hósdagur 26. juli 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
5
ÓLAVSØKUDAG KL. 22.00
MARIUS ZISKA
DANNY & THE VEETOS
HILMAR JAN HANSEN
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
MIÐFLOKKURIN
Úr sálminum “Ljósið rann, sum lívgar gleði”.
Gudleyst fólk gav honum (Ólavi Heilaga) bana, Men tað kundi aldri ræna
Verkið, sum hann hevði bygt,
Kristi kærleiksandi brendi, Og Guðs fólk um landið kendi Kristnan rætt og
lívd og trygd.
Harra Krist! Vár vernd og verja, Enn vil verðin á oss herja, Enn er tíðin
treisk og vond,
Ver við oss á trongum vegi, Goym oss væl við tíni megi, Varðveit oss við tíni
hond.
Bernt Støylen, norskur biskupur, 1858-1931
Ólavur Heilagi
KRISTIN RÆTTUR, LÍVD OG TRYGD
Ólavsøkan er tjóðarhátíð føroyinga. Tá savnast Føroya fólk at virða og
verja tey virðir, sum okkara tjóð í øldir hevur hevjað hátt.
Miðflokkurin virkar fyri at fremja kristnan rætt, lívd og trygd. Eins og tá
vilja nøkur av við hesi týðandi virðir og broyta grundarlagið, okkara tjóð
byggir á. Enn er tíðin treisk og vond.
Kristin rættur, lívd og trygd skal vera grundarlagið undir okkara
•
fólkaræði
•
stjórnarskipan
•
rættarskipan
•
fólkaskúla
•
forsorgarlóg
•
barnavernd
•
vinnulívi
•
familjupolitikki
•
gerandisdegi
•
búskapi
Kristin rættur, lívd og trygd skal vera grundarlagið undir øllum okkara
lógarverki og øllum okkara samfelagi. Á tann hátt varðveita og menna vit
okkara góða samfelag, har øll hava sama rætt og somu møguleikar. Tá
varðveita og menna vit samfelagið fyri øll, har tey, ið ikki megna, fáa hjálp
og styrk til eitt gott lív – og har tey, ið ganga undan, fáa rúmar ræsur at
nýta sín dugnaskap til at gagna sær sjálvum og felagsskapinum.
MIÐFLOKKURIN YNSKIR ØLLUM
FØROYINGUM GÓÐA ÓLAVSØKU.