nevndum.
Eins og í fleiri øðrum
kommunum, hevur ný-
valda bygdaráðið í Eiðis
kommunu roynt at fing-
ið øll tey valdu um-
boðini aktivt við í ar-
beiði, sum gerast skal
næstu fýra árini.
- Og hetta hevur eydn-
ast, sigur borgarstjórin,
Tordur J. Niclasen, ið
heldur fram sum borgar-
stjóri eftir 1. januar.
Bygdaráðið í Eiðis
kommunu hevur gjørt av
at skipa seg við Tordi
sum borgarstjóra og
Anfinni
Kruse
sum
varaborgarstjóra.
Nevndirnar
Føstu nevndirnar hjá
Eiðis kommunu verða
mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin: Tord-
ur J. Niclasen, formaður,
Jóhan K. Joensen og
Rólant Poulsen.
Tekniska nevnd: An-
finnur Kruse, formaður,
Rólant Poulsen og Jógv-
an K. Mørkøre.
Heilsu- og um-hvørv-
isnevndin: Tom Joensen,
formaður,
Jóhan
K.
Joensen og Jógvan K.
Mørkøre.
Mentanarnevndin:
Tordur J. Niclasen, for-
maður, Anfinnur Kruse
og Jóhan K. Joensen.
Havnanevndin: Rólant
Poulsen, formaður, An-
finnur Kruse og Tom
Joensen.
Á almennum bygda-
ráðsfundi
mánadagin
klokkan 17, varð semjan
í nývalda bygdaráðnum
staðfest.
Tordur heldur
fram
Tordur J. Niclasen verður eisini borgarstjóri í Eiðis
kommunu eftir, 1, januar 2005
Mynd: Vilmund Jacobsen
Merktu ikki sama
stuðul hesaferð
Sjey kvinnur vóru á teimum trimum listunum, sum bjóðaðu seg fram til valið í Runavíkar kommunu hesaferð. - Eg haldi, at
allar eru væl skikkaðar at taka á seg býráðsarbeiði, men vit mugu tíverri staðfesta, at eingin av okkum vann inn um
býráðsgáttina, sigur Marja Lamhauge
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
14