Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD U20-landsliðið í hondbólti var um reppið at spæla seg í finaluna í EM-kapping í Makedonia. KÍF er farið at fyrireikað seg til nýggja kappingarárið, og so er nýggjur vinnari funnin í Tour de France Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Finnur Justinussen gjørdist sigursharri og hetja, tá ið Næstved í gjár vann 3-2 á heimavølli ímóti FC Fredericia í ársins fyrsta dysti í næstbestu donsku deildini. Finnur og liðfelagar, sum júst eru fluttir upp í næstbestu deildina, vóru annars aftanfyri 2-1 í hálvleikssteðginum. Finnur, sum skrivaði undir sáttmála við Næstved undan hesum kappingarárinum eftir at hava verið leigaður til felagið í vár, skeyt 3-2-sigursmálið tá ið 20 minuttir restaðu í. Næsti dystur hjá Næstved verður næsta sunnudag á útivølli ímóti FC Helsingør. Heini Vatnsdal var við í byrjunaruppstillingini og spældi allan dystin fyri Fremad Amager, sum í gjár tapti 3-1 á útivølli ímóti FC Helsingør. Hálvleiksstøðan var 3-0 til heimaliðið, og Mads Gabel pyntaði um støðuna í seinna hálvleiki. Hetta var eins og hjá øllum hinum liðunum í næstbestu donsku deildini fyrsti dystur í nýggja kappingarárinum. Næsti dystur hjá Fremad Amager verður næsta sunnudag á útivølli ímóti Hvidovre. Fríggjadagin tapti AC Horsens fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Tað bleiv til eitt 2-0-tap á útivølli ímóti SønderjyskE, har Mads Hvilsom og Mart Lieder í seinna hálvleiki syrgdu fyri at heimaliðið fekk øll stigini. Hallur Hansson spældi allan dystin og fekk eitt gult kort við á vegnum. AC Horsens hevur nú fýra stig fyri tríggjar dystir. Vejle og Viljormur Davidsen spæla í kvøld kl.18.00 ímóti AGF. HONDBÓLTUR Føroyska U20-landsliðið hjá monnum hevur seinastu dagarnar luttikið í EM-kapping fyri tey næstbestu í makedonska høvuðsstaðnum, Skopje. Óvæntað og eftir framúr sigur á Hvítarusslandi høvdu Føroyar spælt seg heilt fram í hálvfinaluna, har teir í gjár spældu ímóti vertunum úr Makedonia. Hóast Mekedonia var stórfavorittur, so vóru Føroyar væl við í dystinum, og eftir hálvleiksstøðuna 13-12 til Makedonia endaði tað við 23-23-javnleiki. Hetta merkti, at neyðugt var við brotskøstum fyri at finna finaluliðið. Her drógu føroyingarnir tíverri styttra stráðið. Makedonia vann dystin við brotskøstunum, og so skuldu Føroyar heldur spæla um triðja plássið í kappingini. Í bronsudystinum, sum var ímóti Sveis, eydnaðist einki serligt hjá føroyingunum. Sveis smurdi Føroyar av 32-17 eftir at hava verið á odda 16-7 í hálvleikssteðginum. Føroyar fingu harvið fjórða pláss í EM-kappingini í Makedonia. Í dag vóru vit ikki sálarliga til staðar. Tapið í gjár (fyrradagin, red.) sat framvegis í okkum, og tað var tað. Vit spældu eina góða kapping, men ikki í dag, segði føroyski venjarin, Mark Lausen-Marcher, eftir dystin. KÍF hevur sett nýggjan venjara til besta mansliðið komandi kappingarár. Tað verður kendi fyrrverandi dómarin og kyndlamaðurin, Andreas F. Hansen, sum nú skal standa á odda fyri kollfirðingum. Hann tekur við eftir Jóan Paula Olsen, sum var venjari í fjør tá ið KÍF endaði á aftasta plássi. Umframt Andreas F. Hansen, so er eisini blivið kunngjørt, at danski profilurin á føroyska landsliðnum, Nicklas Selvig, nú aftur skal spæla í KÍF. Hann hevur seinast spælt við TMS Ringsted í næstbestu donsku deildini. Sambært in.fo, so eru eisini aðrir leikarar á veg til KÍF, og ein av teimum sigst at vera danski StÍF- málverjin, Joakim Jürs. SKÍÐ Kendi norski fyrrverandi skíðarin, Vibeke Skofterud, er deyð. Hon bleiv 38 ára gomul. Norska løgreglan váttar fyri NRK, at hon varð eftirlýst náttina til sunnudagin og bleiv funnin um middagsleitið í gjár við oynna St. Helena tætt við Arendal í Noregi. Læknar komu til staðið við tyrlu, men Vibeke Skofterud var deyð. Nógv bendir á, at talan var um eina vanlukku á vatnskutara. Umframt fleiri norsk meistaraheiti, so vann Vibeke Skofterud eisini HM-gull í stafett í 2011 og OL-gull í stafett í 2012. SÚKKLING Heldur óvæntað eydnaðist tað ikki verandi vinnaranum og stórfavorittinum, Chris Froome, at endurvinna Tour de France í ár, sum var 105. útgávan av kendu fronsku súkklukappingini. Heldur var tað liðfelagi hansara í Team Sky, Geraint Thomas, sum óvæntað vann samlaðu kappingina og harvið kendu gulu troyggjuna. Geraint Thomas er 32 ára gamal og úr Wales. Hann hevur seinastu árini verið ein av trúføstu hjálparsúkklarunum hjá Geraint Thomas, men í ár fekk hann, serliga sum kappingin fráleið, fríari teymar og prógvaði seg at vera sterkasti súkklarin í kappingini. Hollendski Tom Dumoulin frá Team Sunweb trein eisini upp á stóra pallin við at blíva nummar tvey í kappingini, 1 minutt og 51 sekund aftanfyri vinnaran, meðan Chris Froome, sum annars hevur vunnið Tour de France seinastu trý árini, fekk triðja plássið við at vera 2 minuttir og 24 sekund aftanfyri vinnaran. Í Danmark fegnast tey um, at tað eydnaðist Magnus Cort Nielsen at vinna 15. teinin í kappingini. Hetta var fyrstuferð síðani 2009, at ein danskari vann ein tein í Tour de France. Fingu fjórða pláss í Makedonia U20-landsliðið fegnast um eitt mál í sigrinum á Hvítarusslandi