Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 22 Úr øllum ættum koma gestir – um gestaboð og fólkaskikk Snapsing Tekur tú ímóti, tá snapsur verður skonktur, skalt tú lyfta glasið eitt sindur, hyggja inn í eyguni á skonkjaranum og skála við einum brosi – onki við at snerkja ella viðmerkja, at tær ikki dámar. Tað er í lagi at klípa, men bið ongantíð um ein hálvan snaps. Skonkjarin skal ikki bjóða einum persóni, sum fleiri ferðir hevur takkað nei. Skonkjarin skal ikki leypa konufólk um. Tað er ein gamal óskikkur, sum summi kiksað mannfólk framvegis halda vera gentlemansligur ... Gestir eru vælkomnir á ólavsøku. So hjartaliga vælkomnir. Tá vit trunka okkum saman í góð- um vertskapi. Eta, drekka, syngja og sova undir somu lon. Men tað krevur nakað serligt at vera so tøtt og so nógv í senn. Bæði av gestum og vertum. Hetta serliga er fólkaskikkur. Gestir, sum duga fólkaskikk eru vælkomnir ár um ár. Hinir skulu heldur halda seg heima.