Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 219 - 16. november 2004 Nr. 219 - 16. november 2004 21 – Tað er fullkomiliga meiningsleyst, at tú ikki skalt tora at leggja teg at sova eftir eitt býráðsval, tí so er stórur vandi fyri, at tú endan uttanfyri ávirkan. Tann fræg- asta loysin hevði verið, um partarnir tóku hvønn annan í eið, og broyttu sið- venjuna, tí heldur hetta óskil fram, missir borgarin fullkomiliga álitið á politikarunum og virðingina fyri demo- kratinum, heldur samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre BÝRÁÐSÓSKIL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Óvirðiligt og ósømiligt. Hesi bæði orðini lýsa væl ódámliga glantrileikin, sum vit vóru áskoðarar til í farnu viku, tá Tórshavnar býráð skuldi skipa seg. Tú visti hvørki um tú skuldi gráta ella flenna, tí bæði láturligi og grátiligi sjónleikurin í Havn tóktist ongan enda at fáa. Tað má nærum vera heimsmet, at fýra ymisk samgonguskjøl verða und- irskrivað upp á tvey døgn. Sjónleikurin í farnu viku er ikki hin fyrsti av sínum slagi. Tað tykist nærum vera ein fastur táttur í sam- band við býráðsval í høvuðstaðnum seinnu árini, at borgarin verður hildin fyri gjøldur av valdu bý- ráðsumboðunum. Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur, at nú er tíðin komin til at saðla um, og at virka fyri at samráðingartilgongdin verður meira skipað í fram- tíðini. Hann mælir til, at vit ganga burtur frá at býta bý- og bygdarráðini í meir- og minniluta. Talar fyri semju – Eftir óskilið í Havn hesaferð má lærdómurin vera, at verandi skipan ella siðvenja dugir snøgt sagt ikki. Tað, sum fór fram, var snøgt sagt ódámligt, og uttan mun um tú gjørdist vinnari ella tapari í polit- iska spælinum, so má nið- urstøðan vera hon, at vit eiga sleppa frá hesum óskilinum, tí hvørki politik- ararnir ella vit borgarar kunnu liva við hesum. Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur lítið um eftirspælið, sum kommunuvalið í Havn fekk. Hann heldur, at tíðin er komin til eina meira semjusøkjandi politikk, sum skal tryggja at samráð- ingartilgongdin kemur í fastari karmar. Samfelags- frøðingurin metir, at vit koma best glantrileikunum til lívs við at ganga burtur frá at býta bý- og bygdar- ráðini upp í meir- og minnilutar. – Í summum førum gevur tað snøgt sagt onga mein- ing at býta upp í meir- og minnuluta, og sundurbýt- ingin er eisini skaðilig fyri demokratiið. Dialogur er avgerandi fyri demokratiið, og við at býta upp í meiri- og minnilutar drepur tú dialogin, og harvið eisini kjarnina í demokratinum. Tað kann ikki vera rætt, at helvtin av borgarunum ikki sleppur til orðanna gjøgn- um tey umboð, tey hava valt. Tað er ikki rímiligt fyri demokratiið, heldur Jógvan Mørkøre. Samfelagsfrøðingurin leggur afturat, at hjá teim- um, sum hava latið seg valt, men sum meira ella minni av tilvild enda í andstøðu, er tað lítið hugaligt at vera vald at tala, men uttan at nakar lurtar eftir, meirilutin hevur frammanundan tikið avgerðina. Hann nevnir møguleikan fyri at hava eina framtíðar- skipan, har tann størsti listin altíð fær borgarstjóra- sessin, og síðan verða nevdarsessirnir býttir eftir sama leisti, sum nevndar- sessirnir í løgtinginum verða sundurbýttir. – Tað er kortini einki, sum forðar meirilutanum í at taka allar formanssessirnar í løgtinginum, so henda til- vísing kann bert galda part- vís. Tað avgerandi er, at meirilutin virðir minnilutan so frægt, helst so, at tað ikki verður kílað sundur, so allar listar fáa formanssessir. – Tað er fullkomiliga meiningsleyst, at tú ikki skalt tora at leggja teg at sova eftir eitt býráðsval, tí so er stórur vandi fyri, at tú endan uttanfyri ávirkan. Ein møguleiki er at broyta skipanina við lóg, men tann frægasta loysin hevði verið, um partarnir tóku hvønn annan í eið, og broyttu sið- venjuna, tí heldur hetta óskil fram, missir borgarin fullkomiliga álitið á politik- arunum og virðingina fyri demokratinum, vísir Jógv- an Mørkøre á. Positiv rák Hóast rokið um býráðsmeir- lutan í høvuðsstaðnum fekk stóra rúmd í fjølmiðlunum, so heldur Jógvan Mørkøre, at tað sanniliga eisini eru positiv tekin at hóma eftir kommunuvalið seinasta týs- dag. Hann vísir á, at til døm- is á Tvøroyri, Fuglafirði og í Sundalagnum er ein skila- góð siðvenja við at taka seg upp, sum aðrar kommunur kundu lært av, og vísir til breiðu semjurnar í hesum kommunum, har øll komm- unalu umboðini sleppa til orðanna. – Á Tvøroyri hevur verið at hoyrt, at býráðsvalið hesaferð møguliga var tað seinasta, har tað varð stillað upp flokspolitiskt. Í Sunda- lagnum og Fuglafirði er tankagongdin við at hava breiðar semjur í býráðnum við at gera um seg, og tað haldi eg er ein ógvulig sunn gongd, heldur Jógvan Mørkøre. Burtur við flokkunum – Politisku flokkarnir í Føroyum eru stovnaðir eftir landspolitiskum endamálum og hava sum er einki sum helst við lokalpolitikk at gera. Hvørki loysing/ sam- band ella høgra/vinstra spurningarnir eru í dag at finna innan lokalpolitikk, og tí er tað ikki rætt, at flokk- arnir stilla upp til komm- unuval, uttan so, at teir miðvíst brúka flokkin til at menna politikk á hesum øki. Jógvan Mørkøre er sann- førdur um, at vit eiga at hyggja burtur frá at floks- uppstilling á kommunu- valum í framtíðini. Hann vísir á, at valuppleggingini hjá flestu valevnunum til kommunuval hava einki samband við stevnuskráir- nar hjá politisku flokk- arnar, meðan tað hinvegin fyrst og fremst eru per- sónligu hjartamálini hjá valevnunum, sum valevnini royna at selja seg við. – Skulu vit hava listar, sum stilla upp til komm- unuval. er neyðugt hjá okk- um borgarum at vita, hvat listarnir standa fyri. Sum støðan er í løtuni ber bara til at krøkja persónarnar á listunum upp á, hvat teir hava lovað og ikki listar- nar, tí eingin veit, hvat listarnir standa fyri, sigur samfelagsfrøðingurin. – Ein møguleiki er at broyta skipanina við lóg, men tann frægasta loysin hevði verið, um partarnir tóku hvønn annan í eið, og broyttu sið- venjuna, tí heldur hetta óskil fram, missir borgarin fullkomiliga álitið á politik- arunum og virðingina fyri demokratinum, heldur Jógv- an Mørkøre, samfelags frøðingur Mynd: Jens Kristian Vang Óskilið í Havn hóttir fólkaræðið Ongin 13 røtt! Tíverri var ongin av 544, sum sendu inn, sum hevði so sterkt politiskt tev, at hann megnaði at manna Tórshavnar Býráð framm- anundan og vinna stóra vinningin vikuskiftisferð fyri 2 við Atlantic Airways til Keypmannahavnar. 10 høvdu 12 røtt! Kortini var um reppið hjá nøkrum at vinna stóra vinningin frá Atlantic Airways, tí ímóti flestu meiningum vóru ikki færri enn 10 fólk, sum tippaðu 12 røtt. 81 tippaðu 11 røtt og 131 tippaðu 10 røtt. Sostatt vóru 222, sum vóru við í lutakastinum um vinning 2 og 3. Men hvør lumpaði tey 10? Av teimum 10, sum tippaðu 12 røtt, var ein sum valdi Torfinn Smith í staðin fyri Sjúrð Olsen, 6 sum valdu Jenis av Rana í staðin fyri Marin Katrinu Frýdal, 3 sum valdu Torfinn Smith í staðin fyri Marin Katrinu Frýdal. Sostatt vóru tað Marin Katrina Frýdal og Sjúrður Olsen, ið lumpaðu tey 10. Anna Djurhuus, skriv- stovukvinna, skipaði fyri dráttinum og Mads Winth- er, rektari, dró. Baldur og Sólja av Skarði, Tórshavn, vunnu vinning 2, ein Beko- dustsúgvara frá Damor. Elisabeth Rasmussen, Tórshavn, vann vinning 3, leskiligt jólaborð fyri 2 við kaffi frá Hotel Hafnia. 2.ð ynskir teimum til lukku og takkar hjartaliga øllum, sum luttóku og gjørdu kappingina so spennandi. 2.ð takkar eisini Atlantic Airways, Damor og Hotel Hafnia fyri dyggan stuðul. Royn teg í rokning Sí myndina til høgru Henda rokniuppgáva varð gjørd á skúlanum í sam- bandi við tippingina: 1) Tú skalt velja 13 bý- ráðslimir ímillum tey 76 valevnini. Hvussu nógvar val- møguleikar hevur tú? 2) Tá ið tú skalt meta um, hvørjir teir 13 komandi býráðslimirnir verða, kann tað gerast á ymsan hátt, t.d.: a) Tú heldur teg við vissu kunna nevna t.d. 10 av komandi býráðslimum, síðan skalt tú velja 3 ímill- um restina av teim 66 uppstillaðu. Hvussu nógvar val- møguleikar hevur tú tá? b) Tú heldur teg við vissu kunna siga, hvussu býtið ímillum flokkarnar verður, t.d. A: 3, B: 3, C: 3 og E: 4. Eisini heldur tú teg við vissu kunna nevna t.d. 2 av kom- andi býráðslimum úr hvørjum av hesum 4 flokkum. Hvussu nógvar val- møguleikar hevur tú tá at velja teir 5 bý- ráðslimirnar, ið eftir eru at velja? Hvør vann Tippið 13 hjá Føroya Studentaskúla? Í mesta lagi kunnu 13 krossar setast, tí 13 býráðslimir skulu veljast. Vinnararnir verða lýstir í bløðunum. 1. vinningur: Vikuskiftistúrur við Atlantic Airways til Keypmannahavnar. Drigið verður millum 13 røtt. 2. vinningur: Beko-dustsúgvari frá Damor, 1400W, virði kr. 998,-. Drigið verður millum 10 til 13 røtt. 3. vinningur: Leskiligt jólaborð fyri 2 við kaffi frá Hotel Hafnia. Drigið verður millum 10 til 13 røtt. Miðflokkurin: o Sámal í Gong o Svenhild Haraldsen o Egin Henriksen o Allan Hjaltalin o Frank Jacobsen o Charlotta á Váli Olsen o Dánjal Petersen o Jenis av Rana o Marnar á Skúr o Elin N. W. Tausen Sambandsflokkurin: o Heðin Mortensen o Høgni Mikkelsen o Beate L. Samuelsen o Annfinn Brekkstein o Bjørg Dam o Steinfinnur Mittelstein o Karina Fagralón o Bent Jákup H. Hansen o Rasmus A. Joensen o Hans Albert Hansen o Edvard Olsen o Jóhan Petur Johannesen o Bjarti Thomsen Sjálvstýrisflokkurin: o Carl August Arge o Ingeborg A. Godtfred o Jónas Johnson o Noomi S. Júliússon o Klæmint Olsen o Tórbjørn Poulsen o Øssur Simonsen o Jóhan Marni Stenberg Tjóð-veldisflokkurin: o Kári Árting o Jógvan Arge o Tórhallur Áslaksson o Laufey Blaasvær o Martin Dam o Hildur Eyðunsdóttir o Marin Katrina Frýdal o Leivur Hansen o Maud Wang Hansen o Marianna Heinesen o Ísak N. Jacobsen o Georg Kjærbo o Rubæk Lilaa o Johan Mortensen o Birgir Sondum Javnaðarflokkurin: o Poula Apol o Katrin Dahl Jakobsen o Bjørg Joensen o Gunnvør Joensen o Elin Lindenskov o Meta C. Palle o Anna Maria Persson o Jan Poulsen o Halla Samuelsen o Hans Jákup Simonsen o Torfinn Smith o Chr.Robert Vilhelmsen o Jói Winther F lkaflokkurin: o Jan Christiansen o Inga Dahl o Tommy N s Djurhuus o Maria Dul o Tummas Gar i o Erna H berg o Hj¿rleif Hjaltalin o Vagnur Johannesen o Eyfinn Lenvig o Heini Magnussen o Bjarti Mohr o Terji Nielsen o Annika Olsen o Sj r ur Olsen o P ll Petersen o J gvan Thomsen o Egon flregaard Tippaði 13! Royn teg í rokning! Rokna nú fyrst! Kanna so eftir á síðu 39, um tú hevur úrslitið rætt Lesið meira á næstu síðu C M Y K 21 20