hósdagur 26. juli 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
12
SUMMAR OG SÓL
Summar og sól:
GANG Í NÁTTÚRUNI
Søren Kirkegaard segði, at hann
gekk seg frá trupulleikum og í
gott lag. Ein gongutúrur ger
gott, og tú kemur styrkt
heimaftur. Er veðrið
gott, ber til at velja sær
ein lættan fjallatúr,
men gongutúrur
eftir
sløttum,
kanska í onkrum
vøkrum øki, er
eisini lívgandi.
Lat
tankarnar
sveima, fá mót upp
á avbjóðingarnar og
njót vælveruna av
kropsligum aktiviteti
– ein tryggur vinnari!
ET OG VER GLAÐ UR
Matur er ikki bara føði og
orka. Matur er eisini
njóting. Matur kann
vera list og stórar
upplivingar. Eisini
g e r a n d i s m a t u r
kann njótast sum
meira enn bert
matur. Smyr tær
eitt breyðstykki
við góðum viðskera,
steik góðan búff
vikuskiftiskvøld, far
út og royn onkran
nýggjan mat ella ger tær
tín yndisrætt heim. Minst
til at njóta matin og tak tær
stundir at kenna smakkirnar.
FAR Á KONSERT
Flestu okkara hava gott av tónleikaupplivingum.
Føroyska summarið bjóðar endaleyst tal av
konsertum, og øll kunnu finna okkurt,
teimum dámar. Nógv fólk hava longu verið
til stóru tónleikatiltøkini í summar,
og onkur eru eftir. Eisini eru nógvir
smærri konsertir og framførslur
bæði á bygd og í bý. Yvirgev teg
eina løtu til góðan tónleik og fá
eina góða kenslu í kroppin.
HITT GAMLAR VINIR
Vit hava øll gamlar vinir, sum vit ikki síggja
ofta ella frætta javnan frá. Summarið
leggur upp til, at fólk hittast aftur, og tað
kann vera gevandi at taka upp samband við
onkran, tú kendi úr skúlanum, frá gamla
arbeiðsplássinum, frá ítróttarkappingum
ella í familjuni. Takið ein kaffikopp, prátið
um gamlar dagar og
fáið kensluna av,
at tit hava
nakað til
felags.
Ljósa tíðin er føgur. Nakrar vikur eru eftir summarinum, og
summi hava framvegis summarferiu til góðar. Her hava vit nøkur
uppskot um, hvussu tú kanst njóta løtur seinastu summartíðina
NJÓT GÓÐAR