hósdagur 26. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
7
Fólkaflokkin og Sambandsflokkin,
at taka undir við skipanini, men tað
eydnaðist at fáa Sjálvstýri at vera
við.
-Javnaðarflokkurin fekk ikki alt
sítt ígjøgnum, men soleiðis er tað, tá
ið semjur verða gjørdar, men kortini
haldi eg vit hava fingið eina skipan,
sum bæði er góð fyri pensjon
istarnar, men sum eisini tryggjar, at
vit fáa eitt haldføri í búskapinum
fram í tíð, sigur løgmaður.
-Vit royndu at fáa Sambands
flokkin við, men flokkurin helt
fast um, at grundupphæddin
í fólkapensjónini skuldi á tað
sama, sum hon var, áðrenn hon
var lækkað, men sjálvt um vit
vildu ganga hálvan vegin, so
var tað ikki nóg mikið, sigur
løgmaður.
Nýggja pensjónsskipanin fer
at gevva teimum, sum bert hava
almennu pensjónina og sam
haldsfasta, einar 1000 krónur
meira um mánaðin eftir skatt.
Løgmaður fer við treysti undir
komandi tingsetu, sigur hann.