Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 16. november 2004 27 27 26 Nr. 219 - 16. november 2004 Talvið hesa vikuna Klaksvíkingar flúgvandi Talvið hesa vikuna er frá dystinum í seinasta viku- skiftinum millum Talv- felagið Føroyar og Skol- erne í ´Skakliguni`, sum vit vunnu 5-3. John Arni Nilssen í essinum. John Arni Nilssen (2403) — IM Karsten Rasmussen (2458) Skakligaen 2004—05 (2. umfar) 07.11.2004 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 c5 4.d5 exd5 5.cxd5 Bd6 6.Rif3 Bc7 (Ein ikki so ofta leikt byrjan. Svartur fyrireikar b7-b5 leikin) 7.Bg5 d6 8.Rid2 a6 9.a4 0—0 10.e4 Ribd7 11.Be2 Re8 12.0—0 Rb8 13.f4 Fe7 14.e5! Sterkur gjøgn- umbrotsleikur, sum danin bókstaviliga bleiv kløkkur av) 14...dxe5 15.Ric4! (Hugskotið aftanfyri e5 leikin! Hvítur hóttur d6. Ikki ber til at leika Bd6 nú, orsakað av Rie4) 15...Ff8 16.d6 Bd8 17.fxe5 b5 (17...Rixe5 18.Rixe5 Rxe5 19.Bxf6 Bxf6 20.d7 vinn- ur) 18.axb5 axb5 19.exf6 bxc4 20.Bxc4 gxf6 21.Bf4 Rxb2 22.Rf3 (Svarta kongastøðan er í sor) 22...Kh8 23.Rg3 Rie5 24.d7! Riddarin skal písk- ast aftur 24...Rixd7 25.Fc1! Rb4 26.Bh6 Fd6 Støðumynd eftir 26...Fd6 27.Bxf7 Fxg3 (Skákmát ella frúgvin. Danin valdi at stríðast á deyðsdømdu sluppini eitt sindur aftrat) 28.hxg3 Re7 29.Rid5 Rxf7 30.Rixb4 Bb7 31.Fc4 Kg8 32.Rid3 Bb6 33.Re1 Eitt talv í serklassa 1—0 Við stórsigri á tofta- monnum, hava klaks- víkingar lagt seg á odda í 1. deild TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Verandi føroyameistararnir úr Klaksvík halda fram har teir sleptu seinasta kapping- arár. Tveir góðir sigrar hava førkað teir eitt stig ovari enn kollfirðingar, sum helst eisini verða tungir at dansa við í ár. Kappingin um miðj- una tykist eisini hørð í ár. Toftamenn hava brúk fyri Jens Kristiani Hansen, um teir ætla sær at yvirliva í fremstu røð. Orsakað av arbeiðnum hjá sær, liggur ikki væl fyri hjá Jens Kristiani at telva í FM-lið- kappingini. Eyðsýndur munur Toppur og botnur hittust á Toftum sunnudagin. Útilið- ið fór heimaftur við nærum fullari last, einans hálvt stig lótu teir liggja eftir á Toft- um. Ólavur Simonsen, Finn- bjørn Vang og Tummas M. Anthoniussen vunnu sínu talv, meðan Ingolf Gaard leikti javnt móti Oddmar Andreasen á 4. borði. Heldur ikki hesaferð var klaksvíksliðið fullmannað. Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe høvdu ivaleyst styrkt liðið, men tað tykist ikki sum tann stóri tørvur er á einum full- mannaðum liði. Klaksvík- ingar hava nógv gott fólk. Hvalvíkingar reistu seg Tíverri fyri havnarmenn og kappingina sum heild, møtti triðja borð hjá Havn- ar Telvingarfelag ikki upp. Hvalvíkingar áttu tí serv- una. Kortini var tað heldur óvæntað, at hvalvíkingar vunnu 2,5 - 1,5. Finnbjørn Zachariassen megnaði at halda Martini Poulsen vekk frá konginum. Javnleikur varð úrslitið á 1. borði. Olaf Berg vann á Martin Brekká, meðan ol- ympiadutelvarin frá OL 1976 í Haifa, Kári Petersen, vann á evnaríka Helga D. Ziska! Kári telvar millum lítið og einki, men evnaríkur er fyrrverandi OL-telvarin í øllum førum. Ein kærkomin og flottur sigur til hvalvíkingar. Rógvi W. Rasmussen er á styrkilistanum og við hon- um á liðnum, kunnu teir á einum góðum degi vinna á øllum liðum. Havnarmenn koma við vissu sterkt aftur. Nullloysn í Kollafirði Toppskorarnir í júst leiktu talvolympiadu, John Rød- gaard og Hans Kristian Sim- onsen, hittust á 1. borði. Talvið endaði javnt og dyst- urin endaði somuleiðis við javnleiki. Samson Højgaard hevur, eftir sín javnleik móti klaksvíkingum í seinastu viku og nú við sigri á Eyð- álvi Johannesen á 3. borði, fingið eina góða kappingar- byrjan fyri vestmenningar. Torbjørn Thomsen reisti seg eftir tapið í seinastu viku ímóti Martini Brekká og vann hann sunnudagin á Jákup á. R. Andreasen. Kollfirðingar eru neyvan nøgdir við úrslitið, meðan vestmenningar nú hava blandað seg í medaljustríðið. Í komandi viku hittast vestmenningar og tofta- menn í Vestmanna. Hval- víkingar vitja í Klaksvík, meðan havnarmenn og kollfirðingar bresta saman í Havnini. Reki hevði svimjistevnu Árliga svimjikappingin í Leir- vík, Rekastevnan, varð hildin fríggjakvøldið og leygardagin SVIMJING tíðindaskriv Hetta var kapping fyri bólk 1, 2 og 3, sum eru svimjarar frá 6-12 ára aldur. Úti við 200 svimjarar luttóku í 34 kappingum. Yngsta bólkin, bólk 1, vann Reki, meðan Ægir var nr. 2 og Flot nr. 3. Bólk 2 vann eisini Reki, meðan VS var nr. 2 og FS nr. 3. Bólk 3 vann HS. Skeggjar var nr. 2 og Ægir nr. 3. Samlaða býtið av heiðursmerkjum varð hetta: G. S. B. 1 Havnar Svimjifelag 12 9 6 2 Reki úr Leirvík 10 4 8 3 Vágs svimjifelag 4 3 3 4 Ægir úr Klaksvík 3 7 0 5 Fuglafj. svimjifelag 3 4 7 6 Flot av Toftum 1 6 4 7 Skeggjar úr Gøtu 1 1 2 8 Tvøroyrar svimjifelag 0 0 1 Einstøku úrslitini: 50 m bringa gentur B3 1 Hildigarð Hansen, Skeggjar 0.40.8 2 Bjørg Seloy, HS 0.41.5 3 Guðrun H. Jacobsen, HS 0.42.1 50 m bringa dreingir B3 1 Høgni Miné Rasmussen, HS 0.40.8 2 Bjarni M. Petersen, Ægir 0.43.7 3 Pætur Jacobsen, HS 0.50.6 66 m blandað gentur B3 1 Bjørg Seloy, HS 0.49.4 2 Guðrun H. Jacobsen, HS 0.52.5 3 Rakul Hauritz, VS 0.53.7 66 m blandað dreingir B3 1 Høgni Miné Rasmussen, HS 0.48.7 2 Bjarni M. Petersen, Ægir 0.55.3 3 Kristian Joensen, Flot 1.01.9 50 m firvald gentur B3 1 Bjørg Seloy, HS 0.33.5 2 Hildur á Fløtti, HS 0.37.3 3 Guðrun H. Jacobsen, HS 0.37.5 50 m firvald dreingir B3 1 Høgni Miné Rasmussen, HS 0.36.8 2 Pætur Jacobsen, HS 0.41.7 2 Eli Frederiksberg, Flot 0.41.7 50 m frí gentur B3 1 Bjørg Seloy, HS 0.31.0 2 Guðrun H. Jacobsen, HS 0.31.1 3 Rakul Hauritz , VS 0.32.9 50 m frí dreingir B3 1 Høgni Miné Rasmussen, HS 0.30.2 2 Bjarni M. Petersen, Ægir 0.34.7 3 Pætur Jacobsen, HS 0.35.2 100 m rygg gentur B3 1 Bjørg Seloy, HS 1.14.7 2 Rakul Hauritz , VS 1.25.7 3 Aster Leo Thorsen, VS 1.26.2 100 m rygg dreingir B3 1 Høgni Miné Rasmussen, HS 1.18.3 2 Bjarni M. Petersen, Ægir 1.34.5 3 Pætur Jacobsen, HS 1.38.7 4x33 m frí gentur B3 1, HS 1.24.0 (Bjørg Seloy, Guðrun H. Jacobsen, Katarina Lamhauge, Hildur á Fløtti) 2 Vs Power Girls 1.29.6 (Rakul Hauritz, Aster Leo Thorsen, Heidi Joensen, Helena Strøm) 3 Flot 1.34.6 (Nelly Poulsen, Nina Davidsen, Kirstin Hansen, Katrin Jacobsen) 4x33 m frí dreingir B3 1 Hs1 1.27.2 (Sascho M. Bjartsson, Tummas Sigvardsen, Høgni Miné Rasmussen, Pætur Jacobsen) 2 Hs 2 1.44.9 (Andras Andreassen, Hanus á Tjaldrafløtti, Bjartur Reinert, Kári Skála) 3 Flot 1.45.5 (Eli Frederiksberg, Kristian Joensen, Tróndur Olsen, Rasmus Hansen) 100 m rygg gentur B2 1 Helena Strøm, VS 1.33.3 2 Astrið Foldarskarð, Flot 1.41.8 3 Gunvá Justinussen, Skeggjar 1.42.9 100 m rygg dreingir B2 1 Magnus Jákupson, HS 1.41.3 2 Benjamin Simonsen, FS 1.41.5 3 Heðin L. Olsen, Reki 1.46.5 33 m firvald gentur B2 1 Helena Strøm, VS 0.27.0 2 Poula Mohr, FS 0.27.2 3 Annika Petersen, FS 0.28.7 33 m firvald dreingir B2 1 Heðin L. Olsen, Reki 0.30.4 2 Jákup Klein Hansen, HS 0.31.2 3 Hjarnar Tórðarson, HS 0.31.6 33 m frí gentur B2 1 Helena Strøm, VS 0.23.6 2 Astrið Foldarskarð, Flot 0.24.2 3 Poula Mohr, FS 0.24.7 33 m frí dreingir B2 1 Heðin L. Olsen, Reki 0.23.0 2 Benjamin Simonsen, FS 0.23.5 3 Bergtór T. Thomsen, Reki 0.25.2 66 m blandað gentur B2 1 Helena Strøm, VS 0.59.5 2 Astrið Foldarskarð, Flot 1.03.4 3 Poula Mohr, FS 1.04.7 66 m blandað dreingir B2 1 Benjamin Simonsen, FS 1.03.4 2 Magnus Jákupson, HS 1.05.9 3 Heðin L. Olsen, Reki 1.06.4 50 m bringa gentur B2 1 Ingunn L. Olsen, Reki 0.48.1 2 Helena Strøm, VS 0.48.6 3 Annika Petersen, FS 0.50.0 50 m bringa dreingir B2 1 Benjamin Simonsen, FS 0.48.5 2 Bergtór T. Thomsen, Reki 0.56.0 3 Jóhan Heðinsson, FS 0.56.1 4x33 m frí gentur B2 1 Fs 1.45.7 (Jónfríð Hansen, Marta Thomsen, Poula Mohr, Annika Petersen) 2 Reki 1.49.0 (Ester Justinussen, Renata Jensen, Ingunn Olsen, Ruth Poulsen) 3 Flot 1.56.2 (Jórunn Hansen, Birita Debes, Aimée Jacobsen, Astrid Foldarskarð) 4x33 m frí dreingir B2 1 Reki 1.42.3 (Gunnar Vatnhamar, Bergtór T. Thomsen, Kristjan Berg, Heðin L. Olsen) 2 Hs1 1.45.5 (Eindri Tróndarson, Hjarnar Tórðarsson, Jákup K. Hansen, Magnus Jákupsson) 3 Fs 1.59.8 (Jóhan Heðinsson, Baldur Djurhuus, Eyð- stein Cornet, Benjamin Simonsen) 50 m bringa gentur B1 1 Turið Christiansen, Reki 0.52.0 2 Óluva Jacobsen, Reki 0.59.9 3 Eva Petersen, Skeggjar 1.01.4 50 m bringa dreingir B1 1 Hákun Edmundson, Flot 0.56.0 2 Alvi Hjelm, Ægir 0.58.1 3 Hans Jákup Fuglø, Reki 1.19.2 16 m rygg gentur B1 1 Turið Christiansen, Reki 0.14.6 2 Jóhanna Egholm, FS 0.15.83 3 Óluva Jacobsen, Reki 0.16.9 16 m rygg dreingir B1 1 Alvi Hjelm, Ægir 0.15.5 2 Hákun Edmundson, Flot 0.17.8 3 Hans Jákup Fuglø, Reki 0.17.9 16 m frí gentur B1 1 Turið Christiansen, Reki 0.11.4 2 Eva Petersen, Skeggjar 0.12.0 3 Eva Trúgvadóttir, Reki 0.12.7 16 m frí dreingir B1 1 Alvi Hjelm, Ægir 0.11.9 2 Hákun Edmundson, Flot 0.12.4 3 Hans Jákup Fuglø, Reki 0.13.2 100 m rygg gentur B1 1 Turið Christiansen, Reki 1.58.6 2 Eva Trúgvadóttir, Reki 2.19.7 3 Erna Katrin Olsen, TS 2.37.9 100 m rygg dreingir B1 1 Alvi Hjelm, Ægir 1.52.2 4x33 m frí gentur B1 1 Reki 2.21.1 (Eva Trúgvadóttir, Jonna Thomsen, Óluva Jacobsen, Turið Christiansen) 2 Ægir 2.35.1 (Cecilia Eysturdal, Gunn Joensen, Tina Joensen, Katrina Akursmørk) 3 Fs1 3.09.2 (Bjørk á Tórgarði, Kirstin Toftegaard, Jastrid Toftegaard, Jóhanna Egholm) 4x33 m frí dreingir B1 1 Reki 2.30.5 (Karlamagnus Olsen, Jákup V. Olsen, Tóki L. Olsen, Hans Jákup Fuglø) 2 Ægir 2.45.5 (Gunnar Staksá, Dann Akursmørk, Jákup Eysturdal, Alvi Hjelm) C M Y K 26 Fleiri dystir og minni frítíð Nýggja kappingar- skipanin ber við sær, at tað ikki fer at bera til at halda summarfrí hjá spælarunum, og at helmingurin av fel- øgunum fer at spæla eina ferð fleiri á heimavølli enn hin helmingurin NÝGGJUR LEISTUR Jóannes Hansen Fótbóltsfundurin leygar- dagin samtykti einki. Tað var heldur ikki ætlað, at nakrar viðtøkur skuldu verða gjørdar, tí fundur av hesum slagnum hava onga heimild. Men hóast eingin sam- tykt varð gjørd, so er tað eftir fundin greitt, at lands- kappingin í bestu deildini næsta ár verður 50 prosent størri, enn hon hevur verið, og at tað fer at verða telvast í landskappingini í einar 6- 7 vikur meiri, enn tað hig- artil hevur verið. Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini, legði uppskotið um broytingar fyri eftirmetingarfundin, sum leygardagin var í FSF húsinum. Málið var aftast í røðini av fleiri málum. Onkur mál, sum vóru á skránni tíðliga á fundinum, og sum kanska ikki høvdu so stóran týdning, sum hetta málið hevði, høvdu fingið í so drúgva viðgerð, so tað vóru ikki stundir til serliga viðgerð av spurn- inginum um longdina av kappingini. Heldur var talan um kunning, sum tað ikki vóru serligar stundir at venda og snara. Men kort- ini vóru greiðar ábendingar um, at feløgini eru við uppá, at tað skal spælast meiri í landskappingini, og at steypakappingin ikki skal fylla so nógv, sum hon hevur gjørt seinastu tíggju árini. Næsta kappingarár verð- ur royndarár, og so verður um eitt ár aftur mett um, hvussu nýggja skipanin hilnaðist. Sjey mánaðir FSF ynskir, og feløgini tykjast taka undir við, at landskappingin skal fevna um 27 umfør. Fyrsta um- farið skal spælast 2. páska- dag, sum næsta ár verður 28. mars, og síðsta umfarið skal vera síðsta vikuskiftið í oktober ella neyvari sunnudagin 23. oktober. Uppskotið um fleiri dyst- ir og longri landskapping fevnir bert um bestu deild- ina. Í hinum deildunum fer at verða spælt, sum tað hig- artil hevur verið ella átjan umfør. Ætlanin er, at fót- bóltsárið skal verða heilt liðugt síðsta vikuskiftið í oktober. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá skulu síðstu upp- og niðurflyting- ardystirnir avgreiðast. Í ár var fyrsta umfarið í landskappingini 25. apríl, og átjanda og síðsta um- farið varð spælt 2. oktober. Tá summarsteðgurin verður lagdur afturat ber nýggja skipanin við sær, at landskappingin í bestu deildini næsta ár fer at vera 6-7 vikur longri, enn hon higartil hevur verið. Nýggja skipanin, sum eitt nú ber við sær, at summar- steðgurin verður strikaður, fer at kennast aftur hjá spælarunum á tann hátt, at tað fer ikki at bera til hjá teimum at seta tíð av til summarfrítíð saman við familju og vinum, uttan at tað fer at hava við sær, at teir ikki verða tøkir til eitt ella fleiri umfør í lands- kappingini. Heimavøllurin Eftir fundin leygardagin er tað upp til kappingarnevnd- ina hjá FSF at leggja til rættis, hvussu tey 27 um- førini skulu skipast og leggjast til rættis. Leisturin, sum hevur verið íblástur til nýggja uppskotið, er danska kappingin, og í FSF fara teir eisini í framhald- andi arbeiðnum við at leggja til rættis, at hava donsku kappingina framm- arlaga í huganum. Nýggja skipanin ber við sær, at helmingurin av fel- øgunum fer at fáa ein heimadyst fleiri enn hin helmingurin. Tað eru fleiri møguleikar at finna fram til, hvussu tað skal finnast fram til hetta, men tað tyk- ist kortini vera breið semja um, at tað besta er, at tað longu undan kappingar- byrjan verður greitt, hvussu tað skal spælast í øllum 27 umførunum. Ein møguleiki hevði ver- ið, at støðan eftir fyrsta triðingin av kappingini varð avgerandi fyri, hvør skuldi eiga heimavøll í restini av kappingini. Hin møguleikin – og hann er tann meiri sannlíki – er, at endastøðan undanfarna kappingarárið ger av, hvussu tað skal verða við heimavøllinum. Tað vil siga, at tey fimm feløgini í ovara enda síðsta kappingarár skulu eiga ein heimadyst fleiri í part næsta ár enn hini feløgini. Um hetta verður leisturin, so fer tað at bera við sær, at tey feløgini, sum higartil einki hava havt at spæla um, tí tey hvørki hava havt møguleika at gerast meist- arar ella at koma í niður- flytingarvanda, nú fara at hava meiri at stríðast um heilt til endan á kappingini. Talan verður ikki bara um ítróttarligan fyrimun av heimavøllinum, men eisini um fíggjarligan fyrimun, tí í uppskotinum hjá FSF verður lagt upp til, at tað framvegis skal verða so- leiðis, at heimaliðið skal eiga inntøkurnar. Uppskotið um fleiri dystir og longri landskapping fevnir bert um bestu deildina. Í hinum deildunum fer at verða spælt, sum tað higartil hevur verið Møguleikarnir fyri at sjónvarpa landskapp- ingardystir eru betri nú, enn teir higartil hava verið INNTØKUMØGU- LEIKAR Jóannes Hansen Pengar skulu til, og tað er stríggið at fáa inntøkur til vega. Hetta eru veruleikar, sum øll tey, ið hava ábyrgd í ítróttarfeløgum og ikki minst fótbóltsfeløgum, eru greið yvir og arbeiða út frá. Á fundinum leygardagin vórðu tveir møguleikar nevndir, sum í framtíðini kunnu fara at bera størri inntøkur til føroyskan fót- bólt við sær. Annar møguleikin er, at landskappingin skal seljast til ein høvuðsstuðul, og hin er beinleiðis sjónvarping frá landskappingardystum. Í Danmark eitur landskapp- ingin í bestu deildini SAS ligan. Í Noregi eitur hon Tippeligan, og í Íslandi eitur hon Landssimadeild- in. Hondbóltskappingin er fyri stuttum seld til SunSet og Atlantsflog, og nú verður hugsað um at selja landskappingina. Tað hevur áður verið tosað um henda møguleik- an, men hann er ongantíð vorðin til veruleika. Á fundinum leygardagin vísti Óli Holm, formaður í FSF, á møguleikan, sum tað verður hugsað um í FSF. Hann nevndi einki um, at FSF er í samráðingum við møguligan stuðul. Sjónvarpingin Í sjónvarpinum er so nógv av fótbólti at síggja, sum tað ongantíð áður hevur verið. Higartil hevur tað burtursæð frá landsdystum ikki verið møguleiki fyri at síggja føroyskar dystir. Nú er møguleiki fyri hesum. FSF hevur sjónvarpssátt- mála við Sport-Five, og hetta felagið hevur bjóðað FSF útgerð at taka dystir- nar upp við. FSF er áhugað í til- boðnum. Enn er einki avgjørt, men møguleikin verður snaraður, at tað skal sjónvarpast frá einum dysti í hvørjum umfari. Eingin ivi er um, at áhugin fyri at lýsa kring vøllin fer at økjast, tá ið meiri verður at síggja frá fótbóltsvøllunum í sjón- varpinum. Hetta fer so aftur at hava við sær, at møgu- leikarnir fyri størri inntøk- um hjá feløgunum fara at økjast, og tí er ikki at undr- ast á, at feløgini vísa møgu- leikanum fyri beinleiðis sjónvarping stóran áhuga. Landskappingin er til sølu Ungling- arnir á skrivara borðið FSF harmast um tog anina um smá- dreingirnar, men í Fótbóltssambandin um halda teir seg ikki hava gjørt nak- að, sum ikki er sambært áseting- unum YNGRU DEILDIRNAR Jóannes Hansen Eftirmetingarfundurin fyri yngru deildirnar hevur ikki enn verið. Men á fundinum leygar- dagin vóru tvey mál havd frammi, sum hava við yngru deildirnar at gera. Málini vórðu við- gjørd tíðliga á fundinum, og tá ið havt verður í huga, at nógv stór mál vóru á skránni, so kann ikki annað enn staðfest- ast, at hesir spurningar- nir fingu lutfalsliga drúgva viðgerð. Magnus á Stongum, nevndarlimur í FSF, sum í ár var venjari hjá ung- lingaliðnum hjá EB/- Streymi, sum endaði við at vinna FM heitið, vil hava ásetingarnar kring unglingarnar broyttar, soleiðis at ein árgangur eyka sleppur at spæla við. Serliga hjá smáu fel- øgunum er tað tungt at manna lið. Tað hevði verið lættari, um aldurs- markið varð flutt eitt ár. Spurningurin varð eitt sindur viðgjørdur, og síðani varð málið beint til FSF at arbeiða víðari við. Í smádreingjadeildini vóru teir í NSÌ ikki nøgdir við, at stigini, sum teir høvdu vunnið sær sum vinnarar av grundspælinum, vórðu tikin frá teimum, tá ið teir kappaðust um FM heitið við KÍ, sum ikki hevði verið í meistara- bólkinum í grundspæl- inum. FSF umboðini vístu til ásetingarnar, sum vórðu gjørdar í 2002, og sum ikki síðani tá hava verið broyttar. FSF umboðini harmaðust um, at eitt sindur av skúman hevði verið kring FM heitið í smádreingjadeildini, men tey hildu fast við, at tað var farið fram, sum ásetingarnar siga, at tað átti at verið farið fram.