hósdagur 26. juli 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kýsin á ólavsgku er
sum lundi á jólanátt.
Framvegis eru nakrar
mannfólkahúgvur at
síggja, men tær fækkast
Kysin og
8 húgvan
a hvýórva
— Eg veit ikki hvat tað er, sum ger tað. Um fólk eru for stolt ella hvat. Eg skilji
einki av tí, men tað vera alsamt færri húgvur, og kýsan sært tú slett ikki, sigur
Jóna Vang, sum í mong Harrans ár hevur seymað føroyskar búnar fyri fólk
Eydna Skaale
eydnanøsosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
- Eg royni altid at spyrja fólk, um tey eiga
húgvuna, tá tey skulu hava nýggjan búna.
Men tey flestu siga, at húgvan bara er til
børn, ella at teimum ikki klæðir hana. Men
tað er ein partur av føroysku draktini, og
øllum klæðir tann føroyska búnan, sigur
Jóna Vang.
Henni dámar lítið, at fleiri damur nú
hava seymað sær kýsan um til tasku.
- Húgvan eigur at vera ein partur av
bæði mannfólka og konufólka búnanum,
og serliga menninir gerast so óalmindiliga
flottir í húgvuni, sigur Jóna og vísir á, at
mannfólkahúgvan altíð hevur verið nógv
brúkt. Teir gomlu hgvdu eina reyða til
gerandisbrúk og eina bláa til jarðarferðir,
og enn eru nakrir fáir menn, sum brúka
húgvuna nógv.
Kýsanum er neyvan lív lagað
Jóna plagar at vera á norðurlendskum
kongressum, har øll eru í sínum tjóðarbúna.
Og til allar teir norðurlendsku búnarnar
hoyra húgvur eisini til. Men Jóna er fleiri
ferðir spurd um, hvar húgvan til tann
føroyska búnan er. Tí tað eru so sera få,
sum nýta hana.
- Eg má bara siga sum er, at húgvan
eigur at vera við, men eg veit ikki hvat
tað er sum ger, at fólk ikki vilja nýta hana.
Nakrar mannfólkahúgvur eru at síggja,
men eg ivist í, um kýsanum er lív lagað.
Jóna heldur, at tað kanska munnu vera
bondini, sum skulu binast undir øsinum,
sum gera, at konufólk ikki vilja fara í kýsan.
Men hon vísir á, at tað saktans ber til at
sleppa sær undan bondunum við at seta
ein hárboyla inn í kýsan, so hann situr sum
44 Ólavsoka
hann skal, hóast hann ikki er bundin.
- Mannfólkini eru eitt sindur frægari, og
tað virkar, sum teir kanska byrja at vakna
eitt sindur nú og brúka húgvuna. Men
konufólkini eru so eidasør, heldur Jóna,
sum heldur ikki er fegin um, at fólk eru
farin at broyta búnan.
Niðurgera tjóðarbúnan
Jóna vísir á, at eitt rák hevur verið at sæð
seinastu árini, har ungfólk, serliga ungar
kvinnur, hava eksperimenterað og broytt
draktina.
- So vilja tær ikki hava fyrriklæði,
og so vilja tær ikki hava turriklæði, og
Gud hjálpi tú mær um tær ikki eisini
brúka troyggjuna og silvurið saman við
skrøddum kovboybuksum. Ella seymað
skjúrtini um til strammar niðurdeilar, sum
tær nýta saman við onkrum mótatoppi.
Tað orki eg ikki at síggja.
- Altso, antin hevur man føroysk klæði
ella hevur man tað ikki. Eg havi einki ímóti,
at man er farin at royna nýggjar litir, so
Jóna Vang, sum í mong ár hevur
seymað føroysk klæði, harmast um,
at kýsin og húgvan eru um at hvørva.
— Eg veit ikki hví fólk ikki vilja hava
allan búnan. Húgvan eigur at vera ein
partur av føroysku klæðunum bæði
hjá mann- og konufólki, sigur hon
— Ókeypis blað frá Sosialinum
leingi, sum alt er við, sum eigur at vera við.
Men hitt, har sum tey petta búnan sundur;
tað er ringt at síggja fyri eina sum meg,
sum er so góð við tað gamla, heldur Jóna.
Djór í føroyskum búna
At fólk eru farin at lata hundar í broderaðar,
føroyskar vestar, heldur garvaða seymikon-
an somuleiðis lítið um. Hon heldur, at tað
er at niðurgera tjóðarbúnan.
- Ein maður ringdi til mín ein dagin.
Hann segði: Jóna, hvat skulu vit nú gera?
Eg sigi: við hvat? Jú, tá hevði hann latið seg
í tað besta hann átti og var farin út, og so
hevði hann mett einum hundi í føroyskum
vesti, júst sum hann sjálvur var í. Tað helt
hann lítið um, greiðir Jóna frá, og hon er
samd í, at tað ongastaðni hoyrir heima at
ata djór í klæðini.
- Tað næsta verður væl onkur kúgv í
turriklæði, ella at onkur tarvur skal latast
í knappatroyggju. Tað er púra burturvið,
slær hon fast.
Jóna er farin at óttast hvat skal henda
við føroyska búnanum, um vit ikki leggja
okkum eftir at ansa eftir honum. Tað er
so skjótt at oyðileggja tað gamla, um man
eksperimenterar for nógv, og tað vildi verið
synd, um tann føroyski búnin hvarv.
- Men eg var so sjelaglað at síggja mynd-
irnar av studentunum, nú próvhandanin
var. Eg pløddi allar myndirnar igjøgnum,
og tey vóru gll so pen, so pen. Eg má
siga, at eg var bangin fyri, at onkur hevði
broytt klæðini, men har var einki at síggja.
Oyjøssus, tað var deiligt, at eg ikki gjørdist
óð inn á nakran, sigur Jóna flennandi, og
staðfestir, at tað man vera eitt tekin um,
at tað siðbundna vinnur á hinum. Í gllum
fórum fyri fyrst.
Men kýsin og húgvan eru á veg út í
kuldan.