mánadagur 30. juli 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86
Eyðun Klakstein
Tað var ein stór løta hjá
tí 21 ára gamla Gunnari
Mikkelsen úr Vestbjerg í
Norðurjútlandi, tá ið hann
eitt vetrarkvøld í desember
2003 var kosin vinnari av
sangkappingini »Stjerne for
en aften«, sum Danmarks
Radio skipaði fyri.
Gunnar
Mikkelsen
hevði í finaluni framført
popphittið »Why Does It
Always Rain On Me«, og tað
gjørdi hann so væl, at hann
fekk 27 prosent av teimum
200.000 atkvøðunum, sum
vórðu sendar inn umvegis
sms og telefon.
Vinnarin
árið
fyri,
Guðrun
Sólja
Jacobsen,
handaði Gunnari Mikkelsen
vinningin,
sum
var
ein
plátusáttmáli við Universal
Music og ein marglætisferð
til Thailands.
Gunnar
Mikkelsen
var stjørnan hesa løtuna.
Stjørna í eitt kvøld – og
nakað meira enn tað.
Nú eru 15 ár liðin síðani
minniliga kvøldið. Stóran
part av tíðini síðani hevur
Gunnar Mikkelsen als
ikki spælt tónleik.
Stutt eftir sigurin
í »Stjerne for
en aften«
tveitti hann gittaran upp
á loftið og nart hann ikki í
meira enn 10 ár.
Nú er Gunnar Mikkelsen
aftur til reiðar við nýggjum
tónleiki, og hansara persón
liga og tónleikaliga støða er
ein heilt onnur.
– Mær dámar væl at vera
vaksin, og eg haldi, at sangir
nir hjá mær verða betur
av tí, sigur Gunnar Holm-
Lintermann, sum hann nú
eitur. Nýggja navnið hevur
sína frágreiðing, og hon
kemur.
Føroyska familju
Gunnar Holm-Lintermann
er
hálvur
føroyingur.
Mamma
hansara
er
Kristianna
Holm-Jacob
sen. Gunnar vaks upp í
Danmark, men eftir at for
eldrini fóru hvør til sítt,
búði hann eitt skifti saman
við mammuni í Føroyum og
gekk í fólkaskúla her. Tey
fóru tó aftur til Danmarkar
at búgva.
– Eg havi verið nógv í
Føroyum
gjøgnum
árini
– bæði sum yngri og vaksin.
Eg havi framvegis familju
í Føroyum og vitji vanliga
í Føroyum minst eina ferð
um
árið,
sigur
Gunnar
Holm-Lintermann.
Gunnar er giftur norsku
Jannicke, og tey eiga fýra
ára gamla dóttur. Tá ið
Gunnar
og
Jannicke
giftust,
avgjørdu
tey
at
taka
eftirnøvnini hjá mamm
unum og seta tey saman
til teirra egna eftirnavn.
Frá mammu síni tók Gunn
ar navnið Holm, og frá
mammu síni tók Jannicke
týska navnið Lintermann.
Harvið vóru tey hjúnini
Holm-Lintermann. Tey hava
seinastu stívliga sjey árini
búð í Oslo.
Vildi ov nógv
Luttøkan í »Stjerne for
en aften« lat dyr upp fyri
Gunnari Holm-Lintermann.
Tá ið upptøkutólini vórðu
sløkt, stóð plátufelagið Uni
versal Music og trippaði
fyri at fáa tónleik á gøtuna
skjótast gjørligt. Vanliga
plaga vinnarar av sangkapp
ingum at smíða, meðan jarn
ið er heitt, og fáa útgávu út
sum skjótast.
Gunnar
Holm-Linter
mann hevði ikki hug at
geva eitthvørt út, og meðan
plátufelagið vildi hava eina
lætt og popputa útgávu út,
vildi Gunnar hava meira
kant á, og hann vildi skriva
sangir
sjálvur
og
hava
ávirkan á framleiðsluna.
– Eg var ein atypiskur
vinnari. Eg vildi gera eina
meira alternativa útgávu, og
tað skapti støðuga ósemju
við plátufelagið. Teir vildu
ein veg, eg vildi annan, tí eg
kendi á mær, at eg hevði brúk
fyri at eksperimentera, sigur
Gunnar Holm-Lintermann.
– Eftir »Stjerne for en
aften« hevði eg brúk fyri at
fóta mær sum tónlistafólk,
og eg vildi finna mína egnu
rødd. Tá ið eg hyggi aftur
nú, dugi eg at síggja, at
eg var ikki búgvin
til tað. Eg var
21 ár og ikki
til reiðar at
etablera
m
e
g
s u m
artist. Eg skuldi í fyrsta
umfari helst bara farið víðari
sum vinnarin av »Stjerne
for en aften«, áðrenn eg tók
næsta stigið. Tað hendi ov
nógv hjá mær í senn, sigur
Gunnar Holm-Lintermann.
Misti hugin
Tað gekk ikki long tíð eftir
»Stjerne for en aften«, til
Gunnar Holm-Lintermann
tók eina kollveltandi avgerð.
Tónleikurin, sum hevði havt
so nógv at siga fyri hann, var
blivin ein plága. Ósemjan við
plátufelagið, og hansara leik
luturin í bransjuni annars,
tók hugin frá honum.
– Eg hevði ikki hug at
spæla meira og legði gittaran
upp á loftið. Eg hevði heilt
einfalt fingið nóg mikið og
hevði brúk fyri at hugsa meg
um, sigur hann.
Umráðingartíðin gjørdist
sera drúgv – tað gingu meira
enn 10 ár, áðrenn Gunnar
aftur setti seg við gittar at
spæla.
Gunnar fór at lesa films
vísund á universiteti, møtti
norskari kvinnu, sum hann
seinni giftist við, flutti til
Oslo við og fekk barn saman
við. Nógv hendi í lívinum,
men tónleikurin var horvin.
– Unnustan hjá mær
spurdi meg, hví eg ikki
gjørdi okkurt við tónleik.
Eg kundi sungið í kóri ella
spælt okkurt, men eg vildi
ikki nakað.
Fyri góðum sjey árum
síðani fluttu Gunnar og
Jannicke til Oslo at búgva,
og har fekk Gunnar arbeiði.
Sum fráleið treivst hann illa
við arbeiðið og hevði vána
ligt samband við stjóran og
starvsfelagar.
–
Knappliga
gjørdist
arbeiði ein trupulleiki, og
eg fekk tað kropsliga illa.
Eg hevði ikki hug at fara til
arbeiðis, tá ið eg vaknaði,
og sum heild var kenslan
sera vánalig, greiðir Gunnar
Holm-Lintermann frá.
Broytti hugsan
Um tað mundið – í 2015 –
fóru Gunnar og systurin
eina ferð til Føroya, og
tað broytti alt. Tey fóru
á G! Festival at lurta eftir
tónleiki, og tað var ein løta
á Sandinum í Syðrugøtu, at
Gunnar broytti sína støðu til
tónleik.
– Føroyingar duga allir
so væl at syngja og tíma so
væl at syngja. Og tá ið eg
stóð mitt á Sandinum, og øll
sungu við, bleiv eg rørdur.
Har stóðu ungfólk, tilkomin
fólk, sjómenn, arbeiðsfólk,
skrivstovufólk og fólk við
hægri útbúgving og sungu
saman, og eg merkti, hvussu
nógv tónleikur og sangur
hevði at siga fyri tey, greiðir
Gunnar Holm-Lintermann
frá.
– Tann løtan fekk meg at
broyta mítt lív. Eg avgjørdi,
at eg skuldi siga arbeiðið hjá
mær upp, og eg æltaði mær
aftur at spæla tónleik. Tá ið
vit komu til Havnar, segði eg
við konuna hjá mær, at nú
hevði eg aftur hug at spæla
tónleik, og hon svaraði, at
tað hevði hon bíðað leingi
eftir at hoyra meg siga.
Gunnar
gjørdi
álvara
av sínum ætlanum. Hann
segði arbeiðið upp og fann
sær annað arbeiði, sum
hann trívist sera væl við.
Nú starvast hann við bio
graflýsingum
og
brúkar
sína útbúgving innan films
vísund. Hann ger útrokn
ingar av, hvussu nógv fólk
koma til teir ymsu filmarnar
og avger, hvørjar lýsingar
skulu sýnast hvar. Og so
er tað tónleikurin, sum er
komin inn aftur í gerandis
dagin.
– Tá eg fekk nýggja
arbeiðið, segði eg beinan
vegin frá, at eg ætlaði mær
eisini at spæla tónleik, og at
eg ikki fór at arbeiða fulla
tíð, so nú havi eg ein góðan
gerandisdag, har eg lutvíst
arbeiði við nøkrum, sum eg
tími væl, og lutvíst spæli
tónleik.
–
Eg
havi
ongantíð
áður havt tað so gott, sum
eg havi tað nú. Eg havi
alt, eg kann ynskja mær
– familju, arbeiði, búgvi í
einum deiligum býi, skrivi
sangir og havi bæði hug
og pláss í mínum lívi til at
spæla tónleik. Nú gevur
alt meining, sigur Gunnar
Holm-Lintermann.
Útgevur nýtt
14 ár eftir at hann gav
tónleik út seinast, er Gunnar
Holm-Lintermann
aftur
aktuellur við nýggjum sangi.
Sangurin »Fade to White« er
leysgivin – hann finst eitt nú
á Spotify – og hann snýr seg
um upplivingar hjá Gunnari.
– Hetta var ein góður
sangur at byrja við at geva
út, tí hann sigur nakað um
mína ferð seinastu árini. Nú
kenni eg meg vaksnan, og
eg havi nógv at fortelja og
skriva um í mínum sangum,
sigur
Gunnar
Holm-
Lintermann.
Ætlanin er, at tveir sangir
afturat verða útgivnir kom
andi tíðina, og síðani er
ætlanin at ein heil útgáva
verður tøk seinni í ár.
– Eg havi arbeitt saman
við
framleiðaranum
Mads Brinch um nýggju
sangirnar, og tað hevur
verið
sera
gevandi
og
avbjóðandi. Hann er sera
dugnaligur og bjóðar mær
av, og hann kemur eisini við
sínum hugskotum. Vit hava
fingið tónleikarar, sum vit
kenna í studio at spæla, og
so vildu vit vita, hvat hendi.
Vit eru farnir rættiliga opið
til innspælingarnar, so at
vit veruliga hava spælt
sangirnar inn og fram, sigur
Gunnar Holm-Lintermann.
Nýggja
útgávan
hjá
honum hevur fingið heitið
»Fumes« og skal ætlandi
koma út um miðjan novem
ber.
VANN «STJERNE FOR EN AFTEN«:
TVEITTI GITTARAN
UPP Á LOFTIÐ Í 10 ÁR
Stutt eftir at Gunnar Mikkelsen vann sangkappingina »Stjerne for en aften«, misti
hann hugin at spæla tónleik. Gittarin fór upp á loftið, og í meira enn 10 ár spældi hann
ikki ein tóna. Men so hoyrdi hann føroyingar syngja felagssang, og so hendi nakað