hósdagur 26. juli 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
15
Leif Hansen, kórleiðari hjá
Havnarkórinum:
Í
úti við hálva øld var Ólavur
Hátún sjálv ímyndin av før
oyskum kórsangi og slóð
brótandi kórleiðarin hjá einum
hinum besta kórinum í føroysku
tónleikasøguni. Útvarpskórið
og seinni Havnarkórið hevði við
honum sum leiðara nátt málum,
sum verða meira enn torfør at
gera honum eftir.
Longu áðrenn Ólavur Hátún í
januar 1966 á fyrsta sinni stjórn
aði Útvarpskórinum, tað, sum
seinni varð til Havnarkórið,
hevði hann í áleið 20 ár fingist
við kórsang. Tí var tað ikki nakar
óroyndur kórleiðari, sum Út
varp Føroya fekk at fáa í lag
upptøkur av føroyskum sangi til
tað unga útvarpi. Tann týdning
Útvarpskórið og Ólavur fingu
fyri føroyskan kórtónleik eigur
ikki at verða undirmettur. Ein av
orsøkunum til stóra áhugan fyri
kórsangi í Føroyum í 1960’inum og
fram til dagin í dag er uttan iva júst
úrslit av, at tað í Føroyum hevur
eydnast at byggja brúgv millum
tann fólksliga sangin og kór
tónleikin. Við Útvarpskórinum
kom føroyskur kórtónleikur út
í hvørja stovu í Føroyum. Sjálvt
um samstarvið við Útvarp Før
oya helt uppat og kórið í 1973
skifti navn til Havnarkórið, so
helt kórið fram sum tónleikaligt
lokomotiv í føroyskum kórsangi.
Serliga skula nevnast samstarvið
sum kórið hevði við donsku tón
listamenninar Karl Clausen og
Vagn Holmboe. Tann fyrri ríkaði
siðbundnan føroyskan sang við
einari rúgvu av einastandandi
kórútsetingum, sum nærum allir
kórsangarar duga og hin seinni
er at meta sum sjálv byrjanin til
nýggjari føroyskan kórtónleik.
Ólavur Hátún stjórnaði
Havnarkórinum í heili 48 ár og
sum oftast var kórið mannað við
teimum allarbestu sangarum í
landinum. Hetta gjørdi eisini,
at Ólavur og kórið hava kundu
sett sær so sera høg mál øll árini.
Ólavur útlegði tónleikin við
klangi og fraseringum, soleiðis at
tú ongantíð varð í iva um at hetta
var Havnarkórið stjórnað av Ólavi
Hátún.
Mongu uttanlandsferðinar við
Havnarkórinum fara sangarar
helst seint at gloyma. Kórið
hevði sína fyrstu uttanlandsferð
til Íslands í 1969 og seinni vóru
konsertferðir til øll Norðurlond,
til Onglands, Skotlands, Frak
lands, Eysturríkis, Kekkia, Russ
lands og eisini um Atlantshav
yvir til USA. Ólavur hevur sum
einasti føroyingur staðið á so
legendariskum podinum, sum í
Golden sale í Musikverein í Wien
og í Carnegie Hall í New York,
umframt á øllum teimum stóru
pallinum í norðanlondum.
Ólavur hevði stórt tónleikaligt
netverk kring Norðurlond og Ev
ropa og tí fekk hann mangt í lag. Í
tí viðfangi er serliga vert at nevna
sveitsiska dirigentin Willi Gohl,
ið stjórnaði Havnarkórinum til
framførslur av størri klassiskum
verkum. Hesin íblástur gav Ólavi
og kórinum áræði til í fleiri ár at
hava ta siðvenjun, annað hvørt
árið, fram móti jólum, at fram
føra Jólaoratoriið hjá Bach ella
Messias hjá Händel.
Í Føroyum ganga kórsangur
og felagssangur ofta hond í hond.
Úr hesum spratt felagssangurin
á ólavsøku. Ólavur, Jóannes
Nolsøe og kórsangarar byrjaðu í
60’inum tað siðvenju, sum í dag,
hjá mongum er eitt hæddarpunkt
á ólavsøkuni, nevnuliga felags
sangin á Vaglinum. “Hetta er
løtan” segði Ólavur mangan tá
1000 tals ólavsøkugestir sungu
av øllum alvi. Eftir hansara tykki
vóru sangur og ólavsøka tann
blandingin, sum fekk kensluna
av føroyskheit at blóma. Tí mundi
Ólavur eisini leggja so stóra orku
í Ólavsøkukórið, sum hann man
hava stjórnað, oftari enn nakar
annar.
At fáa kórsangarar kring
landið at savnast metti Ólavur
at hava alstóran týdning. Kór
sangur avmarkar seg jú ikki til
ávísar bólkar í samfelagnum,
men er samansettur av einum
breiðum skarða av føroyingum.
Við at syngja í kóri fáa fólk, sum
annars ikki fáast við tónleik, høvi
at luttaka í smærri og størri tón
leikaframførslur. At syngja í kóri
er hjá nógvum sjálvur gluggin
inn í tónlistarliga heimin. Árligu
Kórstevnunar, sum síðani 1967
hava verið hildnar kring landið og
sum Ólavur mangan legði nógva
orku í, hava júst hetta sum eitt
aðalmál.
Musikkskúlin í Føroyum er
eisini ein av varðinum, sum standa
eftir Ólav Hátún. Sum undan
gongumaður og fyrsti stjóri, legði
Ólavur saman við øðrum lunnar
undir tað blomstrandi tónleikalív,
sum musikkskúlanir kring landið
lívga okkara mentunarlívið við.
Fyri mánaða síðani skipaði
Ólavur fyri stórfingnari sangløtu
í kirkjubømúrinum. Hetta bleiv
hansara seinasta konsert og til
tað síðsta hevði hann ætlanir,
og hevði hann livað, hevði hann
uttan iva hevði sett í verk. Tí so
leiðis var hann.
Ærað verið minni um Maistro
Ólav Hátún
Kórleiðarin Ólavur Hátún til áminnis
Her eru tey til »aftersinging«, eftir eina framførslu av
Messias í 2016. Mong stórverk hevur Ólavur fingið framført,
og fingið nógvar góðar solistar heim at framføra, sum
í dag allir kalla seg føroyavinir. Øll eru tey so takksom
fyri at hava fingið møguleikan at koma hendavegin
Í 2015 heiðraði FMA Ólav Hátún fyri sín serliga leiklut í føroyskum
tónleiki – ikki minst í stríðnum fyri okkara musikkskúla
Ólavur Hátún andaðist mikudagin 87 ára gamal