hósdagur 26. juli 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
20
1. Piparmynt
Meðan sjokoláta, tær flestu litríku
blómurnar og reyðvín fangar áhugan
hjá vespunum, so eru tað nøkur
luktilsi, sum fáa vespurnar at flúgva
skríggjandi avstað. Øll sløg av myntu
eru avskrekkjandi fyri vespurnar.
Piparmynta er eitt luktilsi, sum ein
saktans kann finna í alskyns kremum
og fløskuluktilsum, sum beinleiðis
fær vespurnar at halda seg langt
vekk. Ein kanning prentað í Journal
of Pest Management Science í 2013
sigur frá sera góðum úrslitum við
piparmyntu olju. Tú kanst eisini hava
piparmyntu í havanum og rundan
um tey uttandura økini, har familjan
heldur til, og haraftrat kanst tú keypa
tær vatt í til dømis Matas, dippa tað í
piparmyntu og leggja tað rundan um
títt fríøki uttanfyri.
2. Bíða við tí søta
Meðan tað er freistandi at hava alt
frá kandifloss til sodavatn og annað
søtt í hondini, meðan man spákar
oman og niðan á Áarvegnum, so er
tað júst slíkt, sum tú skalt bíða við,
til tú kemur innandura aftur. Tí um
hesa ársins tíð eru vespurnar farnar
út at leita eftir tí søta. Serstakliga
dámar teimum fruktir, men alt við
sukur lokkar. Sukurríkir drykkir,
ísur, sjokoláta, vín – alt lokkar gulu
vespurnar. Um tú vilt minka um
vespafylgir aftaná tær, so lat vera
við at eta ella drekka tað søta.
3. Ikki fara í gult
Nú er tað so vælumtókt at fríska sær
føroyska búnan upp við nýggjum,
mótarøttum pløggum. Um tú ætlar
tær at sleppa undan vespunum, so
lat gula plaggið liggja eftir heima –
hvussu mótarætt tað tó enn er. Tó eru
góð tíðindi til tey mótarøttu, tí reytt
er eisini ein mást litur í summar, og
meðan gult og hvítt lokkar vespurnar,
er reytt ein litur, sum vespurnar als
ikki síggja.
4. Ikki flippa!
Um ein vespa kemur ov nær, so er
tað ringasta tú kanst gera, at byrja at
veipa runt við ørmum og beinum í
ótta. Tí slíkar rørslur eggja vespurnar
enn meira, og tað eru størri
sannlíkindi fyri, at tú verður stungin.
Tak tað róligt og slepp tær burtur á
ein stillisligan hátt. Og óansæð hvat
tú gert, mást tú ongantíð órógva
reiðri hjá vepsunum. Kemur tú ov
nær, koma vespurnar út at verja heim
sítt – og tá kann ganga galið.
5. Lat teg til myrkrið
Ljós lokkar vespur og onnur flogkykn
til sín, og tí er fínt at lata myrkrið ráa
so leingi, sum tú megnar. Hava tit eitt
nú uttandurða veitslu, so halt teg frá
at tendra stearingljós ella uttandura
lampur, so leingi sum tú kann.
ÓLAVSØKUTÍÐ ER VESPUTÍÐ
- SOLEIÐIS SLEPPUR
TÚ UNDAN VESPUNUM
Tær eru nýggjar í Føroyum, og kanska er tað orsøkin til, at so mangur føroyingur rennur púra
sligin av angist, veipandi við ørmunum oman og niðan á Áarvegnum undan vepsunum – eisini á
Ólavsøku. Tí Ólavsøkan er ringasta vesputíð og harfrá verður tað bara verri í ein mánað ella so.
Her eru nøkur boð upp á, hvussu tú fært vespurnar at halda seg burturi frá tær og tínum