týsdagur 24. juli 2018síða 32
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tryggingareftirlitið, ið er ein partur av Vinnustovninum, hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og
eftirlønargrunnum eftir tryggingarlógini, umframt annað uttanhýsis eftirlitsvirksemi sambært serligari
lóggávu.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, fjøltáttað starv við avbjóðandi uppgávum av stórum týdningi fyri
vinnu og borgarar. Tú kemur at hava eftirlit við solvensi og váða umframt roknskaparligt eftirlit við
feløgunum, og fevnir hetta bæði um regluligar og serligar eftirlitsuppgávur. Harumframt kemur tú at
gera búskaparligar greiningar og hagtøl, eins og tú kemur at fylgja við altjóða menningini á økinum.
Starvið er fakliga og persónliga mennandi. Vit leggja dent á at bjóða starvsfólkum okkara
viðkomandi eftirútbúgving.
Tú fært møguleika fyri at ávirka tínar arbeiðsuppgávur og fært innlit í tryggingarliga partin av
fíggjargeiranum.
Somuleiðis fært tú møguleika til, eftir tørvi, at loysa aðrar uppgávur á Vinnustovninum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
• viðkomandi búskaparliga kandidatútbúgving, t.d. cand. polit., cand. oecon ella cand.merc.aud.
• góð analytisk og støddfrøðilig evni, góð samstarvsevni og vera arbeiðssamir
• skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum
• hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt umframt at arbeiða í toymi
• hug og áræði til javnan at seta seg inn í nýggj viðurskifti
• góð evni at samskifta í skrift og talu
• royndir innan privata ella almenna fyrisiting.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Setanin fevnir
um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur
stjórnarráð.
Upplýsingar og umsókn
Tú kanst fáa meira at vita um Tryggingareftirlitið á www.tryggingareftirlitid.fo.
Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á
tlf. 21 60 20, teldupost: jt@tryggingareftirlitid.fo, ella Leivur Harryson, ráðgeva, á tlf. 55 60 26,
teldupost: lh@tryggingareftirlitid.fo.
Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:
Tryggingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til:
tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. august 2018.
Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram.
Búskaparfrøðingur
til Tryggingareftirlitið
Ert tú búskaparfrøðingur og kundi hugsað tær at arbeitt við spennandi uppgávum á Tryggingareftirlitinum?
Síðan
1938
ÓLAVSØKU-
VIÐSKERIN
...er sjálvandi frá
KJØTBÚÐINI
Viðskerin hjá KJØTBÚÐINI er at
fáa í øllum matvøruhandlum og er
partur av matskráini hjá so at siga
hvørjum húsarhaldi í Føroyum.
Matvøruframleiðsla tá hon er best
Sosialurin 341800