hósdagur 26. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Tað er løgregluni ein
gáta, hví ein bilur
fór á sjógv við gamla
Leirvíksvegin. Bilurin er
tikin upp og løgreglan
vil hoyra frá fólki, um
tey sakna nakran
Fyri fyrstu ferð í nógv ár,
verður ongin føroyskur
fótbóltur ólavsøkudag.
Tað hendir, tí B36 hevur
flutt sín dyst móti 07
Vestur, orsaka av Europa
League dystunum móti
turkiska Besiktas
Ólavur Hátún andaðist í
vikuni 87 ára gamal
Ein grind legði beinini
í Sandágerði í vikuni.
Talan var um góðar 50
hvalir.
Hanus Hansen,
reiðari, gevur
fiskivinnunýskipanini
skyldina fyri, at JFK
nú selir eitt skip,
men teir tríggir
samgonguleiðararnir
standa saman um at
afturvísa hesum. Les
meira á in.fo
Skip
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
hjúnarskilnaðir
vóru í Føroyum
í fjør
57
Fráboðað skipasølan
hjá JFK samtakinum
hevur verið til almenna
umrøðu alla vikuna.
Um orðið sigur Sprotin:
(skip.) (stórt) sjófar, vera (fara) til
skips vera (fara) við fiskiskipi; (stb.) bera
til skips bera halakukk; koma
aftur frá skipi koma heim aftur frá
fiskiskapi; sms. t.d. báta-, beina-, damm-
, dreka-, farma-, ferðamanna-, fiski-, flagg-, for-
, garna-, guvu-, handils-, hav-
, hjálpar-, kirkju-, lang-, línu-, segl-, silda-, sjó-
, systur-, verju-
The man who created
autocorrect has died.
Restaurant in peace.
Tað er flott at B36 ger tað gott
í Evropa, men eitt sindur løgið
um eingin ólavsøkudystur er í
Gundadali 29 juli.
5 – 10 m/s av landsynningi,
um kvøldið minkar hann vindin
til 2 – 6 m/s, men um náttina
veksur hann aftur til 5 – 10 m/s.
Skíggjað og mjørki, men um náttina
yvirskíggjað og regn. Hitin um
dagin millum 12 og 17 stig, og um
náttina millum 11 og 13 stig.
10 – 15 m/s av landsynningi, sum
snarar í ein sunnan og minkar
til 5 – 10 m/s. Um kvøldið aftur
10 – 15 m/s. Tað verður skiftandi
skýloft við einstøkum ælum, men
um kvøldið meira skíggjað og um
náttina regn ella æl av og á. Hitin alt
samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Vindurin veksur til 8 – 13 m/s av
landsynningi. Skíggjað og regn, men
um dagin verður sól og hitin millum
14 og 19 stig. Um náttina nakað av
regni og hitin millum 10 og 13 stig.
5-10 m/s
10-15 m/s
Skuldi nakar ivast, so skal eg minna á,
at ólavsøka er um vikuskiftið.
Tjóðarhátíð okkara er 29.juli, men í
mong ár hava vit havt ólavsøkuaftan, har
kappróður og annað fer fram.
Tveir dagar – tiknir úr gerandislívinum
– sum samansjóða okkum sum tjóð.
Politiskt verður hátíðin eisini brúkt til
at samansjóða kirkju og verðsliga valdið.
Alt gott um tað, tí hendan hátíðin
er eisini um hásummarið, tá ið nógvir
føroyingar hava summarfrí.
Men hesi seinnu árini er ólavsøkan
toygd, so hon nú er nógv meira enn
hesar báðar dagarnar. Tey sum ganga í
Havnargøtum hesar dagarnar hava lagt
til merkis, at alt er broytt.
Fyrireikingarnar eru nú so ógvusligar,
at tær ávirka gerandidagin hjá teimum
flestu í eina viku undan tjóðarhátíðini.
Ferðsluviðurskiftini eru farin av lagi og
størsta parkeringsøki í miðbýnum er
stongt, tí har skulu spølitelt og annað
setast upp.
Ája!
Onkur heldur kanska at føroyska
samfelagið vaknar aftur úr dvala á
ólavsøku, tá ið Løgtingið fer til arbeiðis
aftur, men soleiðis er veruleikin ikki.
Nústani fara nógvar fyritøkur og
stovnar í summarfrí, so í veruleikanum
nærkast vit 1.september áðrenn vanlig
ferð aftur er á í samfelagnum
Ája!
Nógv tos hevur veirð um fiskivinnu í
langa tíð. Nú byrjar makrelsesongin um
einar tríggjar vikur. Tað verður spennandi
-serliga á Tvøroyri.
Har er bygt eitt nýtt mederna virkið
eftir herviliga eldsbrunan í fjør. Virkið er
nútímansgjørt so tað kann arbeiða bæði
skjótari og betur, tá ið skipini aftur koma
við makrelinum.
Tá ið eg var smádrongur plagdu vit at
byrja at sláa á ólavsøku og ofta tók tað
einar tríggjar-fýra vikur til liðugt var at
hoyggja. Havi mangan tonkt yvir, at tað
er gott vit ikki hoyggja á sama hátt nú,
tí hoyterrin hevur verið sera vánaligur
mong tey seinastu árini.
Nú balla tey ella keypa stráfóður uttan
úr heimi.
Ájá!
Vit høvdu ómetaliga gott veður fyrr í
ár, men seinna helvt av juni og juli hava
ikki verið summarsligir. Vónina hava vit
framvegis og vóna, at Várharra lønar
okkum aftur í august og september.
Europa hevur havt eitt heitt summar.
Tað hava vit ikki, so kanska tað verður
betri í heyst.
Annars eiga vit at hugsa um, at
veðurfrøðingar í mong ár hava sagt,
at veðurlagsbroytingarnar fara
at hava við sær, at her fer at
regna meira og at stormarnir
fara at vera ógvusligari.
Alt bendir á at teir
hava rætt, men tíbetur
eru Føroyar so smáar,
at vit kanska fáa okkara
egna veðurlag millum
lágtrýstini. Hvør veit?
Vónina hava vit altíð
loyvi at hava, so tað kunnu
vit eisini hava tá ið tað snýr
seg um veðrið.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At Game of
Thrones byrjar
aftur í fyrru
helvt av
2019?
8-13 m/s