mánadagur 30. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86
6
Sosialurin
ANNITA FIMMTI
Fríggjadagin fylti Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri tjóðveldi, fimmti. Hon er dóttir Simonu og
Henry Frederiksberg á Strondum. Hon er gift Páll Olsen av Skála. Annita er útbúgvin fólkaskúla
lærari og er bachelor í stjórnmálafrøði. Hon varð vald á ting á fyrsta sinni í 1998 og afturvald
til valið í 2011. Men á seinasta løgtingsvali varð hon afurvald í Løgtingið. Hon forkvinna í
Tjóðveldi á tingi og forkvinna í Uttanlandsnevndini og limur í Landsstýrismálanevndini.
Nú hava vit øll
rundan um okkum
Nicolina av Kamarinum
helt um vikuskiftið 80
ára dagin í Danmark, hag
ar hon flutti í heyst
Eyðun Klakstein
Leygardagin var stórur
dagur í føroyskari fam
ilju í Skive í Danmark.
Nicolina Jacobsen – eis
ini kend sum Nicolina av
Kamarinum – fylti 80 ár
ólavsøkuaftan.
Nicolina er kend sum
songkvinna í bólkinum
»Tey av Kamarinum«,
og hon hevur skrivað
klassikarar sum »Mær
leingist« og »Tá kvøld
ið
kemur«.
Í
heyst
fluttu hon og maðurin
Bjørgheðin av Langa
sandi til Skive at búgva.
Orsøkin var einføld. Tey
vildu verða nærri børni
num og teirra eftirkom
arum.
– Vit høvdu tað sera
gott á Langasandi, og
tað var ikki lætt at fara
haðani, men tá ið vit
tóku avgerðina um at
flyta
til
Danmarkar,
gekk tað skjótt. Vit hava
ikki angrað avgerðina
og hava tað sera gott
her í Danmark, hóast
vit sjálvandi sakna før
oysku náttúruna og vin
ir og familju heima, sigur
Nicolina av Kamarinum.
– Kanska skuldu vit
verið flutt fyri nøkrum
árum síðani, men tað var
ikki ein løtt avgerð at
taka, og vit eru bara feg
in um, at vit nú eru her í
Danmark, sigur hon.
Fegin
Í nógv ár hava tey havt
langan tein – minst eitt
flogfar ella eina ferju –
millum seg og døturnar,
sum báðar hava búð í
Danmark í mong ár. Nú
er alt øðrvísi.
– Nú búgva vit hálvan
tíma frá báðum okkara
døtrum,
barnabørnu
num og teirra børnum,
so vit eru komin nógv
nærri okkara nærmastu
familju, og tað eru vit
sera fegin um. Nú hava
vit øll rundan um okk
um, sigur Nicolina Jac
obsen.
80 ára dagurin varð
hildin á einari krógv
saman
við
familjuni.
Sonurin, sum býr í USA,
kom til Danmarkar at
halda dagin, so øll tann
nærmasta familjan var
savnað hátíðardagin.
– Eg blívi eitt ár eldri,
men tað kennist ikki
sum nøkur stór broyt
ing. Hetta er bara ein
staðfesting av, at eg eri
blivin eitt ár eldri, og at
eg nú eri 80 ár, sigur Nic
olina Jacobsen.
Sofus Debes Johannesen
40 ára starvsdag
1. august hevur Sofus Debes Johannesen frá
Gjógv 40 ára starvsdag hjá Taks
Sofus er føddur í 1960 og
eftir at hava gingið í sjey ár
í skúla við Gjógv, fór hann í
realskúla á Felagsskúlanum
á Oyrarbakka, har hann var
liðugur í 1977.
1. august í 1977 byrjaði
hann sum skrivstovulærl
ingur á Líkningarráð Føroya.
Har var hann deildarleiðari í
Kollafirði frá 1988 til 1993.
Tá Líkningarráð Føroya
og Føroya Tollstova vórðu
løgd saman til Toll- og
Skattstovu Føroya í 1993,
fór hann aftur til Havnar at
arbeiða á Menningardeildini,
sum seinni hevur broytt
navn til KT-deildin, har hann
framvegis arbeiðir.
Eitt ár – 1990-91 – var hann
í farloyvi og arbeiddi innan
aling. Hann var ein av stovn
arunum og eigarunum av
smoltstøð við Gjógv frá 1985
til 2004, og í hesum sambandi
var hann í nøkur ár formað
ur í Smoltalarafelagnum.
Soleiðis hevur hann 40 ára
starvsdag nú 1. august, tá ár
ið í farloyvi er drigið frá.
Stovnurin eitur í dag
TAKS, so hóast tað er sami
stovnur, hevur hann havt trý
nøvn hesi árini, Sofus hevur
starv á stovninum.
Sofus er eisini ein roynd
ur kommunupolitikari.
Hann sat í bygdarráðnum
við Gjógv frá 1989 til 2004 tá
kommunan varð løgd saman
við hinum kommununum til
Sunda kommunu.
Hann sat eisini í Sunda
kommunu
frá
2005
til
2016, tá hann ikki stillaði
uppaftur. Í 12 ár var hann
borgarstjóri í Gjáar komm
unu. Í samfull 28 ár var Sofus
kommunalpolitikari.
Sofus hevur havt nógv
onnur álitisstørv. Hann hev
ur verið í nevndini fyri bygd
arhúsið við Gjógv (Gjáar
Samkomuhús) øll árini síð
ani 1980. Verið í nevndini
fyri Sunda Judofelag síðani
miðskeiðis í 80-unum.
Á ólavsøku í ár hevur
hann verið formaður í Judo
Føroyar (fyrr Judosamband
Føroya) í 30 ár.
Hann var ein av innahýsis
grannskoðarunum hjá Euro
pean Judo Union frá 2009 til
2013.
Hevur hjálpt til í fyrisit
ingini hjá EB/Streymi síðani
2011, herundir eisini verið
ferðaleiðari seinnu árini, fel
agið hevur verið í altjóða lut
tøku 2010-2013.
Nevndarlimur í Gjómanni
síðani endurstovnanina í
2007.
Nevndarlimur í ættar
granskingarfelagnum
KT
Slekt síðani stovnan í 2001.
Hevur eisini okkurt árið und
irvíst í ættargransking á Oyr
arbakka.
Nevndarlimur í Oyggja
leikanevndini 1990 til 2005.
Verið ein av høvuðsferða
leiðarunum til Oyggjaleikir
nar frá byrjan í 1985 til 2005.
Hevur verið til allar Oyggja
leikirnar higartil uttan í 2013
á Bermuda.
Hann hevur verið í Dop
ingeftirlitsnevndini
síðani
stovnan og verið við at taka
dopingroyndir síðani byrjan
í 2003.
Skrivaði um ítrótt í Sosial
inum frá 1981 til 1988.
Fyrstu árini hann arbeiddi
í Havn - frá 1977 til 1987 búði
hann í Havn, annars hevur
hann búð við Gjógv og hevur
koyrd ímillum Gjógv og høv
uðsstaðin síðani 1987.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Sofus Debes Johannesen, sum er ættaður frá Gjógv, hevur verið kommunustýrislimur í 28 ár. Fyrst í Gjáar kommunu í 16 ár,
harav 12 ár sum borgarstjóri, síðani í 12 ár í samanløgdu Suna kommunu
Nicolina av Kamarinum og maðurin Bjørgheðin
fluttu í heyst til Danmarkar at búgva