týsdagur 16. november 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 16. november 2004
23
Hóast áhugin neyvan
verður so stórur sum
í 1. útbjóðing fyri fýra
árum síðani, so er
hugsandi, at eini 7 til
9 oljufeløg fara at lata
umsóknir inn. Alt
bendir á, at Statoil,
ChevronTexaco og
Dong verða nýggju
lokomotivini á land-
grunninum
OLJULEITING
ANALYSA
Jan Müller
Mikudagin 17. november er
seinasti møguleiki at lata
inn umsóknir til at leita
eftir olju við Føroyar, til 2.
rundu. Torført fyri ikki at
siga ómøguligt er at fáa
nakað at vita, hvørji feløg
fara at søkja, men tað
skilst, at fleiri feløg fara at
søkja og fara vit at síggja
hesi feløgini í Havnini
komandi dagarnar. Hotell-
ini í býuum hava fingið
fleiri bíleggingar frá nógv-
um ymsum oljufeløgum.
Sosialurin hevur sett seg í
sambandi við fleiri av fe-
løgunum og Oljufyrisit-
ingina, men eingin vil siga
nakað. Út frá leysatíðind-
um og metingum ber kort-
ini til at gera sær eina mynd
av útbjóðingini. Lat okkum
royna og koyra vit olju-
feløgini og áhuga teirra fyri
aðru rundu í tríggjar bólkar.
Fyrsti bólkur eru tey fe-
løgini, sum longu hava
boðað frá, at tey fara at
søkja ella umhugsa tað
alvorliga. Hesi eru: Statoil,
ChevronTexaco,
Føroya
Kolvetni, Atlants Kolvetni,
Dong og Geysir.
Annar bólkur eru feløg,
sum ikki hava úttalað seg
men sum kunnu hugsast at
søkja, nú tey eru her
frammanundan, og nú tað
ikki er nakað krav at binda
seg til at bora brunn. Hesi
eru: Shell og Anadarco.
Triði bólkur eru so tey
feløg, sum beinleiðis hava
úttalað seg um, at tey fara
ikki at søkja ella feløg, sum
als ikki hava gjørt vart við
seg ella sum hava verið
ivandi: Hesi feløg eru: BP,
ENI, Amerada Hess og BG.
So er eisini spurning-
urin, hvørji nýggj feløg
kunnu hugsast at søkja:
Hesi eru: OMV, Total og
ExonMobil.
Hvat kunnu so hesir upp-
lýsingar og metingar brúk-
ast til!
Eftir okkara metan fara
eini 7 til 9 feløg at vera við
í útbjóðingini. Hesi eru:
Statoil,
ChevronTexaco,
Dong, Shell, Føroya Kol-
vetni,
Atlantskolvetni,
Geysir, OMV og møguliga
Anadarco.
Neyvan fara øll hesi fe-
løg at bjóða saman. Heldur
er hugsandi, at tey fara at
bjóða í ymsum samtøkum.
Í hesum sambandi er rætt at
hyggja eftir, hvørji feløg
vóru við í 1. rundu, hvørji
buðu saman og síðani
hvørji feløg eru virkin
hinumegin
markið
og
hvørji buðu í seinastu
bretsku runduni, hvør sær
og saman.
Vit halda tað vera rætti-
liga sannlíkt, at tað fara at
koma inn einar 5 til 8 um-
sóknir frá 7 til 9 feløgum.
Hetta er væl minni enn til
1. rundu, men eisini náttúr-
ligt, nú einki fund er gjørt.
Økini, sum umsóknirnar
fara at snúgva seg um, eru
tey norðarlaga á landgrunn-
inum. Tvs. væl norðan fyri
sokallaða Gullhornið, har
flestu ella øll loyvini vórðu
latin í 1. rundu. Eisini kann
hugsast, at onkur feløg
hava søkt um teigar heilt
har suðuri. Orsøkin til at
vita peika á økini longur
norðari á landgrunninum er
tann, at trupulleikin í Gull-
horninum og sum eisini
varð staðfest av Bpstjóra í
Norðurlandahúsinum fyrr í
ár, er tann,at tað tykist sum
um, at eingin kappi ella tak
er í møguligum olju-
goymslum. Tvs. at oljan er
guvað ella runnin burtur.
Metingarnar eru nú, at slík-
ir kappar ella tak eru meira
sannlik í strukturum longur
norðari. Hetta hava serfrøð-
ingarnir hjá Oljufyrisiting-
ini eisini gjørt sær stóran
ómak at kanna og kunn-
gera. Eitt nú boðaði Olju-
fyristingin frá á fundi á
ONS
oljuráðstevnuni
í
Noregi herfyri, at sannlíkt
var, at góðar og stórar olju-
og gassgoymslur vórðu
longur norðuri á land-
grunninum og her varð
eisini mett, at keldurnar
kunnu vera risastórar og var
samanbering
gjørd
við
risastóra
Clairfeltið
í
bretskum øki.
Hyggja vit so aftur eftir
2. rundu og áhuganum fyri
henni, so er væl hugsandi
er, at feløgini, sum eru við í
loyvunum
hinumegin
markið, har fund eftir øll-
um at døma eru gjørd, eis-
ini fara at søkja hesumegin
markið, saman og hvør sær.
Tí kann roknast við, at eitt
felag sum OMV, sum ikki
hevur verið á okkara øki
fyrr, men sum er við í loyv-
unum hinumegin markið,
eisini verður við í 2. út-
bjóðing. Tvs. at vit fara
kanska at síggja Statoil,
ChevronTexaco, Dong og
OMV í umsóknunum. Eis-
ini fara vit helst at síggja
Føroya Kolvetni í hesum
umsóknum so ella so, út frá
tí sannroynd, at felagið er
so virkið á bretska land-
grunninum og fekk sera
nógvar teigar í bretsku út-
bjóðingini. So er spurning-
urin, hvat feløg sum Shell,
Geysir, Atlants Kolvetni og
Anadarco gera. Geysir, sum
er mannað við fyrrverandi
Sagafólki, hevur víst stóran
áhuga fyri økjum longur
norðari og inni á land-
grunninum.
Spennandi
verður at síggja, hvørjar
teigar felagið fer at søkja
um og saman við hvørjum.
Vit hava hoyrt lítið til okk-
ara egna Atlants Kolvetni.
Kann hugsast,, at gamli
kenningur Saga, nú Geysir,
hevur bygt brýr til føroyska
oljufelagið?
Øll bíða vit spent til
mikudagin, tá oljumálaráð-
harrin Bjarni Djurholm,
vónandi fer at kunngera
áhugan fyri 2. útbjóðing. At
dylja tað sum mansmorð
kann neyvan tæna nøkrum,
tí bíða vit eftir komandi út-
melding frá Oljufyrisiting-
ini.
Sum skilst fer Oljufyri-
sitingin at arbeiða skjótt og
væl við umsókunum, so-
leiðis at loyvini kunnu
latast í janaur. Dagurin 18.
januar hevur verið nevndur
sum dagurin, tá loyvini
verða latin.
Fleiri oljufeløg við í 2. útbjóðing
Sjúrður Olsen
Býráðslimur
Fyrst vil eg ynskja øllum
tilukku við valinum, eisini
Heðini Mortensen.
Og eina serliga tøkk til
tykkum 506 í stuðlaði meg
persónliga á valinum.
Verandi samgonga vann
valið, ongin yvi um tað.Vit
fingu ongantíð møguleika
at skipa okkum tí Heðin
Mortensen stakk bæði okk-
um og allar okkara veljarir í
ryggin fyri egnan vinning,
Heðin ætlaði ongantíð at
skipa samgongu við okk-
um, tí áðrenn fundin hevði
hann longu gjørt avtalu við
Jógvan Arge um at hann
skuldi gerast borgarstjóri.
Kl 00:45 valnáttina møtt-
ust Heðin, Høgni, Beata,
Jan, Bjarti, Annika og eg
sjálvur niðri á býráðnum.
Har bleiv avrátt beinan-
vegin at taka Javnaðar-
flokkin uppí samgonguna,
fyri at fáa eina breiða og
sterka
samgongu,
men
Heðin vildi fyrst sleppa at
umráða hettar við flokkin
hjá sær. Tað hildu vit vera
fair nokk, og vit skrivaðu
øll undir samgonguskjal og
tóku í hondina á hvørjum
ørðumog avtalaðu at møtast
aftur seinrapartin kl 15:00
saman við Javnaðarflokk-
inum. Hvat Heðin gjørdi
beint aftaná vita øll.
Ein kann siga aftaná, at
vit vóru naiv. Tað haldi eg
ikki vit vóru. Um tú skal
ganga runt og mistrúgva
fólki so ringt, verður ikki
livandi. Eingin annar enn
Heðin Mortensen hevði
kunna funni uppá slìkt.
Nú roynir Heðin at geva
Høgna skylduna fyri at
hava
gjørt
avtalu
við
fólkaflokkin áðrenn valið.
Hetta er eisini lygn. Tað var
Heðin Mortensen sjálvur,
sum kallaði Sambands-
flokkin og Fólkaflokkin
saman til fund at gera
valbólk. Á tí fundinum
avtalaðu vit, at um vit fingu
meirluta á valinum,skuldi
størsti
flokkurin
hava
borgarstjóran og skuldu vit
møtast á Býráðnum val-
kvøldið og soleiðis bleiv
eisini gjørt.
Annars má sigast at ver-
andi
samgonga
hevur
fingið nógv á skafti á øllum
økjum, persónssamanset-
ingin hevur veri perfekt. Vit
hava staðið saman, bæði í
við- og mótvindi. Eg vil
eisini takka tykkum fyri 4
góð og lærurík ár.
Valið 2004.
Tjóðveldi gjørdi eitt brand-
val. Tilukku við tí. Kortini
óskiljandi, at tjóveldis-
flokkurin skuldi fáa slíkt
rimmarval, tí tey hava sitið
og grenja, og als ikki ført
nakran konstruktivan poli-
tikk, kortini vera tey borin
innaftur. Ruddingardagur,
gjøgnumskygni, opinleiki
og mangt anna vóru slag-
orðini hjá Tjóveldisflokk-
inum, og so valdi tey Heðin
Mortensen til borgarstjóra.
Slíkt vísur enn einaferð, at
tað eru bara orð og ongin
ryggur í hasum fólkinum.
Sambandsflokkurin
gjørdi eitt minni gott val.
Grundin er einføld, teir
gloymdi øll hini valevnini,
so at bara Heðini var at
síggja á hvørjum pela og
´hvørjum garði. At maðurin
hevur bæði verði varaborg-
arstjóri, formaður í Byggi
og býarskipanarnevndini
umframt Mentamálanevnd-
ini átti at gjørt, at skuldi
fingi minst 1200 stemmur.
Aftur har hava hini skyld-
una fyri eitt vánaligt sam-
bandsval, sigur Heðin uttan
hann sjálvur, sum bara
hevur profilerað seg sjálvan
og ikki flokkin til valið.
Javnaðarflokkurin gjørdi
eitt betri val enn nakar
hevði vænta, aftaná alt
rokið
í
flokkinum.Vit
gjørdu eitt gott samgongu-
skjal náttuna eftir vali sam-
an við Javnaðarflokkinum,
sum Katrin og Elin vóru
nógv glaðari fyri, enn tað
tær høvdu gjørt við Tjóð-
veldi
og
Heðin.
Men
nevndin í felaðnum havnaði
hesum. Eg kundi spurt
Bergur Dam um tað er
hann, sum er fólkavaldur ?
Hevur hettar naka við
demokrati at gera.
Við
hesum
havi
eg
kanska fingi luft fyri tí
stóra skuffilsi okkum hevur
verði fyri. Tað einasta vit
nú kunnu gera er, at vit gera
eina breiða samgongu har
allir flokkarnir eru við, og
at vit tildømis velja Jógvan
ella Leivur til borgarstjóra.
Tí vit kunnu ikki velja
slíkan ryggleysan orðloys-
ing sum Heðin Mortensen
til borgarstjóra í Høvuðs-
staðnum.Til Heðin er at
siga, at tað sum farið er
fram, einki hevur við jura at
gera, men heldur, hvar
moralska marki hjá tær er,
ella um tu hevur nakran
moral yvirhøvur.
Verandi samgonga vann valið
VIÐMERKINGAR
23
22
Nr. 219 - 16. november 2004
C
M
Y
K
22
Kappingin var henda:
"Ítøkiligur býráðs-
politikkur
Havnarmaðurin við
kollfirðingin: Hvat er títt
hægsta ynski, at nýggja
býráðið skal fremja?
Kollfirðingurin: At Kolla-
fjørður verður vetrarfrið-
aður.
Havnarmaðurin: Hvat er
tað, at vetrarfriða Kolla-
fjørð? Meinar tú, at ongin
haruskjóting skal verða í
Kollafirði um veturin?
Her eru nøkur av svarun-
um, fólk í Havn góvu, tá tey
vórðu spurd.
Tað er at...
- eingin skal kunna koyra
ígjøgnum Kollafjørð um
veturin
- eingin skal vitja Koll-
firðingar um veturin
- eingin skal ganga í hag-
anum í Kollafirði um vet-
urin
- kollfirðingar skulu sleppa
at búgva í frið í Kollafirði
um veturin eisini
- eingin haruskjóting í
Kollafirði um veturin
- kollfirðingar flyta úr
Kollafirði um veturin, so
bøurin kann fáa frið
- ongar politiskar broyting-
ar verða í Kollafirði um
veturin
- ongin úr øðrum bygdum
sleppa til Kollafjarðar um
veturin
- grundstykki ikki kunnu
keypast í Kollafirði um vet-
urin
- ikki er loyvt at koyra skjótt
gjøgnum Kollafjørð um
veturin
- næmingar úr Kollafirði
fáa frí um veturin
- salt og sandur skal ikki
koyrast á brekkurnar í
Kollafirði, tí har skreiða
børnini
- eingin skal ferðast til
Kollafjarðar um veturin
- ikki er loyvt at byggja
kavamenn í Kollafirði
- eingi skip skulu sleppa inn
á Kollafjørð um veturin
- eingin turistar skulu
sleppa til Kollafjarðar á
vetri
- fólk kunnu einans koyra á
sletu í Kollafirði um veturin
- Kollafjørður verður loyst-
ur frá Havnini um veturin
- Kollafjørður skal gerast
til eitt nátúrureservat um
veturin, so at vísindamenn
kunnu koma til Kollafjarð-
ar at kanna eitt løgið
fólkaslag, soleiðis kann
Kollafjørður gerast ein av
leiðandi miðdeplunum inn-
anfyri gengransking og
tílíkt
- eitt stórt drívhús skal
byggjast, soleiðis at koll-
firðingar sleppa undan tí
kalda vetrarveðrinum
- øll sum búgva í Kollafirði
flyta til Havnar um veturin
- ikki er loyvt at ala laks á
Kollafirði um veturin
- kollfirðingar skulu sleppa
frá at arbeiða um veturin
- eingin kavarudding verð-
ur í Kollafirði um veturin
- øll í Kollafirði skulu í
"hi"(vetrarsvøvn) um vetur-
in
- kollfirðingar fáa frið fyri
politikkarum um veturin
- klokkan skal ikki flytast í
Kollafirði um veturin
- ongin protokollføring
verður í skúlanum í Kolla-
firði um veturin
- tað bara er loyvt at byggja
kavamenn í Kollafirði um
veturin
- Kollafjørður skal steingj-
ast av um veturin - eins og
ein vetrarfriðarstaður
- kollfirðingar skulu sleppa
at sova í friði um morgunin
um veturin
- alt arbeiði í Kollafirði
skal stegða um veturin
- allir bilistar parkera bilin
og ganga ígjøgnum Kolla-
fjørð um veturin
- náttarfriður skal verða í
Kollafirði um veturin
- kollfirðingar skulu halda
frí um veturin
- kollfirðingar verða fluttir
til Suðuroyar um veturin
- vegirnir í Kollafirði ong-
antíð eru hálir av frosti um
veturin
- havnarfólk ikki sleppa til
Kollafjarðar um veturin
Hvat heldur tú?
Vinningurin var lambskrov
úr Kollafirði frá Rólvi
Djurhuus, bónda."
Rætta svarið er: At friða
bøin í Kollafirði fyri seyði
um veturin.
24 sendu rætt svar inn.
Skrivstovukvinnan Anna
Djurhuus skipaði fyri drátt-
inum og rektarin Mads
Winther dró aftur.
Trygvi Thomsen, Sand-
vík vann og fekk eitt leski-
ligt ræst, føroyskt lambs-
krov frá Rólvi Djurhuus,
bónda í Kollafirði.
2.ð ynskir Fróða tillukku
og
takkar
øllum,
sum
hjálptu til at vetrarfriða
Kollafjørð á lógligan hátt.
Samstundis takkar 2.ð Rólvi
Djurhuus, bónda, sum bein-
anvegin so dyggiliga fegin
vildi stuðla kappingini.
Stóra tøkk
2.ð á Føroya
Studentaskúla
Hvør vann skemtiligu kappingina
um at vetrarfriða Kollafjørð?