Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 21 EYÐUN KLAKSTEIN O fta verður sagt, at lív­ið hevur endaleysar møgu­ leikar, vit kunnu velja frítt á øllum hillum, og nógv er eisini tilvildarligt. Nú vísir gransking, at menniskju hava eitt avmarkað tal av støðum, sum tey vitja regluliga í teirra lívi. Granskarar frá eitt nú City Uni­ versity of London og frá danska DTU hava í seinastu útgávu av tíðar­ritinum Human Nature Be­ havi­our grein um granskingina, sum byggir á greiningar av at­burði­ num hjá 40.000 fólkum. Fólkini hava brúkt appina »Life­log« til at skráseta teirra ferð í gerandisdegnum, og hesar skrá­ set­ingar vísa, at fólk eru rættiliga eins­táttað, tá ið tað kemur til støð, tey regluliga vitja. 25 er lyklatalið. Tað er næstan óvanligt at finna ein per­són, sum regluliga vitjar 50 støð. –  Hetta er merkisvert, tí tað er sjáldsamt, at vit finna slík­ ar avmarkingar í atburði hjá menniskjum, sigur Sune Lehmann, gransk­ari, við Weekendavisen. Einsháttaður atburður Granskingin vísur, at menniskju hava vanliga 25 støð, sum tey reglu­ liga vitja. Støðini kunnu saktans skifta gjøgnum lívið, men tá ið fólk byrja at vitja eitt nýtt stað, gevast tey ofta at vitja eitt av støðunum, tey hava vitjað regluliga. Talið á støðum broytist einki við aldri­num hjá fólki, og talið er ikki størri, hóast fólk hava meira ella minni tíð at ráða yvir. Granskingin vísur eisini, at vit uppi­halda okkum styttri og longri tíð á teimum ymskum støðunum. Tá ið vit til dømis finna eitt nýtt stað, har vit eru í stutta tíð, gevast vit at vitja eitt annað stað, har vit vanliga vóru í stutta tíð. Granskararnir undra seg yvir úrs­litini, tí vanliga eru úrslitini av slíkar gransking sera spjødd og skift­andi – til dømis um vit hyggja eftir, hvussu nógvar vinir fólk hava á Face­book, fylgjarar á Instagram, ella hvussu nógv fólk forvinna. – Hetta líkist einum slagi av menniskjaligari avmarking, og tað er sera spennandi. Hvørja ferð vit finna slíka avmarking, minnir tað okkum á eina natúrlóg fyri at­burð hjá menniskjanum. Vit hugsa ikki um, at vit bert rúma 25 støðum í okkara lívi, men hend­an avmarking er helst við til at gera lívið einfaldari, sigur Sune Leh­ mann við Weekendavisen. Vilja vita meira Granskararnir eru nú spentir at fáa meira vitan um hendan serstaka atburðin hjá menniskjum. Eitt nú kundu teir hugsað sær at vita, um avmarkingin við 25 støðum gongur aftur í djóralívinum, og so er tað sjálvandi tann stóri spurn­ ingurin um, hví menniskju hava hendan atburð. Er tað ein partur av menningarlæruni, er tað ein sálar­lig verjustøða ella er tað ein spurningur um avmarking í heila­ kapasiteti. –  Hendan gransingar­verk­ ætlan­in sigur ikki nakað um orsøkir­nar til atburðin, sum vit hava staðfest. Mítt besta boð er, at hetta er ein kognitiv avmarking at líkna við »Dunbar’s number«, sum sigur, at vit kunnu bert hava 150 vinir og kenningar í okkara lívi í samstundis. Nú skulu vit finna fram til, um hesar báðar av­ markingar kunnu samanberast, sigur Sune Lehmann. Gransking avdúkar: FÓLK FERÐAST MILLUM 25 STØÐ Líkamikið hvussu gomul vit eru, ella hvussu nógva tíð vit hava tøka, ferðast vit menniskju millum 25 føst støð í okkara lívi. Granskarar eru ovfarnir av einsháttaða atburðinum Nýggj gransking vísir, at vit vitja bert 25 føst støð regluliga í okkara lívi