Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 26 Óli Jacobsen Í LONDON UNDIR 1. HEIMSBARDAGA Tað var eitt stórt stig hjá ungari gentu at fara til London, nú allur heimurin var ótryggur. Systirin var skakað Hanna Klein: 4. partur E g skrivaði til Lenu systir og svágin í Danmark, at nú skuldi eg til London at arbeiða. Hetta førdi til eitt ramaskríggj frá teimum, og tey hildu, at nú fór eg at gerast partur av tí hvíta trælahandlinum, sum hevði góðar dagar í London í teimum døgunum. Men eg føldi meg púra trygga aftan á at hava tosað við hesi fólkini í Danmark, sum eg hevði sam­ band við, at her var einki at óttast. Frúan, sum eg arbeiddi hjá í Danmark, var ógvu­liga fitt og læt meg fara úr plássinum tveir dagar, áðrenn eg skuldi. Eg kom so á jarnbreytarstøðina, og har stóðu doktor Larsen og konan, sum skuldu keypa mær ferðaseðil til Liverpool tok­ støðina í London úr Harwich, har fergan legði at í Onglandi. Beinasamir ferðafelagar Tá ið ferðaseðilin skuldi kannast, vísti tað seg, at eg hevði fingið ferðaseðil á 1. klassa, so tey hava ikki verið smálig. Ferðin um Norðsjógvin gekk væl, men eg fekk sjóverk. Umborð kom eg í samband við eina danska familju, sum skuldi flyta til Amerika. Hetta var ein skúlalærari við konu og tveimum børnum. Tey vóru ógvuliga hjálpsom móti mær. So skuldi eg við tokinum til London. Á tok­støðini í London skuldi eg kennast av, at eg hevði eina appilsin í hondini. Men har var eingin at taka ímóti mær. Lærara­familjan vildi ikki sleppa mær upp á fjall. So tóku tey ein hýrubil, og vit koyrdu øll til mína adressu. Har ringdu vit uppá, og ein kvinna kom út. Hennara navn var Nansy. Eg sá beinanvegin, at hon var systir frú Lar­sen. So tók eg avskeð við lærara­ familju­na. Tey skuldu til havnina at náa skip­ið til Amerika. Vit skrivaðu nógv brøv saman aftan á hetta. At eingin hevði verið ímóti mær á jarn­ breytar­støðini var orsakað av ymiskum mis­ skilj­ingum. Men hetta fekk ein góðan enda. Fínt pensjonat Tað vísti seg, at frøkun Pauli, har eg kom at arbeiða, hevði eitt fínt pensjonat, so eg skal lova fyri, at eg slapp at gera mat har. Har komu nógvir danskir sjónleikarar umframt mong onnur kend nøvn. Eg segði við frøkun Pauli, at eg vildi fegin fara við henni í býin. Eg vildi eisini so gjarna sleppa í KFUK. Tá segði hon: “Hanna, hatta er ikki nakað fyri teg”. Tá ið eg hevði verið har í einar sjey mán­ aðir, kom frk. Pauli til mín og segði: “Nú skal eg fara til danska Vesturindia, har skal eg giftast við einum donskum offiseri. Hann er í danska herinum á Sct. Tho­mas.” Vesturindia var tá framvegis undir Dan­ mark. Eg ynskti henni alla lukku við hesum. Hon greiddi frá, at tað kom ein kvinna úr Dan­mark at taka yvir. Eg segði, at hon skuldi ikki rokna við mær. Hetta var hon hørm um, men tað var einki at gera við tað. Fór at arbeiða á danska KFUK Eg fekk nú møguleika fyri at frígera meg sjálva. Eg fór í býin og fann Alexander Road. Her lá danska heimið fyri ungar kristiligar gentur. Eg varð sera væl móttikin. Leiðarin á heiminum kallaðist frk. Smith og var úr År­ hus. Hon hevði beinanvegin eitt húspláss til mín, so nú skuldi eg fara at tosa við frúuna. Vit komu til eini hús í trimum hæddum, sum lá á Campen Gardens nr. 10. Ein stovugenta í fullum uniformi læt upp, og so kom frúan. Eg skuldi standa fyri køkinum og gera mat. Her var eisini ein triðja genta. Hon skuldi hjálpa stovugentuni við tí grova ar­ beiði­num fyrrapart. Seinnapartin skuldi hon so hjálpa mær við hesum arbeiðinum. Eg skuldi byrja einar tveir dagar seinni, men segði við frøkun Smith, at eg var bangin fyri, at eg hevði átikið mær meira arbeiði, enn eg kundi klára. Eg skuldi standa fyri lættara inn­keypinum, men enska málinum var eg ikki tá serliga stinn í. Hetta var nakað sum í sjónvarpsrøðini Herskab og Tjenestefolk, har alt var so fínt. Í hesi røð kundi eg síggja meg sjálva í køki­ num. Frúan kom í køkin eina ferð um dagin um 10 tíðina fyrrapartin. Í køkinum hekk ein stór talva, og har skrivaði frúan tað, sum hon vildi hava gjørt fyri dagin. Hon greiddi mær eisini frá sínum ynskj­ um. Og tá ið hon fór, spurdi hon altíð: “Hevur tú skilt meg, genta mín?” Eg segði altíð ja, men kundi fyri tað eins væl sagt nei. Eg hevði eina enska orðabók, og stovugentan var ógvuliga beinasom at læra meg málið. Tað hjálpti eisini, at Lena systir hevði givið mær eina kókibók. Tey vóru nógv, sum matur skuldi gerast til. Har vóru frúan og maðurin, ein gift dóttir og maður hennara. Eisini var ein ógiftur son­ur. So vóru tað vit tríggjar genturnar. Familjan var jødar og øll somul frálík. Eg vil siga, at jødarnir eru ógvuliga beskeðin og takk­som menniskju. Eg fann mær eisini eina vinkonu, sum hevði tikið studentsprógv í Keyp­manna­ havn. Nú skuldi hon eitt ár í húsið í London. Hon hevði funnið sær ein vin, sum las okkurt við landbúnað. Vinur hennara bleiv eisini vinur mín. Hann æt Aage Schørrig og var prestasonur av Samsø. Vit fýra høvdu tað frálíka gott saman. Vit skuldu síggja alt tað í London, sum var vert at síggja. Vit ungu gentur skuldu vera heima kl. 10 hvørt einasta kvøld. Tá skuldi eisini vera sløkt í køkinum. Eg skuldi so taka lykilin upp í dagligstovuna og geva frúuni hann. So skuldi sigast góða nátt við alt húsfólkið. Vit skuldu halda til í okkara kømurum. Vit høvdu hvør sítt kamar, men tann yngsta gentan búði heima hjá sínum foreldrum, og hon møtti tíðliga hvønn morgun. Frúan segði, at hon hevði eina stóra ábyrgd at hava tríggjar gentur í húsinum. Eg havi ongan­ tíð havt tað so gott sum hesi bæði árini í Lon­don. Til jóla forerdi dóttirin í húsinum mær silki­stoff til ein kjóla. Tað var ógvuliga vakurt. Eg fór í ein stóran handil at hyggja eftir modellum, og har sá eg eina vakra drakt. Eg fór heim á kamarið, klipti stoffið til, rimp­aði tað saman og royndi so draktina, sum passaði væl. So skuldi hon seymast. Men har var eingin seymimaskina í hesum stóra húsinum. Tá kom eg at hugsa um, at Várharra hevði givið mær hegnigar hendur, og tær kundu brúkast. So fekk eg mót til at fara í holt við hesa avbjóðingina, og tað kom frálíkt úrslit burturúr. Fekk nógv rós fyri hetta dressið. Eg bleiv eisini avmyndað í hesum klæðunum. Hesa mynd kanst tú (ommubarnið) fáa, tá ið omma ikki er longur, tí tað er tú, sum hevur fingið meg til at skriva mínar endur­ Siðsøga Hanna mátti saman við øðrum søkja sær skjól, tí ótti var fyri, at eitt týskt luftskib fór at leypa á London