Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018 SOSIALURIN 85 27 Komandi partur Í komandi parti verður Hanna gift í Roskilde Domkirke og hevur eitt langt og gott lív. Eisini frætta vit, hvussu tað gongst systrini Malenu. minn­ingar. Tað eri eg heldur ikki kedd um, tí lívið er jú samansett av góðum og ringum. So ræður tað um at finna tað góða fram, men tað kann vera trupult viðhvørt. Prestakonan, Flora Heilmann, segði altíð við meg, at eg mátti ikki fara í ball ella dans, um eg ikki varð boðin. Tað gjørdi eg heldur ikki. Kríggið kom Men aftur til London. Ein dagin hoyrdu vit, at tað var rok í gøtunum. Hetta var tá ið Bretland kom upp í heimsbardagan móti Týsklandi. Hetta var 4. august 1914. Og eg skal lova fyri, at hetta gjørdist ein ógvus­ lig­ur bardagi. Hann kom at kosta bretum dýrt í falnum hermonnum, einir 800.000. [Her kann skoytast upp í, at tey vóru mong í Bretlandi, sum hildu tað vera ørskap at fara uppí henda bardagin. Tað segðist, at hetta tók gamla Sloan so dygt, at hann doyði ein mánað seinni.] Hópmorð við Lusitania Ein ógvuslig hending var, tá ið enska ferða­ mannaskipið, Lusitania, skuldi heim til Onglands úr Amerika. Manningin var ensk, og umborð var ein hópur av kvinnum og børnum. Hóast hetta skeyt ein týskur kav­ bátur eftir skipinum tann 7. mai 1915, og tað sakk beinanvegin. Tað doyðu um 1.200 fólk í hesi vanlukku. Tá var stór sorg í øllum Ong­ landi. Henda hending gjørdi sítt til, at USA fór upp í bardagan móti Týsklandi. Tá var tað ikki gott at vera útlendingur í Lon­don. Innan tveir dagar máttu allir danir, sum vildu sleppa heim, fara av landinum, tí tað varð stongt millum Onglands og Dan­ markar. Eg vendi mær til danska KFUK í London. Har syrgdu tey um tað hópmorð, sum týskarar høvdu framt. Eg fekk at vita, at øll har vóru farin til Danmarkar. Tá varð eg ógvu­liga kedd. So tosaði eg við eina kvinnu, sum arbeiddi á donsku sendistovuni. Hon útvegaði mær ein ferðaseðil til ein danskan dampara, sum kallaðist Holar. Hann skuldi sigla úr Edinburgh. At fara hagar var ein trupul ferð. Men so hugsaði eg, at Várharra, sum hevði hjálpt mær gjøgnum so nógv, hann vildi eisini hjálpa mær nú. Eg fór heim til frúuna og segði mína støðu, at eg mátti fara. Tað var hon hørm um, men eg gav henni mína adressu. Einar tveir dagar, áðrenn eg skuldi fara, hevði frúan verið í býnum og keypt mær eitt ferðateppi og eitt kuffert. Slíkt kann ein jødisk frúa gera, tey eru nøkur deilig menniskju. Áðrenn eg fór, upplivdi eg eitt kvøldið um 8 tíðina, at allar sirenur í London ýldu sum ávar­ing. Ja, tað var heilt vist, at ein týskur seppelinari, luftskip, var á veg móti London. Tá máttu herskapsfólk og tænastufólk fara saman niður í kjallaran. Vit vóru har umleið ein tíma. Vit vórðu vard av antiskjútsrakettum, so tað hendi eing­in vanlukka. Trupul ferð heim So kom dagurin, tá ið eg skuldi fara. Fyrst hevði eg verið eftir øllum mínum pengum í banka­num, sum eg hevði sett inn hvønn mánað. Tað var blivið til eitt sindur. Eg búði og át jú ókeypis og hevði ikki spilt nakrar peng­ar burtur. So fór eg hesa longu og strævnu ferðina. Fyrst var at koma til Edinburgh við toki. So mátti eg finna ein dragara, sum tað kallaðist tá, sum skuldi koyra meg oman í havnina. Eg bað hann hyggja eftir einum skipi við reyð­um og hvítum flaggi. Komin umborð, kom ein eldri maður til mín og tók í hondina á mær. Hetta var skipar­in umborð. Hann segði: “Sig mig lille frøken, hvem har skaffet Dem billet til dette skib?” Jú, ferðaseðil hevði eg fingið gjøgn­ um donsku sendistovuna í London. Uttan fyri Hetlandsoyggjarnar var lagt eitt minubelti, sum vit skuldu ígjøgnum. Hetta var minni gott, men skiparin roknaði við at fáa hjálp frá bretskum herskipum. Eg má siga, at eg bleiv eitt sindur illa til passar. Tá ið vit høvdu etið nátturða, varð sagt, at eg kundi fara í koyggjuna, men eg mátti ikki lata meg úr, heldur ikki úr skón­ um. Eg sovnaði ikki, eisini tí at eg fekk sjó­ verk. Klokkan trý um náttina hoyrdi eg ein øgi­ligan gang umborð. Tá komu menn leyp­ andi niður trappurnar. Mítt hjarta sat uppi í hálsinum. Stýrimaðurin rópti: “Frk Klein, her er kontrol”. Beinanvegin leyp eg úr koyggjuni og læt upp. Hetta var enska eftirlitið, og teir høvdu tikið alt skipið fyri at kanna, um har var nakað ólógligt. Men har var alt í lagi. So sigldi bretska herskipið undan okkum, til vit vóru komin gjøgnum minubeltið. Nú skilti eg betur, at skiparin var ovfarin um tann ferðaseðil, sum eg hevði. Hann tók als ikki ferðafólk til Danmarkar. Holar var annars søktur 18.8.1917 av týsk­ um kavbáti. Ein maður doyði. Aftur í Klaksvík Eg kom aftur í mína kahútt, og tá eg vaknaði aftur, vóru vit í Føroyum. Eg fór til Klaksvíkar og fekk eina góða móttøku. Øll tóku væl ímóti mær og tóku til, at tey als ikki kendu meg aftur. Eg fór í kirkjugarðin at vitja gravirnar hjá mam­mu og pápa. Har stóð ein trækrossur, sum var um at detta sundur. Eg stóð og græt um øll minnini. Tey kundi eg ikki taka beint tá. Eg setti meg í samband við míni systkin, um vit øll somul ikki skuldu seta ein rættiligan stein á grøvina. Tað gjørdu vit eisini og funnu ein vakran stein. Hann greiðir eisini frá hvøkkinum, tá ið Lusitania varð søkt av týskarum Hanna fekk eina dramatiska ferð heim úr Bretlandi til Føroya við Holar hjá DFDS Heimkomin skipaði Hanna fyri at fáa sett gravstein á grøvina hjá foreldrunum Í hesum ótryggu tíðum var gott at hava danska KFUK í London at halda seg til