hósdagur 26. juli 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
11
smáu tillagingar. Ikki minst, tá
hann brádliga steðgar á og studerar
modellina, tí har var eitt hvørt
lítið eyðkenni ella andlitsbragd, ið
fangaði hansara eyga, ið hann ikki
hevur varnast fyrr enn nú.
Tað er týðiligt, at hóast
hetta ikki er eitt lønt arbeiði, ið
Andrias Andreassen er í holt við,
so tekur listamaðurin arbeiðið
í størsta álvara. Og tað harmar
hann eisini almikið, at útlitini
fyri, at handverkið eigur eitt
pláss í føroyska listaheiminum í
framtíðini eru serstakliga vánalig.
- Vit eru fýra føroyingar upp
gjøgnum søguna, ið hava fingist
við slíkt. Tað eru Janus Kamban,
Fridtjof Joensen, Hans Pauli
Olsen og eg. Tað koma ikki fleiri
enn vit. Vit eru teir síðstu. Um tú
hyggur at akademinum í Danmark,
so er hetta ein farin tíð. Nýggja
ættarliðið málar ikki eingongd
longur, kemur sum eitt suff frá
myndahøggaranum, áðrenn hann
leggur afturat.
- Eg var til eina fernisering í
Aarhus seinast eg var niðri. Har var
ikki ein pensil at hóma. Í staðin var
alt yrkingar, teknifilmar, teldur og
slíkt. Slíkt gevi eg ikki nógv fyri,
sigur Andrias Andreassen, meðan
hann ger enn eina tillaging á
bringumyndina av fyrrverandi
orkesturleiðaranum.
Listamaðurin í djúpari hugsavnan
Tað er ikki langt millum brosini, tá Poul Jákup og Andrias koma í gongd
Andrias evnar kjálkan til
Tvær ferðir Poul Jákup Thomsen
Modellin eygleiðir listamannin í verki