týsdagur 16. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 219 - 16. november 2004
Nr. 219 - 16. november 2004
19
TINGHELLUKRONIKK
Gordon Ejdesgaard
búskaparfrøðingur
Í seinastuni hava vit upp-
livað nógv kjak um m.a.
kreppu, skattalætta og upp-
sparing. Kundi hugsað mær
at nomið við hetta og al-
mennu umsitingina gene-
relt.
Scenario politikkur/
fíggjarpolitikkur
Fyrst er at siga, at nú ein
sokallað kreppa er ella er á
veg, so vil landsstýrið vísa
síni evnir sum leiðsla og
royna at føra ein fíggjar-
politik, sum í mest møgu-
ligan mun kann bøta um
støðuna. Alt gott um tað.
Tað hevur verið góður
skikkur at føra ein ekspan-
sivan
fíggjarpolitikk
í
krepputíðum. Hetta merkir
stutt sagt, at landskassin t.d
ger munandi íløgur, nú tað
privata heldur aftur ella er
farið á húsagang. Endamál-
ið er at halda hjólini koyr-
andi, til nýggir møguleikar
vísa seg innan tað privata
økið. Men hetta krevur
sjálvandi fígging. Antin við
at landskassin t.d. nýtir
egnan pening, ella við at
taka lán.
Nú vísir uppskotið til
fíggjarlóg komandi ár eitt
fitt hall. Og landsstýrið
hevur
harafturat
lovað
skattalætta.
Men
Sam-
haldsfasti fer avstað við
skattalættanum. So har er
eingin skattalætti hjá borg-
arunum. Í botn og grund
eitt sammensurium av ein-
ari politiskari semju í
landsstýrinum. Skal hesin
fíggjarpolitikkur takast í
álvara, so eigur ein frá-
greiðing at fylja við. Antin
førir landsstýrið ein eks-
pansivan fíggjarpolitik ella
ikki. At senda ein hóp av
fólki inn á ALS er bert at
skapa eina kreppu. Men so
sleppur landsstýrið undan
at gjalda í fyrstu atløgu. Ein
hurlivasa av einum ekspan-
sivum fíggjarpolitikki sum
semja er um í landsstýr-
inum, kann ikki annað enn
undirgrava álitið til alt
landsstýrið.
Og sum um tað ikki er
nokk. Sokallaði skatta-
lættin er bert umleið kr. 60
mió ( seinni um tær 100
mió). Landsstýrið gevur
fólki ein skattalætta uppá
60/100 mió kr. soleiðis at
fólk
(sambart
Jørgin
Niclassen) kunnu fara í
gongd við at fáa hjólini at
mæla! Leingið livið íløgur
fyri kr.60 ( hovsa 100
mio.). Jamen, kr. 60/ 100
mió. kr. er bert ein avrund-
ing á fíggjarlógini (ella ein
roknifeilur). Tosaðu vit um
kr. 200 mió í skattalætta og
ikki blandaðu samhalds-
fasta uppí, ja so tosaðu vit
um reellan fíggjarpolitikk.
Tað er jú at halda fólk
fyri tað turra spott. Serliga
tey sum forvinna lítið og
einki og so pensiónistarnir.
Og at brúka skattastigan
sum umbering til at geva
sær sjálvum ein eyka túr til
Spanien er ein vánalig um-
bering. Tey sum forvinna
mest fáa mest! Hvar er
ideologiin Jóannes?
Tað ringasta, sum kann
henda í okkara skroypiliga
fólkaræði, er, at vit gerast
leidd við politisku leiðslu
okkara. Missa vit trúnna
uppá leiðsluna er vandi á
ferð. Tað er ikki tað, at
politiska leiðslan ger feilir -
tað gera vit øll. Men tá
leiðslan tvíheldur um vána-
ligu loysnir sínar, og ikki
vit lurta eftir serfrøðing-
unum, ja hvat verður so tað
næsta? Sum er, gravar
landsstýrið sína egnu grøv
við einum búskaparpoli-
tikki eingin annar enn
landsstýrið heldur vera í
lagi.
Hví ikki siga sum er, at
úrslitið er eitt sera vánaligt
kompromis í Nesinum? Eitt
so vánaligt kompromis
skuldi
verið
steðgað,
áðrenn tað kom so langt,
sum tað er komið. Tað
hevði verið nógv frægari,
um uppskotið ongantíð
kom á borðið, men at bíðað
varð til eitt meira realistisk
uppskot kundi verið lagt
fram Eitt uppskot, sum
hevði við ein reellan fíggj-
arpolitikk og grundaðar
sparingar at gera.
Scenario skrall
Nú er tó væl hugsandi, at
bæði skattalættin og Sam-
haldsfasti og sparingarnar -
les uppsagnirnar - eru liður
í einari heilt aðrari og nógv
størri ætlan. Tað er hugs-
andi, at Finanstilsynet hev-
ur givið eitt vink til donsku
myndugleikarnar um støð-
una her heima. Vanligt er,
at Danmarks Nationalbank
eisini plagar at hava ein
leiklut í hesum - og natio-
nalbankin hevur júst úttalað
seg. Og Nationalbankin
hevur tað við at balla for-
muleringarnar inn.
Men hóast hetta so er
bankin bersøgin tá tað
kemur til: Kvartalsoversigt
3. kvartal: Den økonomiske
situation
på
Færøerne.
Fylgjandi citat eru úr
frágreiðingini:
Citat "…og af de fleste
husholdningers og virk-
somheders økonomi, er der
ikke tegn på, at afmatning-
en udvikler sig til en krise
af samme omfang som i
begyndelsen af 1990’erne.
Sagt verður at kreppan
ikki hevur somu tyngd sum
fyrra kreppan. Tað, sum
kan undra, er, at undir fyrru
kreppuni fóru Føroyar fallit
og undir umsiting. Eru Før-
oyar næstan á somu kós
sum
í
1990’unum
og
kanska á veg undir umsit-
ing? Er tað ikki álvarsamt
nokk? Og víðari verður
sagt:
Citat:
"Statistikgrund-
laget til vurdering af den
færøske økonomi er be-
grænset, og dele af stati-
stikken er behæftet med en
betydelig usikkerhed."
Samanhalda vit bæði
citatini, so verður kanska
ikki so galin endi. Tó við tí
fyrivarni, at hagtølini, sum
liggja til grund, kanska ikki
skuldu verið nýtt. Tað
merkir, at tað kann ganga
betri, men eisini verri.
Mín viðmerking er tíverri
henda til journalistarnar:
Sanna myndin av búskapar-
ligu kósini er eisini at taka
"worst case scenario" við.
Føroya Banki og Føroya
Sparikassi
standa
fyri
meginpartinum av lánunum
til alivinnuna. So her skulu
møguliga innkasserast i tap
( bankin hevði avsett kr.
110 mió í 2003. Í sama
tíðarskeiði hevði Spari-
kassin burturleggingar v.m
uppá kr. 320 mió.). Spurn-
ingurin er so um hvat pen-
ingastovnarnir skulu avseta
fyri 2004? Viðv. alivinnuni
er tað ringasta av fyri pen-
ingastovnarnar.
Men fráboðaðu sparing-
arnar fáa sína ávirkan á
sethúsamarknaðin.
Sethúsaprísirnir
vilja
óivað um stutta tíð vísa seg
at falla. Teir kunnu ikki
annað. Hygg t.d. eftir sølu-
prísunum hjá t.d. INNI P/F:
órealistisk høgir prísir. Og-
fella sethúsaprísirnir, ja so
skal avsetast enn meira hjá
Føroya Banka og Spari-
kassanum - alt annað líka.
Møguligar
avsetingar
krevja, at raksturin hjá
peningastovnunum
skal
rationaliserast - so eisini
her skal møguliga sparast.
Peningastovnarnir kunnu
ikki rekast við halli í longri
tíð. Og tó: Hvørki Bankin
ella
Føroya
Sparikassi
kunnu fara á húsagang,
sambart Egil Mølgaard
fyrrverandi stjóra á Fíggj-
areftirlitinum. Stovnarnir
hava ov stóran týdning sum
fíggjarkervi í samfelagnum
til at teir kunnu fara.
Arbeiðsloysi, sum er sett
í verk, er bert møguliga
byrjanin til eitt framprovo-
kerað skrall. Kanska sett í
verk eftir lærupeningin frá
1990’unum?
Her er annars vert at bíta
merki í, at tað er ikki
óhugsandi, at vit í løtuni
uppliva ein feril av tí sum
nevnt verður " sjálvupp-
fyllandi
profeti".
Tess
meira landsstýrið tosar um
kreppu, tess meira varin
gerast øll við t.d. at nýta
pening, við tí úrsliti, at
privatnýtslan minkar. Hetta
er m.a tað, sum hendir í
Havnini í løtuni.
Endaliga úrslitið skuldi
helst ikki enda við, at vit
bert fáa fíggjað nýgga
vinnu, um landskassa veð-
haldið verður kravt vegna
manglandi lønsemi í vinn-
uni. So eru vit aftur í
1970'unum við studning og
veðhaldum. Men legg til
merkis til snildisliga orðið:
afturbering- rættað orðið er
studningur.
Scenario Sparingar
Eitt annað mál eg kundi
hugsað mær at nomið við er
sparingarnar. Enn einaferð
síggja vit at landsstýrið ikki
hevur ein politikk. Á ensk-
um verður hesin arbeiðs-
háttur
nevndur:
"the
science of muddle through"
ella tað at hutla seg til eina
loysn. Eitt fyribrigdi, sum
verður nýtt, tá leiðslan ikki
kann annað enn gita seg til,
hvat skal henda í morgin.
Var talan um eitt privat
virki, so var trupulleikin
privatur. Men her tosa vit
um landsstýrið.
Miðfyrisitingin
skal
spara. Tað er óivað gjørt út
frá einum roknistykki, sum
vísir, at har eru ov nógv
fólk í mun til uppgávurnar,
ella at pengarnir ikki røkka.
Hetta er sjálvandi uppgáv-
an hjá leiðsluni at meta um.
Hetta eigur ikki at koma
uttan ávaring, men er ein
uppgáva sum m.a. starvs-
fólkadeildin saman við
aðalstýrunum eisini átti at
Hugleiðingar um føroyska kreppuna
tikið sær av leypandi. At
siga at nú skal sparast innan
allan sektorin er púrasta
burturvið. Sjálvsagt hava
aðalstjórarnir eisini eina
uppgávu her. Tað kann ikki
vera meiningin, at teir
skulu bíða til boð koma frá
løgmanni
um
at
taka
plenuklipparan fram. Og so
uttan himpr at fara til
arbeiðis. Fyri tað fyrsta er
hátturin
uttan
hugflog.
Harnæst er ein gererel spar-
ing eitt beinleiðis tekin um,
at leiðslan ikki veit, hvar
veruliga kann og eigur at
verða spart. Tískil skal
sparast allastaðni! Eitt fyri-
myndarligt
dømi
um
hvussu ein ikki eigur at
gera.
Hugsað sær til eitt privat
virki, sum hevði gjørt tað
sama. T.d. eitt flakavirki/
trolari sum sendi góðsku-
metaran til hús tí sparast
skuldi. Ein og hvør kann
síggja, at verður skorið um
ein kamb, so er tað tí ein
ikki veit, hvat eigur at
verða gjørt. Ella hava vit
kanska enn einaferð eitt
kompromis? Semja um at
hutla seg til eina umsiting
eingin er nøgdur við?
Hvørki leiðsla, starvsfólk
ella kundar hjá tí almenna?
Jamen hvar er sparipoli-
tikkurin? Kann tað vera
rætt, at gandatalið 10% er
rætt? Allastaðni innan um-
sitingina? Neyvan. Her er
landsstýrið svar skyldugt.
Hvør hevur ábyrgdina og
hvør tekur avgerðina?
Scenario umsitingin
Einki er at ivast í, at al-
menna umsitingin er ó-
hóskandi til føroysk viður-
skifti. Havi seinastu 6 árini
arbeitt í Grønlandi innan
umsiting og undirvísing í
búskapi. Mangan havi eg
nýtt amerikonsku kanning-
ina av grønlenska mono-
polfelagnum Grønlandsfly.
Uppgávan var at meta um
bygnaðin/ organisatiónina
Grønlandsfly, og í hvønn
mun hon var hóskandi til
grønlendsk
viðurskifti.
Niðurstøðan hjá kanningar-
nevndini varð, at organisa-
tiónin var sera væl design-
að. Sera væl egnað til eitt
flogfelag. Men til eitt flog-
felag við umleið 200 flog-
førum!
Trupulleikin var m.a., at
arkitektarnir, sum teknaðu
bygnaðin ikki kendu lokalu
viðurskiftini nóg væl,og
valdu so eina lætta loysn-
eitt kopi.
Tá eg sum fíggjarstjóri í
Upernavik
kommunu
(
síðsta kommunan áðrenn
Qaanaaq/ Thule í Norður-
vestur-grønlandi) sá upp-
skotið hjá Finn Norman
Christensen á sinni, gjørd-
ist eg bæði bilsin og skelk-
aður. Hansara uppskot, sum
varð góðtikið av Føroya
Landsstýri, var eitt avrit av
bygnaðinum hjá Upernavik
kommunu. Og tann bygn-
aðurin er eitt avrit av teim-
um DONSKU kommunun-
um! So nógv fyri sjálv-
støðugar tankar og fantasi
hjá landsstýrinum. Tað F.N.
Christensen fekk 1 mió. kr.
fyri kundi landsstýrið fing-
ið frá undirritaða fyri kr.
4,75. Og so annars latið
egnu umsiting loyst egnu
bygnaðarbroytingar. Und-
anførslan at best er at fáa
konsulentar uttanífrá at
loysa uppgávuna, hetta fyri
innanhýsis frið skyld, er
bert ein vánalig umbering.
Kann eitt privat virki loysa
sínar uppgávur av slíkum
slag, so kann tað almenna
gera tað sama. Tað er bert
ein spurningur um vilja og
hava mót til eina avbjóðing.
Tað er ein grov undirmet-
ing av okkara vælútbúna
fólkið innan umsitingina, at
innflyta vitan av hesum
slag. Føroysk undirbrot-
ligheit so tað syngur í.
Mín niðurstøða er, at vit
hava vælútbúgvið fólk inn-
an umsitingina. Fólk, sum
hevur neyðuga førleikan at
loysa uppgávurnar. Trupul-
leikin er, at vit hava leiðarar
- alt ov nógvar semi - sum
ikki síggja loysnina ella
ikki vilja síggja loysnina.
Arrogansan
kemur
týðiliga til sjóndar, tá eitt
nú Kristian Magnussen,
løgtingsmaður, í sjónvarpð-
inum sigur seg ikki trúgva
tí, sum ráðgevararnir siga.
Sjálvandi kann Kristian
Magnussen siga hetta, men
so skal ein grundgeving til.
Bert at vera betri vitandi
gevur ikki meira enn 03.
Tað er fyri atburð og so er
innihaldið ikki tikið við.
Sama er galdandi fyri
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann. At alivinnan
liggur í andaleypi fyri ikki
at siga tað, sum verri er, er
eisini orsakað av mangl-
andi vinnupolitikki. Um ein
vil ella ei.
Júst teirra máti at royna
at rættvísgera feilirnar uppá
er bæði pínligt og skaðiligt.
Føroya fólk hevur lisið søg-
una um nakna keisaran. Eitt
sindur av eyðmýgd hevði
nú klætt høgu harrunum
betur.
Antin førir landsstýrið ein ekspansivan
fíggjarpolitik ella ikki. At senda ein hóp av
fólki inn á ALS er bert at skapa eina kreppu.
Men so sleppur landsstýrið undan at gjalda í
fyrstu atløgu. Ein hurlivasa av einum
ekspansivum fíggjarpolitikki sum semja er
um í landsstýrinum, kann ikki annað enn
undirgrava álitið til alt landsstýrið skrivar
Gordon Ejedsgaard, búskaparfrøðingur í
Kronikki í dag
TINGHELLUKLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Tað er ein Harrans lætti, at
høvuðsstaðurin nú fær
eina nýggja býráðssam-
gongu og ein nýggjan
borgarstjóra. Samgongan,
sum hevur rátt tey seinastu
fýra árini, man vera tann
vánaligasta í eini 40 ár.
Uttan at fara út í smálutir
kann eg nevna, at ferð eftir
ferð hevur undanfarna bý-
ráð sett í gongd byggingar,
sum stríddu ímóti fyrr
gjørdum samtyktum og
byggisamtyktini. Loysnin
hjá meirilutanum hevur so
verið at broyta byggisam-
tyktina fyri at fáa framt sín
vilja. At hetta so hevur
havt við sær beinleiðis
lyftisbrot til aðrar borgar-
ar, hava teir einki lagt í.
Eitt tað misháttasta, sum
liggur eftir teir, er tann
nýggi skúlin, sum skal
bøta um hølisviðurskiftini
í Kommunuskúlanum. Har
hava teir kloynt ein bygn-
ing upp í garðinum niðan
fyri Realskúlan - á eitt
andarhol, sum Býráðið
annars langt síðani hevði
lagt av til fríøki. Realskúl-
in hevur sítt egna byggi-
snið, men lítið sæst til tað
nú. Er tað annars so átrok-
andi at byggja Kommunu-
skúlan út? Tað eru ikki
nógv børn, sum búgva í
sjálvum
miðbýnum
í
Havn. Tað mátti verið
rímiligari at bygt skúlarnar
í útjaðaranum út.
Óvæntað fyri meg læt
veljarin Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin
varð-
veita meirilutan í Býráð-
num. Tað má virðast. Men
tað merkir ikki av sær
sjálvum, at tað eru teir
báðir
flokkarnir,
sum
skula mynda meirilutan
saman. Og tað bleiv tað
heldur ikki til, tíbetur.
Tað var annars sjáld-
samur leikur, sum gekk
fyri seg á náttartíð í høv-
uðsstaðnum næturnar eftir
valið. Sambært Heðini
Mortensen høvdu Høgni
Mikkelsen,
sum
hann
sigur
vera
fólkafloks-
mann, og Jan Christiansen
stungið høvdini saman og
gjørt allar avtalur, áðrenn
nakar fundur yvirhøvur
var millum Fólkaflokkin
og
Sambandsflokkin.
Hetta hevði - framvegis
sambært Heðini Morten-
sen - við sær, at Jan
Christiansen hevði fingið
bæði í posa og sekk og
vildi ikki eftirlíka nøkrum
kravi frá Sambandsflokk-
inum. Tí kann tað tykjast
løgið, at Heðin Mortensen
um 2-3 tíðina um náttina
skrivaði undir eina avtalu
millum somu flokkar. Men
kanska vildi hann júst ta
løtuna líka illa sova sum
hinir sambandsmenninir. Í
hvussu er stóðu bæði
Høgni Mikkelsen og Beate
Samuelsen í Sjónvarpin-
um
kvøldið
eftir
og
gramdu seg um, at tey
høvdu sovið valdið frá sær.
Og Gud hjálpi mær, um
ikki sjálvur sambands-
høvdingurin Kaj Leo Jo-
hannesen trein fram á
skíggan og fór at tosa um
at sova!
Øll mundu ikki vera so
álvulig við ta avtaluna,
sum Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin skriv-
aðu undir. Tí endaði hon
við hesum komiska setn-
inginum:
Hendan avtalan er bind-
andi…
Jú, hyggasíggj! Avtalan
skuldi takast í álvara, og
ongin skuldi prøva uppá at
bróta hana!
Eitt annað løgið var tað
samráðingarsnildið, sum
hesir flokkar sýndu. Í
avtaluni lótu teir dyrnar
standa opnar, so at Javn-
aðarflokkurin
kundi
sleppa upp í part. Tann
flokkurin hevði so neyvan
kunnað verið í einari
øðrvísi støðu enn Hund-
urin Brúni, sum fekk
krummurnar av húsbónd-
ans borði!
Ná, men Heðin Morten-
sen var ikki so illa svøvnt-
ur kortini. Ella kanska
raknaði hann rættiliga við,
tá hann kom í betri selskap
saman við Tjóðveldis-
flokkinum og Javnaðar-
flokkinum. Teir vóru ikki
smáligir, men bjóðaðu
honum borgarstjórastarv-
ið. Og hann gjørdi, sum
rætt var: hann tók av. Tí
hvør skuldi kent seg bund-
nan av einari avtalu við so
komiskum innihaldi sum
henni millum Fólkaflokk-
in og Sambandsflokkin? Í
hvussu so er ongin roynd-
ur politikari við respekt
fyri sær sjálvum.
Nú skrivaðu so tríggir
aðrir flokkar undir eina
avtalu, og tað er ein avtala,
sum er verd at taka í álv-
ara. Tjóðveldisflokkurin
var størstur í hesi nýggju
samgonguni, men legði
størri dent á at fáa sín
politikk væl umboðaðan í
samgonguskjalinum held-
ur enn at læsa seg fastan í
borgarstjórastarvið. Tað
gjørdi flokkurin rætt.
Enn var tjaldið tó ikki
drigið fyri fyri seinastu
ferð. Fjáltur kom á Jan
Christiansen og tvey sam-
bandsfólk, sum nú vendu
sær til Javnaðarflokkin í
Býráðnum. Og so vóru
aftur samráðingar um eina
heilt aðra samgongu. Aftur
var ein avtala undirskriv-
að,
hesaferð
millum
Fólkaflokkin, ein skerdan
Sambandsflokk og Katrin
Dahl Jacobsen úr Javnað-
arflokkinum. Katrin man
vera betri enn fólk flest. At
hon hirdi at samráðast við
tveir flokkar, sum náttina
fyri høvdu verið so há-
stórir, at teir bara lótu
dyrnar standa á gloppi, so
at
Javnaðarflokkurin
kundi sleppa at sleikja
gólvið! Eg var so góð-
trúgvin at halda, at hinir
flokkarnir mundu hava
boðið Katrini Dahl Jacob-
sen
borgarstjórasessin.
Men so eiðasørt. Onkran
nevndarsess aftrat, tað var
alt.
Ein treyt í avtaluni var
tó, at nevndin í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
skuldi góðkenna hana. Og
í nevndini var so frægur
stirðil, at hon segði nei.
Síðani er Heðin Morten-
sen vorðin limur í Javn-
aðarflokkinum, har hann
eisini hoyrdi heima fyrr,
hóast hann umboðaði utt-
anflokkalistan hjá Peturi í
Gong í Býráðnum.
Enn var leikur ikki heilt
lokin. Sum eina seinastu
roynd at sleppa upp í part,
bjóðaðu Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin Tjóð-
veldisflokkinum í sam-
gongu. Flokkurin skuldi
fáa borgarstjóran afturfyri.
Men nú var ov seint.
Longu valkvøldið fekk
Fólkaflokkurin tvær áheit-
anir frá Tjóðveldisflokk-
inum um samgongu. Ein
navnframur
fyrrverandi
borgarstjóri hjá Fólka-
flokkinum - er mær sagt -
mælti eisini Jan Christ-
iansen til at gera sam-
gongu við Tjóðveldis-
flokkin. Men hann hevði
betri ráðgevara, sum vildi
hava samgongu við Sam-
bandsflokkin.
Tjóðveldisflokkurin stóð
við ta avtalu, hann hevði
gjørt. Nú má so svíða sum
svøllur hjá teimum, sum
hildu seg eiga Býráðið.
Hvussu Heðin man fara
at roynast? Væl, vænti eg.
Vit minnast, hvussu dátt
tað kom honum við, tá
hann gjørdist varugur við,
at partamaðurin Høgni
Mikkelsen fór at byggja
raðhús á einum spæli-
plássi. Heðin fer - saman
við frægari flokkum og
fólkum - neyvan at føra
ein býráðspolitikk, har alt
ber til, bara makthavarar-
nir brúka sína makt.
Heðin Mortensen er til-
tikin fyri at vera uppi í øll-
um. Tað kann hann ikki
meira.
Millum
annað
noyðist hann at siga seg
frá sum forseti í ÍSF. Har
hevur hann stýrt við hepn-
ari hond í næstan eina
fjórðings øld.
Tað er væl skiljandi, at
hann tekur av, nú hann fær
kjansin at gerast borgar-
stjóri í høvuðsstaðnum.
Ikki tí, 58 ár er ikki hægri
aldur enn so, at hann sakt-
ans kann fáa kjansin fleiri
ferðir.
Heðin Mortensen
C
M
Y
K
19
18