hósdagur 26. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
10
HALLUR AV RANA
V
anliga eru tað pílarnir
hjá dugnaligu føroysku
b o g a s k j ú tt u n u m ,
ið plaga at syngja
gjøgnum luftina á ovasta hædd í
ljósagrøna bygninginum hjá MEST
í høvuðsstaðnum, men hendan
mikumorgunin tá myndamaðurin
og undirritaði stíga inn í bygningin
er tað látur, ið fylla hølini.
Á einum stóli miðskeiðis á
gólvinum, við málskivunum hjá
bogaskjúttunum í bakgrundini,
situr lívsglaði tónleikarin Poul
Jákup Thomsen. Ein hálvan
metur frá honum stendur ein
leirdungi, ið er evnaður til at líkjast
honum og uppyvir leirdunganum
stendur Andrias Andreassen,
myndahøggari, við reiðskapum
í hond og formar kjálkan til at
gerast so lík kjálkanum hjá Poul
Jákupi Thomsen sum gjørligt.
- Hetta er torført. Tá man
nærkast endanum, so er tað
sum man rakar ein vegg. Tað
er ringt at fáa tað síðsta upp
á pláss, so at líkheitin er so
veruleikakend sum gjørlig, letur
úr myndahøggaranum.
Tilvildin ráddi
Tað er nú ikki hvørjum manni
beskorið at fáa ein av fáu
myndahøggarunum í Føroyum
at gera eina mynd av sær. Tað
var nú heldur aldrin ætlanin,
men byrjar hendan søgan við, at
Føroya Symfoniorkestur ynskti at
geva gamla leiðaranum eina gávu í
samband við, at hann legði frá sær
á nýggjárinum.
Symfoniorkestrið vendi sær
til listamannin Tórbjørn Olsen,
ið fekk til uppgávu at mála ein
málning av Poul Andrias Thomsen,
ið skuldi latast honum til ognar.
Tilvildin vildi tó tað, at Andrias
Andreassen kom fram á teir báðar,
meðan Tórbjørn Olsen var í holt
við at mála hann.
- Tað var einaferð í vár, at eg
steig inn í bygningin og hoyrdi
tónleik frá eini fiól onkrastaðni
í bygninginum. Eg hugsaði
beinanvegin, at her var okkurt
heilt serligt á vási. Tá eg kom upp á
ovastu hædd, stóð Tórbjørn Olsen
mitt á gólvinum og var í holt við at
mála Poul Jákup Thomsen, meðan
hann stóð og leikti á fiólini, greiðir
Andrias Andreassen lívliga frá og
leggur aftrat.
- Tað helt eg vera so áhugavert
og spurdi eg beinanvegin, um eg
ikki kundi sleppa upp í leikin. Og
soleiðis byrjaði okkara samstarv.
Drúgva tíð
Tað sæst á øllum brøgdum, at tað
tekur tol og nærlagni at evna ein
leirdunga at líkjast einum persóni.
Meðan Poul Jákup Thomsen situr
á stólinum og skemtar, eygleiðir
myndahøggarin sína modell,
meðan hann ger smáar tillagingar
á verkið. Ein lítil broyting verður
gjørd í oyranum, eitt sindur verður
tikið av kjálkabeinum og ein
strikað undir høgra eyga verður
gjørd meira markant. Tað eru
neyvar detaljur, ið listamaðurin
skal fanga, men hvør detalja tykist
at blása meira lív í bringumyndina.
- Eg segði við hann, at hetta fór
ikki at taka meira enn einar tíggju
tímar at gera. Tað var einaferð
í vár, men tann tíðarætlanin er
langt síðan farin út gjøgnum
vindeyga. Higartil hava vit brúkt
einar tjúgu tímar og tað er enn
langt á mál. Nú eri eg bara givin
við at telja tímarnar, sigur Andrias
Andreassen.
Andrias Andreassen hevur
ymiskar uppgávur, men upplýsir
hann, at hendan verður gjørd av
reinum áhuga og fær Poul Jákup
Thomsen bringumyndina í gávu,
tá ið hon er liðug.
Ein útdoyggjandi rasa
Tað er ein sonn fragd at eygleiða
myndahøggaran, meðan hann ger
- VIT ERU
TEIR SÍÐSTU
SAMRØÐA: Andrias Andreassen
- Tað var einaferð í vár, at eg steig inn í bygningin og hoyrdi tónleik frá eini fiól
onkrastaðni í bygninginum. Eg hugsaði beinanvegin, at her var okkurt heilt
serligt á vási. Tá eg kom upp á ovastu hædd, stóð Tórbjørn Olsen mitt á gólvinum
og var í holt við at mála Poul Jákup Thomsen, meðan hann stóð og leikti á
fiólini. Soleiðis greiðir myndahøggarin Andrias Andreassen frá um hvussu tað
kom í lag, at hann byrjaði at gera eina bringumynd av Poul Jákupi Thomsen
Tórbjørn Olsen hevur málað Poul Andrias Thomsen
Eitt verk tekur skap