Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Hjalmar Evensson Ólavsøkudag kappaðust seks manns við Kongabrúnna í Havn um at gerast Føroya sterkasti maður. Kappast varð í seks ymsum greinum, og tá samanum kom, var tað ein royndur kenningur, ið stóð eftir sum stóri vinnarin. Havnar­ maðurin, Bjarni Nielsen, sum hevur vunnið fýra tey undanfarnu árini, vann ein greiðan og tryggan sigur. Hann staðfesti, at hann er Føroya absolutt sterkasti, og at eingin klárar at steðga honum. Bjarni Nielsen vann sannførandi við 36 stigum og hægstum stigatali í øllum seks greinunum. Hann hevði ætlað sær at vunnið, og tað merktist eisini á honum, at hann var glaður og nøgdur við fyrsta plássið. - Tað kennist super at hava vunn­ið. Tað er líka gott sum tey síðstu fýra árini, eg havi vunnið. Undan­tikið tað fyrsta árið, tað var heilt serligt. Nú eri eg komin í helvt. Eg ætlaði at vinna tíggju ferðir, sigur Bjarni Nielsen. Bjarni Nielsen vann fyrstu ferð kappingina í 2014. Tað var tá óvænt­ að, at hann skuldi fara við sigrinum, men síðan tá hevur hann vunnið hvørt ár. Men í ár hevur hann eisini sett eitt nýtt persónligt met, tí hann er ongantíð blivin nummar eitt í øllum greinunum fyrr. Tað kláraði hann hesa ferð, og hesum hevur hann strembað eftir síðan 2015. - Eg havi leingi ætlað mær at vunnið allar greinarnar. Í kapp­ ing­ini í 2016 fekk eg skaða í knæðið mitt í kappingini, so tað gekk ikki so væl ímóti endanum. Og í 2017 var eingin onnur stór kapping akkurát um tað mundið, so eg var ikki í topp­formi, og so bleiv eg skaddur í tjúkkan aftrat, sigur Bjarni Nielsen. Nógv fólk høvdu lagt leiðina fram­ við Kongabrúnna at hyggja eftir Føroya sterkasta manni. Fleiri komu eisini at skimast og for­vitn­ ast, tí har hoyrdust róp frá luttakarum og áskoðarum lang­an veg. Fólkini vóru røsk at motivera luttakararnar, og stuðl­andi eggjandi róp sum “Kom so! tú klárar hetta her!” vóru við til at seta dám á intensa stemningin á Busa­tanga. At síggja hesar menn­in­ar stríðast og pressa seg til sítt allar ítasta var nervapirrandi hjá áskoðar­ unum at hyggja eftir. Hvørja ferð ein nýggjur átti tørn, var tað spennandi at vita, hvussu nógv ella leingi hann kláraði at lyfta. Verturin og luttakararnir vóru serliga raskir til at motivera hvønn annan, og tað var týðiligt, hvussu stóran týdning mentalur stuðul hevði, tá so nógv stóð á hjá teim­um. Teir seks luttakararnir vóru ikki bara kappingarneytar, men eisini kammeratar, ið hjálptu og eggjaðu hvørjum øðrum. Komin til triðju grein byrjaði tað at regna. Summir áskoðarar vóru væl fyrireikaðir til regnið og høvdu tikið regnskjól við. Onnur slup­pu sær avstað, tí tað bleiv í so váttligt og kølið at standa í regni­ num so leingi. Men tað forðaði so ikki luttakarunum í nøkrum, og teir fóru í grein seks enntá úr yvir­klæð­ unum at lyfta steinarnar í berum yvir­kroppi í regninum. Nummar tvey í kappingini gjørdist Rói Holgarsson, sum fekk 27 stig, og triðja plássið fór til Hans José Poulsen við 24 stigum. Hinir lut­takandi vóru Helgi Lamhauge, Magnus Sivertsen og Poul Lam­ hauge. Dómarar vóru Bjarni Hammer og Bogi Hammer. Bjarni Nielsen var langt framm­ an fyri longu frá byrjan av. Vert­ urin segði fleiri ferðir gjøgnum kapp­ingina, at Bjarni Nielsen var í topp­formi í løtuni. Hetta sást eisini aftur, og hann heldur eisini sjálvur, at tað var orsøkin til, at hann klár­ aði seg so væl í ár. - Eg havi í ár verið rættiliga held­ igur viðvíkjandi skaðum. Eg havi kapp­ast í Danmark fyri trimum vik­um síðani og skal til Svøríkis um tvær vikur, so eg eri í øgiliga góðum formi beint nú. Vanligvís eri eg ikki í so góðum formi, sum eg eri nú til Føroya sterkasta mann. Fimm ár á rað hevur Bjarni Niel­sen vunnið heitið sum Føroya sterk­asti maður. Hann er eftir hond­ini væl royndur í kappingini, og hann hevur ongar ætlanir um at gevast enn á sinni. - Tá eg havi vunnið tíggju ferðir, sleppa aðrar kreftir fram at. Eg skal ikki siga, at eg pensionerist frá sterkmann sportinum, men eg pen­sionerist nokk frá at kappast í Føroya sterkasta manni, um eg klári at vinna tíggju ferðir á rað. STYRKIKAPPING Føroya sterkasti maður 2018: Fimta árið á rað hevur Bjarni Nielsen staðfest, at hann er sterkasti maður í Føroyum. Hann gjørdist nummar eitt í øllum greinunum BJARNI ER FRAM­ VEGIS STERKASTI FØROYINGURIN