mánadagur 30. juli 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
H e tt a
var fyrstu
ferð
í
trettan
dystum, at HB ikki vann fulla
úrtøku, og hetta var fyrsta ferðin
síðani í fyrsta umfari, tá ið KÍ vann
3-0 í Gundadali, at tað fór meiri enn
eitt mál ígjøgnum hjá HB.
Bæði málini vórðu skorað eftir
steðgin. Tað fyrra stútaði Petur
Knudsen eftir HB horna og framúr
kontraspæl í høgru og innlegg frá
Bárði J. Hansen til handara stólpa,
og fimm minuttir seinni stútaði
Klæmint A. Olsen eftir NSÍ horna.
Seinna málið var merkisvert.
Tað var nummar 154 hjá Klæminti í
l a n d s k a p p i n g i n i .
So mong mál hevur
eingin
annar
skorað.
Síðstu mánaðirnar hevur
Klæmint verið undir liðini
á B36 venjaranum Jákupi á
Borg, sum leingi hevur havt
metið við 153 málum.
HB
hevði
í
stórum
løtum
nógv spæl og spentar støður í
NSÍ brotsteiginum, uttan at tað
eydnaðist at fáa hol á. Adrian
Justinussen, sum undan summar
steðginum skoraði fimtan mál í
fimtan dystum, var ikki á sama hátt
sum higartil lyklaspælari.
Tað er ov lítið at dúva upp á
einstakan spælara. Íslendingurin
Grétar Snær Gunnarsson var í
fremstu røð, og onkra ferðina var
hann tætt við, men tað eydnaðist
ikki at fáa hol á. Tí noyddist HB
fyri fyrstu ferð síðani 11. mars av
vøllinum uttan at hava skorað mál.
Símun Samuelsen var tætt við
at leggja HB framum, tá ið hann í
eyðkenda lagnum smoygdi sær inn
úr
vinstru
og mitt fyri
málinum smekkaði
til eftir innlegg úr høgru,
men bólturin fór dygst við síðuna
av málinum aftanfyri væl upplagda
Tórð Thomsen.
-Vit hava ikki roknað við at
vinna hvørja ferð,
men vit høvdu
ikki ætlað at
tapa
ídag.
Vit
høvdu
møguleikar
at minka um
munin,
men
kanska
vóru
vit ov skjótt
strongdir, tí tað
var
ein
hálvur
hálvleikur
eftir,
tá ið støðan var 2-0.
Nú mugu vit fokusera á
næstu avbjóðing, tí tað vera
ivaleyst onnur lið enn HB og KÍ,
sum fara at blanda seg í toppin,
sigur
HB
veteranurin
Símun
Samuelsen.
Í NSÍ var ólavsøkuhýrurin
góður. Sum dysturin leið, var
tað týðuligt, at dystarvenjingin í
Europa var gagnlig:
-Hugburðurin var avgerandi.
Ofta hava vit ikki megnað at ver
ið savnaðir um avbjóðingina alla
tíðina, og tað hevur kostað. Tað
vóru vit ímóti HB, sigur NSÍ venj
arin Sámal Erik Hentze, og hann
heldur fram:
-Petur Knudsen legði okkum
framum og vísti aftur, at hann
er framtíðarspælari. Klæmint A.
Olsen er framúr. Hetta var bara
fjórði dystur hjá honum í ár, men
tað sást ikki. Hann gongur altíð
fremst og varðveitir yvirlitið. 2-0
málið var meistaraverk hjá honum
og Árna Frederiksberg, sum legði
horna innfyri.
Klæmint A. Olsen er fegin um
sigurin á HB:
-Tað hevði verið ógvuliga nógv
øðrvísi, um vit høvdu tapt. Nú eru
vit við aftur í kappingini um euro
peisku plássini. Málmetið fyllir ikki
nógv í mínum hugaheimi. Eg havi
sitið skaddur uttanfyri í fleiri mán
aðir, og tað hevur verið ræðuligt. Eg
eri fegin og takksamur um, at tað
ber mær aftur til at spæla. Orkan
var ikki at spæla alla tíðina, og eg
bað um at vera útskiftur, sigur
Klæmint A. Olsen, liðformaður hjá
NSÍ.
-Hóast vit taptu 6-4 í seinna
dystinum í Europa, so sótu vit við
kenslu av, at tað kundi bera til,
og tað hava vit arbeitt við síðstu
vikurnar, sigur Klæmint A. Olsen.
FÓTBÓLTUR
16. umfar
27. juni
Víkingur – EB/
Streymur 3-1
27. juli
AB – Suðringar 0-4 (0-1)
0-1: Pape Mamadou Faye 35.
0-2: Pape Mamadou Faye 51.
0-3: Pape Mamadou Faye br 66.
0-4: Búi Egilsson 69.
Dómari: Rúni Gaardbo
AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli
Breckmann, Sørin Samuelsen,
Hørður Tórsson, Jónas Stenberg
(Bjarni Skála, 70.) – Bárður Olsen,
Mikkjal T. Hentze (Tóki á Lofti,
70.) – Hans Jákup Annfinsson,
Jobin Drangastein (Teitur D. Olsen,
79.), Bjarki Nielsen – Rasmus Dan
Sørensen
Gult kort: Sørin Samuelsen,
Rasmus Dan Sørensen
Suðringar: Milos Budakovic –
Eirikur Magnusarson, Teitur Olsen,
Dennis Nielsen, Ibrahim Arifovic –
Salmundur Bech, Dánjal Godtfred,
John Villi Leo, Stefan Radosavljevic
(Heri Kjærbo, 87.) – Búi Egilsson,
Pape Mamadou Faye (Jón Krosslá
Poulsen, 82.)
Gult kort: Dánjal Godtfred, Stefan
Radosavljevic, Eirikur Magnusarson,
Ibrahim Arifovic
Reytt kort: Dánjal Godtfred 63.
(tvey gul)
KÍ - Skála 3-1 (2-0)
1-0: Semir Hadzibulic 12.
2-0: Ronni Møller-Iversen 24.
3-0: Boris Dosljak 59.
3-1: Søren B. Nielsen 70.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K.
Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur
Niclasen, Ísak Simonsen (Steinbjørn
Olsen, 57.) - Ronni Møller-Iversen
(Jóannes Bjartalíð, 78.), Hørður
Askham, Jákup B. Andreasen, Boris
Dosljak (Óli Eyðsteinsson Poulsen,
69.) - Semir Hadzibulic, Páll A.
Klettskarð
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen
Skála: Karstin Hansen - Ari Olsen,
Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic,
Leivur Joensen (Jákup Johansen,
46.) - Teitur R. Joensen (Ólavur
Mikkelsen, 69.), Niels Pauli
Danielsen, Pætur Dam Jacobsen -
Edvin Jakobsen, Søren B. Nielsen
(Haraldur R. Højgaard, 83.), Heðin
Klakstein
Gult kort: eingin
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Rúni Rasmussen
28. juli
HB - NSÍ 0-2 (0-0)
0-1: Petur Knudsen 61.
0-2: Klæmint A. Olsen 65.
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur Matras Gestsson –
Jógvan Rói Davidsen, Bartal
Wardum, Lasse Andersen (Daniel
Johansen, 85.), Magnus Egilsson –
Adrian Justinussen, Tróndur Jensen,
Binni Hlöðversson (Dan í Soylu,
66.), Símun Samuelsen – Grétar
Snær Gunnarsson, Jógvan Skeel
Nolsøe (Ari Mohr Olsen, 66.)
Gult kort: Binni Hlöðversson,
Adrian Justinussen, Dan í Soylu
Venjari: Heimir Guðjónsson
Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður
J. Hansen, Per Langgaard, Jens
Joensen, Pætur Hentze – Fróði
Benjaminsen, Betuel Hansen
(Magnus H. Olsen, 74.) – Árni
Frederiksberg, Pól Jóhannus
Justinussen, Petur Knudsen (Jann
Benjaminsen, 80.) – Klæmint A.
Olsen (Øssur Dalbúð, 77.)
Gult kort: Øssur Dalbúð
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Harry Knudsen
29. juli
B36 – 07 Vestur
útsettur
Betri-deildin
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
HB
16
13
1
2
31
12
+19
40
2
KÍ
16
12
2
2
30
11
+19
38
3
NSÍ
16
9
3
4
34
15
+19
30
4
Víkingur
16
9
2
5
26
19
+7
29
5
B36
15
9
1
5
32
20
+12
28
6
Skála
16
5
3
8
15
23
-8
18
7
EB/Streymur
16
4
5
7
18
21
-3
17
8
TB/FCS/Royn
16
4
2
10
16
27
-11
14
9
AB
16
2
2
12
8
36
-28
8
10 07 Vestur
15
1
1
13
13
39
-26
4
17. umfar
Sunnudagin 5. august
KÍ – 07 Vestur
Víkingur – AB
NSÍ – EB/Streymur
HB – Skála
Suðringar – B36
Máltindurin
Adrian Justinussen HB 15
Kaimar Saag B36 9
Meinhard E. Olsen B36 8