týsdagur 24. juli 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
TØKK
Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum vóru við til at
gera mín 90-ára føðingardag ógloymandi.
Takk tit, sum hátíðarhildu dagin saman við mær og
fyri gávur og heilsanir og alla hjálp.
HENNY JOENSEN
FUGLAFJØRÐUR
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu tá mamma, omma, vermamma og
systir okkara
BERGLJÓT SANDOY
f. 14.06.48, d. 10.06.18
búsitandi í Aalborg
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og
minnisgávur til Claru.
Clara, Lisbeth, Ásvør, Fróði og Gunnvá
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá ið okkara høgt elskaða kona, mamma,
vermóðir og omma so brádliga varð kallað
heim til Harran.
Christina Ólavsdóttir Joensen
f.05.05.51 d.11.03.18
Tøkk til Magna Jacobsen fyri troystar orđ úti
á kapellinum, tøkk til Steinbjørn Jacobsen
og Jógvan við Keldu fyri orgulspæl, tøkk
til Rógva Joensen og Poul Færø fyri góđ og
uppbyggjandi orđ í Betesda, tøkk til Hanus
á Gørđum fyri, at hann tók sær so væl av
børnunum, tøkk til Óla Poulsen fyri sang og
orđ úti í grøv, tøkk til berarar og gravara,
tøkk øll tit, sum hjálpti til við ervinum, tøkk
øll hjálparfólk í Betesda, tøkk til kvartettina
í Betesda og Hans Andrias fyri góđan sang,
tøkk til hennara yndis sangara Svein í
Prestgarđi fyri, at hann kom allan tann langa
vegin úr Suđri til at vera saman viđ okkum til
hennara jarðarferð.
Tøkk øll tit, sum hjálptu til í okkara heimi,
tøkk, at tit hava boriđ okkum gjøgnum hesa
tungu tíð. Tøkk fyri allar bønir, kærkeika,
nærveru og umsorgan.
Tøkk øll tit úti á Klaksvíkar sjúkrahúsiđ,
portørar, sum av øllum alvi royndu at gera sítt
í einari ómøguligari uppgávu, nú tá iđ Harrin
hevđi kallađ hana heim.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað her á foldum.
Vegnað familjuna
Poul Jóhan, Kristian og Karstin
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi,
verpápi og abbi
Ditlev Róin
f. 24.06.1940
d. 06.03.2018
Familjunar vegna
Maria, Búgvi, Vár og Tóki við familju
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu
og hjálp, tá kæri bróðir, svágur, mammu-og
pápabeiggi og ommu-og abbabeiggi okkara
Pætur Jón Johnsson Thomsen
Fuglafjørður
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri vøkur orð í kirkjuni, við kórseting
og jarðarferð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar
og berarar. Tøkk fyri blómur og kransar og
tøkk til tykkum øll, sum gjørdu mat, bakaðu
og hjálptu til í ervinum.
Tøkk til tykkum øll sum fylgdu honum til
gravar.
Bestu heilsanir
Nina og Marin við familju
TØKK
Eina hjartans tøkk veita vit øllum tykkara, ið
hjálptu og sýndu samkenslu, tá okkara kæri
pápi, verpápi, abbi, og langabbi.
Hans Andreas Petersen
Skálabotnur
andaðist og varð jarðaður.
Takk Símun P. Jacobsen fyri góð og
troystarrík orð í Skála Kirkju
Vit takka Kirkjutænarum, sangarum, og
gravarum.
Takk til øll, ið hjálptu okkum við ervinum,
bakaðu, og kokkaðust.
Takk fyr blómur, kransar, og heilsanir
Takk øll, ið fylgdu Hans Andreas á hansara
seinastu ferð her á fold.
Familjurnar vegna
Heri, Poul, Erland, Olgar, Jóna, Maria,
Nicolina, Sunrid.
Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær
sonin og trýr á hann, skal hava
ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
Jóh..6,40
NØVN