Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 13 HALT SKÝMING Vit eru farin um longsta dag, og nú verður aftur myrkt seint á kvøldi. Skýmingsløtan í góðveðri er nakað av tí fagrasta, sum upplivast kann her á landi. Set teg út um og njót skýmingina ella fá tær ein kopp av kaffi framman fyri vindeygað. Ger einki annað, legg telefonina frá tær. Njót hálva tíman, tá ið myrkrið y v i r t e ku r landið. TAK MYNDIR Vit taka myndir sum ongantíð. Av okkum sjálvum. Av okkara mati. Av okkara vinum. Ja, av øllum. Tað kann avgjørt verða gevandi at taka myndir, og snildfonirnar hava nú so góð kamera, at tað ber til at fáa góðar myndir bæði inni og úti. Leita tær út í náttúruna, finn øðrvísi vinklar og motiv, royn teg fram, leita eftir litum og lívi ella eftir tí friðarliga og stilla. Og so kanst tú aftaná fara ígjøgnum m y n d i r n a r og velja tær bestu burturúr. LES EINA BÓK Tað er gevandi at lesa – líkamikið hvat tú lesur. Um summarið eru vanliga fríløtur, har tú kanst seta teg við einari bók. Vel tær okkurt, sum tú tímur at lesa. Ert tú royndur lesari, gev so onkrari øðrvísi bók ein kjans – hvat við »Devotion« hjá Patti Smith ella »Nøddeskal« hjá Ian McEwan. Tað er altíð trygt at leita aftur til klassikararnar. Les »Gamli maðurin og havið« hjá Hemingway ella »Tíggjundi maðurin« hjá Graham Greene – á føroyskum máli. Og skalt tú hava undirhaldandi spenning, kanst tú lesa eina krimi hja Jógvani Isaksen ella Steintór Rasmussen. LØTUR FAR TIL FÓTBÓLTSDYST Ert tú ítróttaráhugað er upplagt at leita sær til ein góðan fótbóltsdyst. Í summar hava føroysku feløgini spælt Europa Cup dystir, og onkrir dystir eru eftir at spæla. Heimliga kappingin byrjar aftur um vikuskiftið, og nógvir spennandi dystir eru fyri framman. Set teg millum teir spentu áskoðararnar, keyp tær kaffi og okkurt aftur við, liv við í dystinum, fanga tær dramatisku og spennandi løturnar, práta við onkran um dystin. Ikki er neyðugt, at tú hyggur eftir tínum liði – tað kann eisini verða áhugavert at hyggja eftir dysti millum onnur feløg. FLENN Einki er so lívsjáttandi sum at flenna. Ein løta ella eitt kvøld í góðum selskapi við fólki, sum eru løtt av lyndi og hava hug at skemta og flenna, kann gera undurverk. Mong okkara munnu kenna fólk, sum duga at siga søgur og skemta, og sum tú verður glað av at vera saman við. Uppsøk onkran av teimum ella fá hugnaløtu við slík fólk. TAK TÆR AV LØTTUM Finn ein fyrrapart, ein seinnapart ella ein dag, har tú í grundini einki gert. Tak tær av løttum heima, hugna tær við onkrum, sum tú tímur, far á café við vini og práta um leyst og fast. Kenslan av at hava frí og loyva sær tað – enntá meðan onnur fólk arbeiða – er við at verða ein marglætiskensla. Vit eru so upptikin av at gera okkurt til nyttu og ikki ganga sum ein ónytta, men vit kunnu saktans loyva okkum eina dag, har vit gera júst tað, sum vit hava hug til, og ikki gera tað, vit ikki hava hug til.