hósdagur 26. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
17
smádrongur og hálvvaksin. Tey
flestu hava sikkurt ongantíð
hugsað um at farið yvir har, men
nú hava tey staðið á garðinum, sum
eitur tað sama, sum nógv av teim
um eita til eftirnavn. Eg eri sikkur
uppá, at tað gjørdi nakað við fólk,
sigur Niels T. Nattestad.
Tey flestu á treffinum vóru
úr Føroyum, og nøkur komu úr
Danmark. Ellivu vóru komin ta
langu leið úr Amerika, og har vóru
enntá tvey úr Avstralia. Tey, ið
vóru úr Noregi, eru ikki ættað eftir
Thor Nattestad, men eru av somu
ætt sum hann. Tey hava til treffið
fingið møguleika at hitt eina rúgvu
av skyldfólki, sum tey ikki kendu
áðrenn.
- Fyrst og fremst hava vit fingið
tað burturúr, at vit hava hitt eina
rúgvu av okkara skyldfólki, sum vit
ikki kendu so nógv til. Fólk knýttu
eisini tættari samband við nógv
fólk í Noregi. Vit hittu m.a. nakrar
eldri menn, sum vóru føddir og
uppvaksnir á garðinum. Tað var
stuttligt og áhugavert at práta við
teir, greiðir Niels T. Nattestad frá.
Hann heldur, at tað er av stór
um týdningi at vita, hvar mann
kemur frá. Tiltakið eydnaðist sera
væl, og fólk vóru øll væl nøgd við
tað, sum kom burturúr.
- Eg haldi, tað hevur stóran
týdning, at tú veitst, hvar tú kemur
frá. Øll somul hava fingið meira at
vita um ættina. Summi hildu, tað
var so gott í Noregi, at vit eiga at
gera tað aftur í Føroyum innan fyri
stutta tíð, sigur Niels T. Nattestad.
Mynd: Asta Marjunardóttir
Birgir Enni var ein av
fyriskiparunum, og hann
stóð m.a. fyri einum
parti av matinum eisini
Vigdis Tveiten var hon, ið kom upp við
hugskotinum um familjutreffið
Ættartalvan og sangheftið