Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 16. november 2004 25 Ungu kollfirðingarnir hugsaðu bæði meira, betri og skjótari enn hoyvíkingarnir, sum við óvæntaða tapinum mistu týðandi fet í oddastríðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tann klóki lumpar tann minni klóka. Soleiðis søgdu Grimm-brøðurnir í einum av fablum sínum, og tað er eisini ein veruleiki, sum ofta er staðfestur í ítróttarhøpi. Seinasta dømi um hetta var sunnudagin, tá oddaliðið, H71, tók móti, sum fyri tað mesta hevur riðið hampuliga lágt higar- til í kappingarárinum. Óklókir hoyvíkingar Í øllum førum kann stað- festast, at tað var ikki so øgiliga klókt hjá hoyvík- ingunum at taka nakað lætt upp á uppgávuna. Ivaleyst hevur tað verið ótilvitað, at so varð, men tað hevur ferð eftir ferð verið prógvað, at hetta sjáldan lønar seg. Og svarið frá kollfirðing- um kom eisini alt fyri eitt. So skjótt, sum dysturin byrjaði, togaðu kollfirðing- arnir seg avstað, og tó at H71 royndi, so gekst illa at fáa fatur á mótstøðuni aftur. Ikki minst, tí KÍF veruliga hevði sett sær fyri at taka av møguleikanum, tá hesin beyðst. Við verjuspæli, sum eina- mest hevði til endamáls at halda stóru skjúttunum hjá H71 í góðari fjarstøðu, eydnaðist teimum á fyri- myndarligan hátt at avmarka hesa hóttanina hjá vert- unum, og tá hoyvíkingar hvørki høvdu hugflog ella evni til at spæla tunt, ella til at skapa nakrar yvirgongdir, kundu kollfirðingarnir so- leiðis alla tíðina halda mót- støðuni í skák. Størsti spurn- ingurin í so máta tóktist vera, hvørt KÍF kundi spæla allan dystin við verjuni so- mikið langt úti. Ein lítla løtu eftir steðgin tóktist tó, sum komu hoy- víkingarnir aftur. Ivaleyst høvdu teir nýtt steðgin til at tosa um tingini. Sletta nak- að av køldum vatni í blóðið og annars semjast um, at enn kundi dysturin vinnast. Og hetta sá eisini út til at halda. Roynt varð nakrar ferðir at spæla tunt, og hetta førdi skjótt við sær, at verjan hjá KÍF noyddist nakað longur inn, soleiðis at hon nú gjørdist ein 5-1. Við altíð stríðsfúsna Jóan Paula Olsen sum eittara, gjørdi hetta tó ikki uppgáv- una stórt lættari hjá H71. Og so hoyrir tað eisini við til søguna, at hoyvík- ingarnir enn einaferð full- komuliga megnaðu at missa høvdið. Hetta longu tá einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Teir høvdu annars vunnið KÍF aftur, og fleiri ferðir stóð á jøvnum á talvuni. Men tað var, sum um rapaði korthúsið, tá KÍF skeyt seg upp á 22-20. Hoyvíkingarnir royndu framvegis at stríðast, men eftir hetta komu teir ongantíð veruliga í nánd av mótstøðuni. Ferð eftir ferð endaðu hálvhjartaðar royndir hjá H71 við kontra til KÍF, og so var Jóan Pauli aloftast kvikur avstað. At KÍF seinastu løtuna økti úr 29-27 í endastøðuni, 34-28, sigur helst eisini tað mesta um, at tá hevði H71 givið upp. Eitt spennandi lið Hóast tað soleiðis á ein hátt var mest sum av egnum ávum, at hoyvíkingarnir so- leiðis snávaðu, so skal einki takast frá kollfirðingum av teirri orsøk. Við seks stigum higartil hevur liðið longu nú gjørt flestu spádómum – m.a. hjá yvirritaða blaðmanni – fyri skommum. Hóast talan er um einstakar veteranar, so er sum heild talan um ein sera ungan hóp, har flestu av leikarunum tykjast vera í eini áhaldandi menning. Sjálvsagt er talan um lið- spæl, men tað slepst tó illa undan at nevna teir báðar, Regin Petersen og Gert Hansen. Regin var saman við Mirko Milenkvic arkit- ekturin handan tað mesta av tí, sum KÍF framdi, og á strikuni tykist Gert nærkast alt meira eini møguligari landsliðsúttøku. Og so eigur Jaspur Joensen, sum fyri tað nógva hevur vart KÍF-málið í ár, eisini rós. Ikki tí hann hevði so nógvar fantastiskar bjargingar, men hann dugur at standa har, sum hann skal standa, og so fekk hann fatur á nógvum, hóast tað ikki altíð sá út av so nógvum. Tað er jú eisini eitt kynstur hjá einum málverja. Hjá H71 mundi dysturin meira enn nakað undirstrik- að, at einki kemur av sær sjálvum. Tað var ein áminn- ing til leikararnar um, at verandi støðan er íkomin, tí allir hava stríðst í felag til hvørja einastu uppgávu, og at hetta framhaldandi er neyðugt, um góða støðan skal varðveitast. Samstundis slepst ikki undan at nevna, at dysturin sjónliga gav til kennar, hvussu stóran týdning Halgir Dahl Olesen hevur fyri liðið. Hesa ferð hevði hann ein reguleran off-dag, har hvørki skotstyrkin ella stríðsviljin vóru í nær nám- ind av tí, sum tað vanliga er. Og tað var kanska størsti veikleikin við avrikinum hja H71 hesaferð. H71-KÍF 28-34 (12-15): Klókir kollfirðingar H71-KÍF 28-34 (12-15) Málskjúttar H71: Henrik Gerster 12(2), Piti Negru 4, Esbern Patursson 3, Kent Failstrup 2, Høgni Joensen 2, Halgir Dahl Olesen 2, Johnny Durhuus 2, Olaf Vestergaard 1 KÍF: Jóan Pauli Olsen 7, Regin Petersen 6, Gert Hansen 6(3), Arnbjørn Hansen 5, Teitur Joensen 5, Mirko Milenkvic 3, Rógvi Weihe 2 Brotskøst: H71 2, KÍF 4 Útvísingar: H71 1, KÍF 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Kundu væl lagt eina meira avgjørda og kontanta linju. FAKTA UM DYSTIN Hóast hoyvíkingar royndu at stríðast, so eydnaðist teimum ongantíð at fáa veruligt tak á KÍF, sum á degnum var bæði betri og klókari enn H71 Fimm dagar til fyri- reiking- ar Lítla viku frammanundan verður tað greitt, hvørjir partarnir skulu vera í steypa- finaluni á Ólav- søku LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Finalan um løgmans- steypið verður fram- vegis á Ólavsøku. Hig- artil hevur tað verið so- leiðis, at í síðsta lagið fyrst í juli hevur verið greitt, hvøji tvey feløg skulu standa fyri fót- bóltsundirhaldinum Ólavsøkudag. Soleiðis verður tað ikki næsta ár. Sambært uppskoftin- um um steypakapping, sum FSF leygardagn legði fyri feløgini, so verður seinna hálvfinal- an ikki fyrrenn sunnu- dagin 24. juli ella fimm dagar undan sjálvum finaludegnum. Sum áður umrøtt so hevur FSF havt ætlanir um, at tað skal farast frá bólkaumfarinum í steypakappingini, sum tey seinastu árini hevur verið mett lítið áhuga- vert. Í staðin verður cup skipanin galdandi frá fyrsta umfarinum, sum er ásett at vera spælt 13. mars. Tá skulu átta feløg spæla um fýra pláss í áttanda parts finaluni. Áttanda parts finalan verður 20. mars ella vikuskiftið framman- undan, at fyrsta umfarið í landskappingini verður á skránni. Fjórðingsfinalurnar verða spældar Kristi Himmalferðardag ella hósdagin 5. mai. Í hálv- finalunum er ætlanin at spæla bæði á heimavølli og útivølli. Tann fyrra verður mikudagin 6. juli, og tann seinna verður sunnudagin 24. juli, og so verður tað greitt, hvørji feløg skulu fyrireika seg til final- una, sum verður á Ólav- søku. 25 Nr. 219 • týsdagur • 16. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyska uppgerðin í donsku 1. deild mill- um Fremad Amager og Frem endaði við málleysum javnleiki. Jón Rói Jacobsen var sannførandi í Frem- miðverjuni, meðan Andrew av Fløtum fekk 65 minuttir í Fremad Amager- álopinum DANSKA 1. DEILD Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Keypmannahavn: Í køldu donsku heystarluftini høvdu um 2200 áskoðarar leitað sær út í Sundby Idrætspark á Amager til dystin millum Fremad Amager og Frem sunnu- dagin klokkan 13. Fleiri føroyskir útisetar vóru eisini komnir at hyggja at føroysku uppgerðina í donsku 1. deild, og før- oysku áskoðararnir fingu loyvið at eygleiða eina upp- gerð millum fyrrverandi HB-liðfelagarnar Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Jón Rói loysti sum van- ligt uppgávu sína til fulnar í Frem miðverjuni, meðan Andrew stóð fyri einum rímiliga góðum avriki teir 65 minuttirnar, hann fekk í álopinum hjá Fremad Am- ager. Hinir báðir føroying- arnir úti á Amager, Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør, vóru ikki í hópinum og eru eftir øllum at døma á veg heim til Føroya næsta kappingarár, meðan ungi føroyski eykamálverjin í Frem, Gunnar Nielsen, enn bíðar eftir møguleikanum. Andrew drálaði Endaliga úrslitið var 0-0, og talan var ikki um nakran vælleiktan dyst. Hóast nógv álop og fleiri hálvar royndir megnaði hvørgan liðið at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnir, og á runuta grasundirlagnum tyktist torført at fáa saman- hangandi spæl í lag. Hin- vegin var talan um ein fys- iskt eyðkendan dyst við nógvum nærdystum, sum m.a. endaði við einum reyðum korti til Fremad Amager-leikaran Dennis Danry 15 minuttir fyri leiklok. Fremad Amager byrjaði best og hevði yvirvág í fyrra hálvleiki, og við før- oyskum brillum var hædd- arpunktið, tá Andrew av Fløtum gjørdist rímiliga leysur men drálaði ov leingi og fekk tí ikki skot á málið. Eitt gott mótálop, men Jón Rói og hinir í Frem-verjuni megnaðu at halda tørn. Hóast leikliga yvirvág til heimaliðið var størsti mál- møguleikin í dystinum utt- an iva, tá ein Frem áleypari einsamallur inni í fimm- teiginum skallaði bóltin framvið víðopnum máli. Frem leikararnir hildu seg hava fingið leiðsluna, og navnframi Frem venjarin Ebbe Skovdahl leikaði í á síðulinjuni. Annars vóru Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum meiri enn einaferð í hornatøkum. Tað lá væl fyri hjá Andrew at taka ímóti frá miðjuni, venda og spæla bóltin víðari, men tað gjørdist tó sjáldan vanda- mikið fyri Jón Róa og lið- felagarnar. Frem trýsti Í seinna hálvleiki kom Frem meiri inn í dystin, og í 65. minutti varð Andrew skiftur út við formsterka kappingarneytan í álopin- um, Thomas Myssing. Utt- an tær stóru skreytirnar kom landsliðsáleyparin tó hampiliga væl frá dystin- um, og sostatt var Jón Rói einsamallur føroyingur á vøllinum seinastu 25 min- uttirnar. Dysturin kundi koppað báðar vegir, og bæði liðini høvdu hvør sítt skot á stólpan. Men tá 15 minuttir vóru eftir at leika, gjørdist heimaliðið ein færri, og eftir reyða kortið royndi Frem við áhaldandi trýsti at gagnnýta yvirtalsstøðuna. Men hóast trýstið megn- aði Frem ikki at skora, og 0-0 var endaliga úrslitið millum Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Hóast Frem trýstið seinastu løtuna, var javnleikurin eitt rættvíst úrslit millum tey bæði útisetaliðini, og sum heild komu báðir føroying- arnir væl frá uppgávuni. Frem nr. 2 Nú er vetrarsteðgur í donsku 1. deild, og Jón Rói og Frem liggja á øðrum plássi við 31 stigum, fýra stig aftanfyri Johan Byrial Hansen og AC Horsens. Frem liggur sostatt til kvalifikatión um uppflyting í Superliguna. Føroyingafelagið á Amager hevur verið partur av oddastríðnum, men við ov nógvum javnleikum seinastu umførini er Frem- ad Amager nú dottið niður á eitt 7. pláss við 24 stigum. Andrew og Jón Rói býttu stigini Talan var ikki um tað stóru fótbóltsupplivingina í Sundby Idrætspark sunnudagin, tá føroyingafeløgini Fremad Amager og Frem leiktu ein málleysan javnleik Mynd: Dan Hirslund Andrew av Fløtum (nr. 7) og Jón Rói Jacobsen (uttast høgrumegin) høvdu fleiri nærdystir í føroysku uppgerðini í donsku 1. deild millum Fremad Amager og Frem. Úrslitið var ein málleysur javnleikur, og føroysku avrikini vóru sum heild góð Mynd: Dan Hirslund C M Y K 24