týsdagur 16. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 219 - 16. november 2004
Nr. 219 - 16. november 2004
17
Stóra fjøldin, sum var
savnað í Norður-
landahúsinum
fríggjadagin, var nokk
besta prógvið um,
hvussu stóran týdn-
ing arbeiðið hjá
Føroya Felag móti
Krabbameini hevur
havt fyri óteljandi
føroyingar hesi 25
árini, felagið hevur
verið til
HÁTÍÐARHALD
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
– Vónandi verða tað ikki
fleiri hátíðarhald av hesum
slagi hjá Føroya Felag móti
Krabbameini. Veruligi há-
tíðardagurin verður tann
dagin, tað ikki longur er
tørvur á einum slíkum fe-
lag, og vit ikki longur
kenna sviðan av krabba-
meini. Tí tá er endamálið
hjá felagnum rokkið, segði
Jákup N. Olsen, formaður í
Føroya Felag móti Krabba-
meini, í vælkomstrøðuni á
25 ára hátíðarhaldinum hjá
felagnum fríggjadagin. Og
tað var ikki bara formað-
urin í felagnum, sum eisini
nýtti høvi at takka fyri stuð-
ul og hjálp. Jóannes Eides-
gaard, løgmaður og verji
hjá felagnum, mundi seta
orð á tað, sum nógv hugs-
aðu, tá hann minti á, hvussu
ómissandi arbeiðið hjá hes-
um felagnum er.
- So ella so er krabba-
mein ein partur av lagnuni
hjá okkum øllum, tí vit
kunnu ongantíð vera vís í,
nær ella hvønn sjúkan rakar
næstu ferð.
Hóast løgmaður ásann-
aði, at vit á granskingarøki-
num innan krabbamein enn
eru eftirbátar í mun til onn-
ur Norðurlond, vísti hann á,
at Føroya Felag móti
krabbameini
allatíðina
hevur fylgt við gransking-
ini aðrastaðni og megnað til
fulnar at umseta sína vitan
til gerðir, millum annað í tí
stóra
arbeiðinum,
sum
hjálparbólkarnir hjá felag-
num gera.
- Endamálið hjá felag-
num er at birta vón - eitt
endamál, sum felagið ong-
antíð hevur mist úr eygsjón
og eigur størstu virðing og
besta skoðsmál uppiborðið
fyri, segði Jóannes Eides-
gaard.
Hagtølini
Samanbera vit føroysku
hagtølini
yvir
krabba-
meinstilburðir við eitt nú
tey donsku og íslendsku,
eru føroysku tølini fram-
vegis lutfallsliga lág, men
tað er onki yvir at dylja, at í
nógvum førum ganga tølini
skeiva vegin, staðfesti Erik
Wandal, lækni og nevndar-
limur í Føroya Felag móti
krabbameini, tá hann legði
fram nýggjastu hagtølini
yvir krabbameinstilburðir í
Føroyum. Serliga eru tað
tilburðirnir av lunga- og
húðkrabba, sum eru øktir
nógv hesi seinastu árini.
Hinvegin eru hetta tey
sløgini av krabbameini, har
læknar vita mest um or-
søkirnar, og har fólk sjálvi
kunnu gera sítt til fyri at
minka um vandan við at
leggja av at roykja og lata
vera við at útseta seg fyri
óneyðuga nógvari sól og
annars royna at liva heilsu-
gott. Havandi í huga, at al-
samt fleiri føroyingar ger-
ast tilvitaðir um týdningin
av at røra seg og eta heilsu-
gott, kunnu við siga, at
Føroya Felag móti Krabbameini 25 ár
Hátíðarhildu vónina
Klingran í Norðurlandahúsinum var meir enn fullsett, tá Føroya Felag móti Krabbameini hátíðarhelt 25 ára dagin fríggjadagin
Veruliga hátíðarhaldið verður tann dagin, vit ikki longur
kenna sviðan av krabbameini, segði Jákup N. Olsen, formaður
í felagnum í vælkomstrøðuni til nógvu áhoyrarnar
Tann gátuføra vónin og hennara styrki var evnið í røðuni hjá
Kristinu Hammer, sjúkrarøktarfrøðingi og phd-lesandi
- Krabbamein er ein partur av lagnuni hjá okkum øllum, tí
ongin veit nær ella hvønn, sjúkan rakar næstu ferð, segið
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og verji hjá felagnum, og setti
soleiðis orð á tað, tey flestu mundu hugsað
glottar eru at hóma, hóast
hagtølini ikki eru tey bjart-
astu í løtuni.
Vónin - ein gáta
Vónin var evnið í fyrilestr-
inum
hjá
Kristiannu
Hammer, sum sjálv hevur
starvast á krabbameins-
deildum í Danmark og í
løtuni granskar og skrivar
ritgerð um vón og vónloysi
hjá krabbameinssjúkling-
um. Kristianna greiddi frá,
at hóast vónin enn er ein
óskiljandi gáta fyri lækna-
vísundina, so er tað als
ongin ivi um, at hon spælir
ein stóran leiklut, ikki bara
fyri hvussu tann krabba-
meinsjúki klárar at liva við
sjúkuni, men eisini fyri
útlitunum fyri at gerast
frískur aftur. Eisini tey
nærmastu skulu geva sær
far um, hvussu stóran
týdning teirra atburður og
tað, tey siga við tann sjúka,
kann hava, tí eins og tað ber
til hjá menniskjum at geva
vón, er tað líka skjótt at
taka vónina frá einum med-
menniskja.
- Vit eiga altíð at virða
mátan hjá tí einstaka at
skapa vón og meining í
lívinum og stimbra tann
sjúka til at geva sjúkini
pláss. Tí uttan mun til, um
tann sjúki verður frískur
ella ikki, hevur sjúkan so
nógvar broytingar við sær,
at pláss má verða fyri
teimum, um tann sjúki og
tey nærmastu skulu kunna
liva og vera saman sum heil
menniskju, segði Kristi-
anna Hammer millum ann-
að í sera hugtakandi fyri-
lestrinum.
Bitið úr krabba-
klónum
Og vónin er væl grundað,
eisini vísundaliga nýtti Pál
Weihe yvirlækni høvi at
minna á. Ljósið frá vís-
undini lýsir alsamt bjartari,
og vit liva ikki longur í
myrku
miðøldini,
har
ræðsla
og
hjálparloysi
ráddi, tí sjúkur vórðu mett-
ar sum óloysiligar gátur.
- Fyri bert hálvari øld
síðani høvdu tuberklar líka
fast tak í føroyingum, sum
krabbamein hevur nú, men
framstig verða gjørd alla
tíðina og vit hava góðar
grundir til at vænta, at tað,
um ikki so langa tíð, eisini
fer at eydnast okkum at
taka bitið úr krabbaklónum,
segði Pál Weihe, tá hann,
sum formaður fyri Listafe-
lag Føroya alment lat Før-
oya Felag móti Krabba-
meini plakat av málning-
inum "Brot", sum Torbjørn
Olsen, listamálari, hevur
málað. Málningurin ímynd-
ar nøkur ávarandi skýggj,
men aftanfyri skýggini,
skínur gula ljósið, sum
ímynd av vónini.
"Á Brúnni"
- Ein ljótur, gulgráður ill-
vøkstur á skíggjanum. Djúp
tøgn. Kreft. Frá eini løtu til
aðra var eg vorðin krabba-
meinssjúklingur. Uttanfyri
var alt tað sama, sum tá eg
kom inn á sjúkrahúsið fyri
10 minuttum síðani, men
innaní var alt broytt.
Við erligum og poetisk-
um orðum greiddi sangarin
og tónasmiðurin Martin
Joensen frá, hvussu tað
kendist, tá hann fekk stað-
fest krabbamein í tjúkk-
tarminum. Nú, tíggju mán-
aðir seinni, framførdi Mart-
in Joensen fyri fyrstu ferð
sangin, hann yrkti eftir
skurðviðgerina, har hann
setir orð á kensluna av at
heimurin steðgar upp og
vónina,
hann
ongantíð
sleppur. Sangurin hevur
heitið "Á brúnni", tí tað er
har, Martin kennir seg at
vera í løtuni - hvørki í landi
ella á víðopnum havi, men
á brúnni, har hann stendur
og bíðar, tí ongin veit, um
ella nær sjúkan vitjar aftur.
Tøkk fyri søgurnar
Eitt av hæddarpunktunum á
25 ára hátíðarhaldinum hjá
Føroya Felag móti Krabba-
meini var útgávan av bókini
"Okkara millum", har 20
føroyingar fortelja sína
søgu um, hvussu tað kenn-
ist at verða raktur av og liva
við krabbameini. Hetta eru
søgur um at missa ein
hjúnafelaga, at síggja onkr-
an av sínum nærmastu ger-
ast sjúkur ella fáa at vita, at
tú ongantíð verður fríksur
aftur. Bókin má sigast at
vera eitt megnar avrik hjá
felagnum, ikki bara tí hon
uttan iva kann verða ein
ómetalig hjálp hjá øllum,
sum verða rakt av sjúkuni,
men eisini tí hon kann
hjálpa øðrum at fáa innlit í
eina svára støðu, sum ofta
er so trupul at tosa um.
Sum tøkk fyri hvørja ein-
staka søgu, endaði formað-
urin í Føroya Felag móti
Krabbameini hátíðarhaldið
við at handa teimum 20
hvør sítt eintak av bókini
"Okkara Millum".
Tey 20, sum fortelja sína
persónligu søgu um
krabbamein í bókini
"Okkara Millum, fingu
handað hvør sítt eintak av
bókini á hátíðarhaldinum
Martin Joensen framførdi fyri fyrstu ferð alment sangin "Á Brúnni", sum hann yrkti, tá hann
sjálvur fekk staðfest krabbamein fyri 10 mánaðum síðani
Vegna Lions Club handaði Torfinn Højgaard felagnum
stórfinga peningagávu sum stuðul til nýggju bókaútgávuna
Hans Henrik Storm, yvirlækni og umboð fyri Kræftens
Bekæmpelse handaði Føroya Felag móti krabbameini eina
hondgjørda fruktskál úr glasi í føðingardagsgávu
C
M
Y
K
17
16