Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 14 ÁKI BERTHOLDSEN T á ið vit skulu vera serliga blíð á ólavsøku, er eingin ivi um, hvat vit bjóða gest­unum. Vit bjóða teimum øl og snaps, og so mugu øll hini fínari sløgini bíða til eitt annað høvið. Ólavsøkan er tann hátíðin á árinum, har eina mest verður drukk­ið, og hesar dagarnar upp undir tjóðarhátíð okkara plaga tey í Rúsu­ni at selja øl, vín og rúsdrekka fyri yvir tríggjar milliónir krónur. Og Theis Herdalur, handils­ leiðari í Rúsuni í Havn sigur, at tað eingin ivi um, at tað eru nøkur ávís sløg, sum tað gongur nógv mest av hesar dagarnar. Hann heldur, at enn eru føroy­ ingar rættiliga siðbundnir tá ið tað kemur til ólavsøkuna, so vit halda okkum í stóran mun til tað, vit kenna. Tí drekka vit øl og snaps á ólav­ søku, sigur hann. Men hann sigur at eisini Cider, sum er lutfalsliga nýtt í Føroyum, verður rættiliga nógv keypt til ólavsøkuna. Og har smæðast teir føroysku frá Okkara og Føroya Bjór, ikki burtur, men ís­ lendskur cider hevur eisini vunnið frama í Føroyum. Halda fast um tann reyða Og tá ið vit hugsa um snapsin, er tað tann reyði úr Aalborg, sum næstan kann kallast tjóðarsnapsur føroy­inga – í hvussu so er higartil. Handilsleiðarin sigur, at hann hevur verið greiður toppseljari í Rúsuni hvørja einastu ólavsøku. Tað verður hann helst eisini í ár, men vit taka eisini tað nýggja til okkum, tí í ár fær snapsurin úr Aal­ borg, í hvussu so er kapping frá tí nýggja snapsinum úr Klaksvík. –  Tað er í nógv mestan mun Taffel Akvavit úr Århus og Einar´s Akvavitt úr Klaksvík, sum fara ígjøgnum kassaapparatini í Rúsuni. Snapsurin úr Klaksvík er nýggj­ur og fólk eru forvitin og vilja fegin royna hann. Men yvirhøvur er rákið tann vegin, at fólk aftra seg ikki við at royna tað nýggja, sum kemur fram, so kanska síggja vit sum frálíður, at tað siðbundna fer at dvína, leggur hann afturat. Og tað verður spennandi at vita um hann eina ferð leggur tann sið­ bundna snapsin úr Aalborg aftur um. Men upp undir ólavsøkuna verður nakað somuleiðis eisini selt av teinum søtari sløgunum, ið eisini verða skonkt sum snapsur. Halda okkum til tað gamla Og hvat ølið viðvíkur, eru føroy­ ingar enn rættiliga siðbundnir tá ið tað kemur til ólavsøkuna, so vit halda okkum til tað, vit kenna. Tískil eru tað eisini tey vanligu sløg­ini, sum verða mest seld. Hóast bryggjaríini spíla seg út at bryggja serligar øl til ólavsøkuna, er tað nevniliga í mestan mun tann van­ liga pilsnarølin, sum verður sett fyri ólavsøkugestirnar. Yvirhøvur heldur handils­leiðar­ in eisini at fólk hugsa meiri um at keypa tað, teimum dámar, heldur enn at hugsa um, hvussu nógv pro­ sent eru í. – Prosentini hava ikki so nógv at siga fyri fólk. Tað er smakkurin og njótilsi, sum telur heldur hann. Og so keypa føroyingar rættiliga nógv føroyska framleiðslu, leggur hann afturat. – Tað skal vera lætt at drekka og lætt at njóta, og tað er stuttligt, at vit flyta okkum tann vegin, leggur hann afturat. Hinvegin keypa fólk ikki nógv vín á ólavsøku. Og tað víni, sum verður keypt, er fyri ein stóran part, vín í pakkum. Men handilsleiðarin hevur var­ hugan av, at tað vínið, sum verður keypt, er ikki ætlað til sjálva ólav­ søkuna, men til brúd­leyp, føðing­ar­ dagar, og aðrar merkis­dagar, sum eru rundan um ólav­søkuna. Annars vísir hann á, at í ár fellur ólavsøkan á leygardag og sunnu­ dag og sostatt verður hon ikki líka drúgv í ár, sum hon hevur verið okkurt annað árið, tá ið hon er beint áðrenn, ella beint eftir eitt viku­skiftið. Og tað kann sjálvandi eisini ávirka veitsluhugin hjá fólki. Føroyingar eru ikki kendir fyri at vera í góðari tí og tað er nógv, sum bendir á, at tað eru teir heldur ikki á ólavsøku í ár. Handilsleiðarin at tað sær ikki út til, at fólk er farin rættiliga til handils enn, so í morgin, fríggjadagin, væntar ein stríð­an streym av fólki í Rúsuni allan dagin. VIT HALDA OKKUM TIL TAÐ TRYGGA – VIÐ ONKRUM UNDANTAKI Snapsurin úr Klaksvík er nýggjur og fólk eru forvitin Vit halda okkum til tað góða gamla, men vit tora eisini at royna ta nýggja, sigur handilsleiðarin í Rúsuni í Havn Tann vælkendi reyði snapsurin úr Aalborg er framvegis tann snapsurin, sum glíður best niður á ólavsøku, men nú fær hann kapping frá tí nýggja, føroyska snapsinum ÓLAVSØKUDREKKA