hósdagur 26. juli 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
9
MENTAN
U
pp í 10.000 fólk hava
gjøgnum árini verið í
Vágsbotni, tá ið stóra
ólavsøkutiltakið hjá
Miðlahúsið hevur verið hildið. Til
takið bjóðar tónleikaframførslur
og undirhald, og fólk hava hugnað
sær óført.
Gjøgnum árini hava Pipar & Salt
undirhildið saman og hvør sær,
Hilmar Jan Hansen hevur verið
við fleiri ferðir, og í fjør var Heri
Simonsen partur av skemtinum.
Nógvir av fremstu tónleikar
unum hava eisini spælt á til
takinum – eitt nú Tinganest, Eyðun
Nolsøe, Kim Hansen, Steintór
Rasmussen, Nalja, Signar í Homr
um, Jens Marni Hansen og onnur.
Upprunaliga hugskotið við til
takinum var at fáa meira lív í Vágs
botn á ólavsøku.
– Tá ið vit fóru undir tiltakið,
var ikki tað lív í Vágsbotni, sum
tað er nú við kaffistovum, barrum
og matstovum. Vit sóu møguleikar
í hugnaliga umhvørvinum í Vágs
botni og vildu fegin stuðla upp
undir, at ólavsøka eisini rakk oman
í Vágsbotn, sigur Jonhard Hammer,
stjóri í Miðlahúsinum.
- Undirtøkan fyri tiltakinum var
frá byrjan sera góð, og vit munnu
hava havt upp ímóti 10.000 fólk í
økinum okkurt árið. Vit hava eisini
verið heppin við veðrinum og hava
havt góðveður øll árini júst hesa
løtuna, sigur hann.
Tónleikur og undirhald
Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsi
num er ólavsøkudag kl 22:00 og
varðar ein tíma.
Í ár verða tónleikaframførslur
við tveimum av best umtóktu
føroysku sangarunum í nýggjari
tíð – Marius Ziska og Danny
Baldursson, sum er høvuðsmaður
í Danny & The Veetos. Hilmar
Jan Hansen fer at undirhalda og
skemta.
Marius Ziska er aktuellur við
nýggjari útgávu, og hann hevur
havt nakrar festivalframførslur í
summar. Tað tykist, sum hugurin
at lurta eftir Marius veksur al
samt, og hansara framúr góðu
sangskrivaraevni hava ført hann í
front í føroyskum tónleiki. Sangir
sum «Going Home«, »Nærveran«
og tann nýggi »Silvurlín« eru
á høgum altjóða stigi. Marius
skrivar ikki bara góðar sangir,
hann er eisini framúr sangari og
tulkari av sínum egnu sangum. Í
ár spælir Marius fyri fyrstu ferð
á ólavsøkutiltakinum hjá Miðla
húsinum.
Danny Baldursson er odda
maður í sera væl umtókta popp
bólkinum Danny & The Veetos,
sum hava stórhittað við sangum
sum »Sunnukvøld í mai« og »All
right«. Melodiøsu og løttu løgini
eru fangandi, og við kringum orða
smíði hava Danny & The Veetos
fingið fólk at syngja við til teirra
sangir. Danny fer at spæla stóru
hittini av pallinum uttan fyri
Miðlahúsið.
Hilmar Jan Hansen fjølgávaður,
og umframt at vera eitt nú fjøl
miðlamaður og urguspælari er
hann eisini framúr undirhaldari
og skemtari. Hilmar Jan hevur
nakrar ferðir undirhildið til ólav
søkutiltakið í Miðlahúsinum, og
hann er til reiðar at fara á pallin
aftur í ár. Hilmar Jan er garantur
fyri stuttligum søgum og herming.
Syngja við
Tann lítli tímin við tónleiki og
undirhaldi leggur upp til, at fólk
fáa eina lætta og óformliga løtu,
har tey kunnu flenna og syngja
við – ella bara njóta undirhaldið.
– Hetta tiltakið má vera eitt tað
størsta tiltakið, har bert føroyingar
spæla og undirhalda. Vit hava
bert føroyskar undirhaldarar og
tónleikarar á pallinum, og hetta
vísur bara tað, sum vit øll vita,
at føroyingar kunnu alt, sigur
Jonhard Hammer, stjóri í Miðla
húsinum.
– Vit hava roynt at valt tónleik,
sum nógv fólk kenna, so vit eisini
geva teimum høvi at syngja við,
um tey hava hug til tað. Hetta skal
vera ein fólksliga løta við góðum
tónleiki og undirhaldi, sigur hann.
– Tiltakið er sjálvandi ókeypis,
og tað ber til, tí vit øll árini hava
havt góðar stuðlar, sum hava hjálpt
okkum at skipa fyri, sigur Jonhard
Hammer.
Stuðlar til tiltakið í ár eru Lyfta,
Hvonn, Sendistovan, Atlantic Air
ways og Tórshavnar kommuna.
ÓLAVSØKUTILTAKIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM:
VILDU HAVA LÍV
Í VÁGSBOTN
Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum er millum stóru tiltøkini á ólavsøku.
Upprunaliga hugskotið var at fáa meira lív í Vágsbotn – og tað hevur lukkast
Ólavsøkudag kl 22:00 verður stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni