Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 8 ÁRNI GREGERSEN H endan samgongan fer at bjóða seg fram til eitt valskeið afturat. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum kort­ ini ikki væntar, at teir tríggir sam­ gongu­flokkarnir fara at koma vit einum felags uppleggi til valið. -Nei, tað vænti eg ikki, men vit fara saman at bjóða okkum fram at taka eitt valskeið afturat, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hendan samgongan hevur arbeitt sum ein minni­luta­sam­ gonga síðani fyrsta dagin, tí tá ið sam­gonguskjalið var lagt fram, boðaði Sonja Jógvansdóttir frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, hóast hon framvegis stuðlaði sam­ gonguni. Seinni hev ur eisini Kristin Michelsen boðað frá, at hann ikki kendi seg bundnan av tí, sum flokkurin atkvøddi fyri, men at hann fór at taka støðu í ting­sali­ num í hvørjum einstøkum máli. -Ja, tað hevur verið buldrasligt, so eg vóni at vit fáa meira frið í Javn­aðarflokkinum ef6tir valið, sigur løgmaður, sum altso eisini er for­maður í Javnaðarflokkinumn, Valið Løgtingval skal í seinasta lagi vera 1. september næsta ár. Løgmaður sig­ur, at samgongan hevur bund­ ið seg til at sita í fýra ár, men prakt­iskar orsøkir kunnu gera, at valið verður fyri summarfrítíðina næsta ár – alt eftir hvussu politiska støðan er tá. -Hyggja vit eftir teimum veljara­ kanningum, sum higartil eru gjørdar, so bendir alt á, at vit fáa eitt ógvuliga tætt val, sigur Aksel V. Johannesen. Veljarakanningarnar hava sum heild givið teimum fýra størstu flokk­unum sjej tinglimir í part. Veður valúrslitið soleiðis, so fer tað at geva teimum smærru flokkunum stóra ávirkan. Ein annar møguleiki, at vit fáa eina minnilutasamgongu, men tað krevur eina broyting í poitiska hugsunar­háttinum. Meðani tað er vanligt við minni­ luta­samgonum í granna­londum okkara, so hava vit higartil í før­ oyskum politikki fyri tað mesta havt eina skipan við saqmgongu og andstøða. Samgongan atkvøður síni mál ígjøg­num, meðan andstøðan at­ kvøður ímóti. -Tað verður spennandi um vit fara at síggja nakrar broytingar hetta seinasta árið í hesum val­ skeið­num. Kanska fer serliga Sam­ bands­flokkurin at medvirka og fáa sær ávirkan á tey mál, sum verða at­kvødd ígjøgnum í tinginum, sigur løgmaður. Fíggjarlógin Áðrenn 1.oktober skal lands­stýris­ kvinnan við fíggjarmálum leggja eitt uppskot um fíoggjarlóg fyri kom­andi ár fram. Í góðum búskaparligum tíðum er ágangurin uma t brúka pengar stórur. -Tí er tað ein skylda hjá okkum at ansa eftir, at raksturin ikki veksur ov nógv. Vit mugu eisini duga at stýra, tá ið búskapurin gongur væl, sigur Aksel V. Johannesen. At búskapurin er góður sæst mill­um annað av, at í 2016,2017 og 2018 leypir tilsamans ein milljard av hjás landskassanum. -Góða gongdin sæst eisini á, at arbeiði er til allar hendur. Byggi­ vinnan koyrir við fullari ferð og tað ger tænastuvinnan eisini, sigur løg­maður. -Okkara uppgáva er tí at tálma so vit ikki fáa eina yvirupphiting, legg­ur hann afturat. Løgmaður sigur, at uppgávan er at syrgja fyri, at góða bú­skapar­ gongdin heldur fram. Tað kann millum annað gerast við at forða fyri fløskuhálsum í byggivinnuni til­dømis. Stórmálini Hesa seinastu tingsetuna áðrenn valið eru nøkur stórmál eftir at loysa. Upskot um eina nýggja væl­ ferðar­lóg er á veg og ein skipan skal gerast sum ásetir veiðugjøldini í fiski­vinnuni. -Eg rokni eisini við, at spurn­ ing­ur­in um umhvørvið og grøna orku fara at fylla nógv hetta árið og fara at hava nógv kjak við sær, sigur løgmaður. Spurningurin um eina stjórar­ skip­an er enn óloystur. Politiska skipan­in hevur arbeitt við hesum máli í 19 ár, men enn einaferð er mál­ið dottið burtur. -Vit fara ikki at samtykkja ein stjórnar­skipanarlóg við 17 at­ kvøðum. Tí fari eg at tosa við floks­ for­mennirnar og vita um tey eisini halda, at vit skulu royna at semjast um eitt uppskot. Halda tey ikki tað, so leggja vit málið á hillina, sigur løg­maður. -Tað skal ein breið semja til, sig­ ur hann. POLITIKKUR ORKA OG UMHVØRVIÐ FARA AT FYLLA NÓGV Veiðugjøldini skulu samtykkjast og støða skal takast til uppskotið um stjórnarskipan