hósdagur 26. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
6
ÁRNI GREGERSEN
T
að er ein blíður og av
slappaður løgmaður, eg
hitti hendan góðveðurs
morgunin í Tinganesi.
Slipsi liggur heima, men hann
er sjálvandi væl ílætin, sjálvt um
tað formliga ikki er , sum tað er
gerandisdagar hjá landsins hægsta
politikara.
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
er liðugur at skriva ólavsøkurøðu
fyri 2018. Hetta er 3.ferð hann skal
halda hesa røðu, har hann stingur
út í kortið og boðar frá, hvat
samgongan ætlar at fáa frá hond
ini komandi tingsetu.
Sjálvandi verða onkrar orð
ingar rættaðar, men nú er í veru
leikanum klárt hjá løgmanni at
halda ólavsøku, saman við øllum
føroyingum.
Arbediðið í politisku skipanini
byrjar ólavsøkumorgun, tá ið
gingið verður í skrúðgongu úr
tinghúsinum og oman í dóm
kirkjuna. Tá gongur løgmaður á
odda fyri landsstýrinum og um
sitingini, saman við løgtingsfor
manninum og við bispi.
Tá ið gudstænastan er liðug
verður farið aftur í tingið – fyrst
at lurta eftir kórsanginum undir
tinghúsinum, men klokkan 13
verður tingið sett og so skal løg
maður halda sína røðu.
Hyggur frameftir
Ólavsøkurøða løgmans er ein
partur av politisku skipanini. Í
røðuni sigur løgmaður, hvat lands
stýrið ætlar at gera í komandi ting
setu.
Ein løglisti fylgir við røðuni, har
boðað verður frá, hvørju uppskot
landsstýrið ætlar at leggja fyri
okkara tjóðarting í komandi ting
setu.
Men burtursæð frá tí, so nevnir
løgmaður mangan tað, sum hann
heldur eigur at hava fremstu rað
festing í samfelagnum í framtíðini
og hann hyggur eisini afturá, hvat
er komið av skafti í farnu tingsetu
og kanska eisini síðani landsstýrið
tók við.
-Eg er rættuliga væl nøgdur við
tað, sum er komið burturúr síðani
hendan samgongan tók við fyri
skjótt trimum árum síðani, sigur
Aksel V. Johannesen.
-Onkuntíð fyrr havi eg sagt, at
skuldi onkur givið okkum karakter
fyri stíl, so hevði hann nokk ikki
verið so høgur, men vit hava av
rikað og fingið loyst nøkur av
stórmálunum, sum hava bíðað í
politisku skipanini í fleiri ár, sigur
løgmaður.
Hann vísir til fiskivinnuný
skipanina, pensjónsnýskipanina,
hjúnabandslógin og skattalættan
til tey lág- og miðalløntu.
-Vit hava eisini loyst fleiri onnur
mál, sum vit kanska kunnu koma
inná seinni, sigur hann.
Góða gongdin í samfelagnum
hevur viðvirka til, at tað gongur
væl. Løgmaåður veit væl, at alt ikki
kemur tí ein góð samgonga situr,
men at tað ræður um at duga at
umsita góðu gongdina og royna at
halda henni fast, so gott sum tilber.
Fiskivinnunýskipanin
Onki er at ivast í, at fiskivinnuný
skipanin var tað, sum kravdi mestu
orkuna í teimum undanfarnu ár
unum, hendan samgongan hevur
sitið við valdinum.
Fiskivinnan er ein avgerandi
táttur og grundarlag undir sam
felagnum, so sjálvandi fóru ymisk
sjónarmið at koma fram, tá ið koll
veltandi broytingar skuldu gerast
í skipanini.
Kjakið var eisini hart og langt.
Í veruleikanum var tað so, at gekk
alt eftir ætlan, so var fiskivinnu
skipanini samtykt eitt hálvt ár
áðrenn tað í veurleikanum hendi.
-Tað vísti seg, at tað skuldi tíð
til, men tað sigur seg eisini sjálvt,
tí hóast alt er hetta ein so stór
broyting, at tíð skuldi brúkast,
sigur løgmaður.
Løgmaður skilit eisini væl, at
vinnan ger viðmerkingar til lóg
ina um fyrisiting av sjófeingi, men
alment heur hann sagt, at hann
heldur ikki tað er rætt, tá ið Hanus
Hansen, stjóri í JFJ, sigur at fiski
vinnunýskipanin er orsøkin til, at
Sjúðrarberg verður seldur og at
fleiri mans missa kjansin.
-Eg harmist sjálvandi um, at
menn missa kjansin, men tað er ikki
rætt at geva fiskivinnunýskipani
skyldina fyri tað, sigur løgmaður.
Góða gongdin
Góða búskaparliga gongdin seinnu
árini ávirkar politiska arbeiðið
uppá fleiri mátar.
Til ber at gera meir, men tað
krevur samstundis, at ansa verður
væl eftir, at ikki ov nógv verður
sett í gongd í senn. Samstundis
má landsins leiðsla eisini ansa eftir,
at raksturin av samfelagnum ikki
verður ov dýrur.
-Men fólkatalið veksur og tað
krevur sjálvandi eisini nakrar íløg
ur, sigur løgmaður.
Spurdur um hann heldur at
góða gongdin í búskapinum er or
søkin, svarar hann ja, men leggur
so afturat:
-Vit settu okkum fyri beinan
vegin, at vit skuldu royna at venda
gongdini, so fólk heldur flyta til Før
oyar enn úr Føroyum. Til tess hava
vit gjørt nakrar ábøtur, sum eg
haldi virka. Til dømis ber nú til at
taka fleiri hægri útbúgvingar í Før
oyum og nú fáa lesandi lestrarstuðul
í 12 mánaðir um árið. Vit hava eisini
gjørt korini betri fyri familjur við
børnum og vit hava roynt at gjørt
samfelagið meira opið fyri øllum,
leggur hann afturat.
-Eitt annað, sum eisini ger tað
betri at búgva í Føroyum er, at
viðurskiftini hjá støkum uppi
haldarum eru vorðin munandi
betri, sigur Aksel V. Johannesen.
Pensjónsnýskipanin
Eitt av stórmálunum, sum er sam
tykt í farnu tingsetu, er pensjóns
nýskipanin.
Tað eydnaðist ikki samgonguni
at fáa stóru andstøðuflokkarnar,
POLITIKKUR
STÓRMÁLINI ERU
LOYST MEN TAÐ
EYDNAÐIST IKKI AT
FÁA BREIÐAR SEMJUR
Løgmaður er nøgdur við tey trý fyrstu
árini hjá samgonguni og fer undir
nýgghja tingsetu við góðum treysti