Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Ólavsøkan var ikki blíð við feløgini í høvuðsstaðnum. Undantakið er B36, sum ikki hevði stundir at spæla ímóti 07 Vestur ígjár. Í gjárkvøldið lætti B36 ferðalagið úr Vágum, og í nátt varð kósin sett móti Istanbul, har B36 hósdagin fer at royna at umboða føroyskan fótbólt ímóti Besiktas. Hvørki AB ella HB megnaðu at skora mál á ólavsøku, og hvørki annað ella hitt liðið vann stig. Ofta hevur AB ment seg eftir summarsteðgin, hóast tað hevur verið soltið og sæð illa út, tá ið kapp­ingin er farin í summarfrí. Fríggjadagin sást einki til, at tað nú skal roknast við AB. 4-0 tapið á heimavølli ímóti Suðringum ber við sær, at tað eru seks stig og væl verri málmunur frá AB og fram til Suðringar. Pape var høvuðsleikari AB – Suðringar 0-4 Meðan mjørkin og hóttanin av niðurflyting seyg seg niður yvir heimaliðið, var stórsigurin góður kikk­startur á ólavsøkuna hjá Suðr­ ingum, sum av álvara hava skotið papa­geykin við nýggja álops­ spælara­num Pape Mamadou Faye, sum var trífaldur málskjútti og harvið heilt avgerandi fyri úrslitið, hóast tað eingin ivi var um, at gestir­nir – serliga eftir steðgin – vístu nógv betri hugburð og avrik. Hóast Suðringar mistu Dánjal Godt­fred miðskeiðis í seinna hálv­ leiki, so hefti einki fyri teimum, og teir skoraðu tvey mál ta løtuna, hóast teir vóru undirmannaðir. Hvørki annað liðið ella hitt hevur spælt týdningarmiklan dyst síðani AB 22. juni tapti 4-1 á heima­vølli ímóti B36 og 23. juni, tá ið Suðr­ingar taptu 4-1 á heimavølli ímóti HB. Henda dagin var Pape Mamadou Faye fyri fyrstu ferð at síggja á liðnum hjá Suðringum, uttan at hann átti avgerandi leiklut. Ímóti AB var hann dagsins maður, so tað stóð eftir í: -Eg hevði ikki roknað við at skora hattrikk, men vit eru allir ovurfegnir yvir sigurin, sum vit vóna fer at vísa seg at hava týdning fyri okkum næstu vikurnar. AB legði betri fyri, men eftir fyrsta mál­ið, sum var eitt sindur til­vild­ ar­ligt, vaks sjálvsálitið hjá okkum. Eg rakti bólt­in sera væl í fyrsta førinum, og tá vit fingu næsta málið, var tað eitt sindur heppið. Í triðja førinum varð brots­spark gjørt ímóti mær í støðu, sum eg ikki hevði roknað við. Rós til lið­ felagarnar fyri, at teir góvu mær loyvi at umseta brotssparkið til mál og hattrikk. Brotssparksmálið og tað hjá Búa Egilsson fingu vit stutta løtu eftir, at vit høvdu mist Dánjal Godtfred, og tá arbeiddu vit ógvuliga nógv og vístu góðan hug­ burð, sigur Pape Mamadou Faye, sum rósar góða venjaranum og lið­ feløgunum. Í AB er lagið einki serligt, nú tað eru seks stig fram til bjarg­ ing­ina. Næsti møguleiki at betra um støðuna verður sunnudagin á útivølli ímóti Víkingi, sum er í góðari dystarvenjing, eftir í summar­steðginum frá lands­kapp­ ing­ini at hava verið og framvegis er partur av europeisku kappingini. -Vit vóru við í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin megnaðu vit einki. Tað eydnaðist ongantíð at pressa mótstøðumenninar, sum vunnu nærdystirnar og næstu bóltarnar, staðfestir Jobin Dranga­ stein hjá AB. Dosljak var høvuðsleikari KÍ – Skála 3-1 Meðan skálamenn ikki høvdu verið í týdningarmiklari avbjóðing síðani 22. juni, tá ið tað endaði 1-1 á heimavølli ímóti NSÍ, so hevur KÍ í summarsteðginum verið upptikið av europeisku avbjóðingunum. Serliga í fyrra hálvleiki fríggja­ kvøldið kendist dystarvenjingin hjá KÍ at vera væl betri enn hjá gest­unum, sum ikki vunnu nær­ dystir­nar og ikki vóru nóg kvikir í stríðnum um returbóltarnar. Í síni tíð varð sagt um suður­ afrikanska liðfelagan hjá Toda Jóns­son í FCK, Zuma, at hann var altíð best fyri á hásumri, tá ið veðr­ ið var gott. Hjá KÍ hava útlendsku spælar­ ar­nir vunnið sær størri leiklut í summar. Hvussu tað verður seinni í ár fer tíðin at vísa. Semir Hadzibulic hevur verið lyklaspælari í fleiri ár. Deni Pavlovic hevur verið stinn­ ur síðani tíðliga í vár. Í altjóða avbjóðingunum og aftur fríggja­ kvøldið sást, at Richard Møller- Iversen og serliga Boris Dosljak nú eru millum teir bestu. Boris Dosljak var dystar­av­ ger­andi. Hann legði upp til 1-0 og 2-0, sum ávikavíst Semir Hadzibulic og Ronni Møller- Iversen skoraðu, og hann skoraði sjálvur til 3-0. -Vit vóru tilvitaðir um týdningin alla tíðina at varðveita høga leik­ ferð. At tað eydnaðist var avgerandi fyri úrslitið. Tað var neyðugt at vin­na, um vit skulu hugsa um at trýsta HB, og vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Vit royna at arbeiða nógv og hart, og tað er hugaligt, tá ið tað ber úrslit við sær. Talan var um liðavrik, men tað var týðuligt, at Boris Dosljak er sera væl fyri. Tað sóu vit í Europa, og tað sóu vit aftur í kvøld, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð. Nýggi Skála álops­spælar­in Søren B. Nielsen minkaði um mun­ in til 3-1 eftir horna, tá ið tjúgu minuttir vóru eftir. Fyrstu løtuna eftir steðgin var Skála fleiri ferðir í góðum støðum, men marginalirnir vóru ikki við: -Vit taptu dystin so ruddiliga í fyrra hálvleiki, tá ið vit ikki vunnu n æ r ­ dystirnar – hvørki á jørðini ella í luftini. Eftir steðgin var tað mun­andi betri, og vit minkaðu um munin, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at fáa spenning í, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen. Topplið uttanfyri Europa HB – NSÍ 0-2 Meðan tey fýra, sum hava verið roknað at vera avbjóðarar hjá HB í kappingini um FM heitið, hava lut­ tikið í Europa, hava teir í HB í frið og náðum vant og brynjað seg at verja trygga oddasessin. At Europa luttøka er betri fyrireiking enn venjing í Gunda­dali og onkur venj­ingardystur sást væl ólavsøkuaftan. NSÍ skoraði tvey mál í seinna hálvleiki og vann 2-0. FÓTBÓLTUR Europa League: Eftir tólv sigrar á rað tapti HB, sum ikki var trimmað til kapping, og á Argjum og í Klaksvík áttu útlendskir spælarar avgerandi leiklut EUROPA OG ÚTLENDINGAR SPÆLA STÓRAN LEIKLUT