Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 16 PÆTUR HJALMAR EVENSSON MYNDIR: POUL J. JESPERSEN N ógvir føroyingar leitaðu sær síðst í juni mánað til Noregs til stórt familju­treff. 230 familjulimir hittust í lítlu bygdini, Veggli. Tey høvdu øll tað til felags, at tey vóru ættað av einum goml­ um garði har, sum eitur “Nattestad”. Frá hesum garði stavar eftir­ navnið Nattestad, sum nógvir føroyingar bera í dag. Fyrsti persónurin við eftirnavninum Nattestad kom til Føroya í 1778, og nakr­ir av eftirkomarunum settu sær í fjør fyri at savna saman allar eftirkomarar eftir hann. Eitt hugskot úr Noregi um eitt familjutreff Nøkur í Nattestad familjuni hava fyrr verið í Noregi og sæð gamla garðin, Natte­stad. Tí hava summi familju­sam­bond verið knýtt fyri nøkrum árum síðan. Vigdis Tveiten er ættað av sama garði, og hon hevur verið í Før­oyum nakrar ferðir, og í fjørsummar vóru hon og maðurin aftur í Føroyum. - Tey høvdu tey boðini við, at tey ætlaðu at skipa fyri einum familjutreffi fyri øll­um teimum, sum vóru ættað frá tí fyrsta Nattestad, sum kom til Føroya. Tað hildu vit vera fantastiska spenn­ andi, tí eingin hevði hugsað um hetta fyrr, sigur Niels T. Nattestad. Niels T. Nattestad og skyld­menn byrjaðu so at plan­leggja. Teir settu seg í samband við onnur skyld­ fólk í Føroyum, lýstu á Face­book og spreiddu boðskapin so vítt sum gjørligt. Síðani hava teir havt fleiri fundir sein­asta árið fyri at fáa treffið í lag. Gjørdu nógv burtur úr Fyrireikingarnar til hetta stóra tiltakið tóku fleiri mán­aðir. Fólk skuldu bæði finnast, savnast og kunnast. Í sambandi við treffið var eisini farið undir at gera eina ættartalvu, sum so varð prent­að sum ein bók. Komin til Veggli vórðu tey ógvuliga væl móttikin, for­telur Niels T. Nattestad. Nógvir av norðmonnunum áttu smáttur runt í bygdini og uppi í fjøllunum, og hesar vórðu allar gjørdar tøkar til útlendsku Nattestad skyld­ fólk­ini at gista í. Restin búðu í ítróttarhøllini í bygdini. Høvuðstiltakið varð hild­ið á sjálvum Nattestad garði­num. Her høvdu øll navnaskelti og fingu høvi at ganga runt og heilsa uppá skyldfólk í idyllisk­um rammum við nógv­um trøum. Har vóru summi, bæði før­oy­ingar og norð­menn, sum vóru farin í tjóðar­bún­an til høvið. Annars varð skipað fyri røðum, dansi og undir­haldi. Tey høvdu enntá fram­leitt eitt sanghefti til enda­málið við norskum og før­ oyskum sangum í. Eisini varð farið uppá gólv, og har varð borðreitt við norskum og føroyskum mati. Við sær úr Føroyum høvdu føroyingarnir eina gávu til noregsfólkini. Hetta var eitt kolastykki í einum glas­skápi við heilsan frá Hval­biar Kommunu skrivað á eina silvurplátu. - Vit handaðu borgar­stjóra­num hetta, og hann var ógvuliga rørdur av hesari gávu, sigur Niels T. Natte­ stad. Ein serlig uppliving - Tað var ein so stór uppliving fyri so nógv at koma yvir har at síggja, hvar hesin Thor Nattestad hevur gingið og spælt sum Í 1778 kom norðmaðurin Thor Nattestad til Føroya úr Noregi at arbeiða á kolanáminum á Tvøroyri. Hann hevði áðrenn hetta arbeitt á einum silvurnámi í Kongsbjerg. Seinni fór hann at arbeiða á kolanáminum í Hvalba, har hann giftist og fekk trý børn. Síðan tá hevur Nattestad familjan spreitt seg, og eftirkomarar eftir Thor Nattestad eru at finna nógvastaðni í Føroyum. Í 2014 vóru sambært Hagstovu Føroya 105 føroyingar, ið bera eftirnavnið Nattestad. Thor Nattestad hevði búð á garðinum Nattestad í Veggli vestan fyri Oslo. Garðurin eitur enn Nattestad, og har býr ein maður á garðinum í dag. Men navnið Nattestad er ikki til í Noregi longur. Í Noregi siga tey annars ikki “Nattestad”, men tey úttala tað “Nasta”. STÓRT FAMILJU­ TREFF Í NOREGI Eftirkomarar av tí fyrsta Nattestad, sum kom til Føroya, hittust til stórt familjutreff í Noregi. Niels T. Nattestad var ein av fyriskiparunum, og hann lýsir tiltakið sum eina serliga uppliving Kolastykkið frá Hvalbiar Kommunu varð handað borgarstjóranum. Á myndini: Janus Norðberg, Dag Lislien (borgarstjóri), Fía Norðberg. Til høgru er parið, ið rekur Nattestad garðin í dag Niels T. Nattestad FAMILJUTREFF: Nattestad