Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen The double verður tosað um, tá ið bæði meistaraheiti og sigur í steypafinaluni er komin til høldar. Í kappróðrinum er eingin onnur steypakapping enn FM kappingin. Áðrenn tað í 1964 varð farið undir skipaða FM kapping varð ólavsøkuvinnarin óformelt roknaður at vera besti báturin og tískil meistari. Tá ið tað í 1964 varð farið undir formliga kapping um FM – í einum róðri ein sunnudag í august mánað – og í 1973 varð farið undir FM kappingina, sum vit framvegis kenna hana, varð ólavsøkuróðurin roknaður at vera næstbesti vinningurin. Framúr er at vinna bæði FM og ólavsøkuróðurin. Soleiðis var tað hjá FM vinnarunum í 2018. Teir vunnu bæði á ólavsøku og FM. Einasta undantakið var dreingirnir í barnakappingini. Fiskurin úr Vági vann FM, hóast hann á ólavsøku endaði á triðja plássi, og Heykur úr Hósvík streyk avstað við ólavsøkusigrinum. Í barnaróðrinum hjá gentum var eingin ivi. Firvaldur var aftur hesa ferð sannførandi vinnari og FM vinnari við fullum stigatali. Ormurin FM fyri fyrstu ferð Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri tryggjaði sær við sigri á ólavsøku FM heitið. Ólavsøkuróðurin vann Ormurin fyrstu ferð í 2016. Ólavsøkuaftan var Ormurin tað mesta av teininum undan Klaksvíkingi. Avbjóðarin legði seg eina løtu fram við Molanum upp á síðuna á Orminum. Tá stóð stavn um stavn, men so svaraði Ormurin Langi aftur og vann við einum skuti. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Ormurin Langi er føroyameistari. Tað var ein bátslongd frá Klaksvíkingi og aftur til Suðuroying, og tað var ein stór bátslongd frá Suðuroyingi og aftur til Havnarbátin, sum var væl frammanfyri Drekan Reyða. Havnarbáturin eigur flestu FM heitini, síðani tað í 1973 varð farið at kappast eftir galdandi skipan. Havnarbáturin hevur vunnið FM trettan ferðir, Eysturoyingur hevur vunnið FM átta ferðir, Klaksvíkingur sjey ferðir, og Vestmenningur og Nólsoyingur hava vunnið FM seks ferðir. Skálabáturin hevur vunnið trý FM, og metið, sum Skálabáturin setti í 1992, varð einki gjørt við ólavsøkuaftan. Hann var eystan í ættini, og tað var ikki heilt slætt uttanfyri Molan. Tíðin hjá Orminum Langa var 4.15.23, sum er meiri enn 23 sekund lakari, enn 3.52.00, sum Skálabáturin vann við í 1992. Vágbingur og Drekin Reyði hava vunnið hvør sítt FM heiti. Fýra fingu fult Umframt genturnar á Firvaldi í barnaróðrinum vóru tað tríggjar aðrar manningar, sum vunnu FM við fullum stigatali. 6-mannafarið Páll Fangi er einasti bátur mannaður við dreingjum og monnum, sum vann FM við fullari úrtøku. Aftur á ólavsøku gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Gongurólvur legði seg framum, Páll Fangi fótaði sær skjótt, og fram við Molanum vístu ungu klaksvíkingarnir tað, sum er orsøk til, at teir hava vunnið alt við rubb og stubb í summar. Fram ímóti málinum øktist munurin frá Páll Fanga og til Gongurólv til eina góða bátslongd, og Gongurólvur vann tøttu kappingina við Rádna um silvur bæði í ólavsøkuróðrinum og í FM kappingini. Sølmundur vann FM kappingina millum 6-mannafør við kvinnum við fullum stigatali. Tað bilaði uttanfyri Molan, har tær av Glyvrum í gjálvinum ikki vóru so sannførdar, sum tær annars hava verið, men framvið Molanum spentu tær undan Smyrli úr Vági, sum vann silvur bæði á ólavsøku og í FM. Leingi sá tað út til at annars sannførandi Erla Kongsdóttir ikki fór at vinna á ólavsøku. Tær úr Fuglafirði høvdu stórar trupulleikar uttanfyri Molan, tá ið Jallurin legði seg meiri enn eina bátslongd framum. Fram við Molanum funnu tær á Erlu Kongsdóttir rætta áralagið, tað kendist sum báturin hevði motor, so skjótt gekk hann fram á Jallin, sum noyddist at dvína við einum skuti. Høvuðsstaðarbátar vóru drúgvastir Argjabáturin hevði longu undan ólavsøku tryggjað sær fjúrtanda FM heitið í kappingini millum 8-mannafør. Ólavsøkuaftan setti Argjabáturin punktum við avriki, sum er meistara verdugt. Árnfirðingur hevði hug at bjóða av, men Argjabáturin stýrdi róðrinum og fór um málið skutin undan Árnfirðingi. Í kappingunum millum 5-mannafør við gentum og 5-mannafør við dreingjum var talan um sannan dramatikk og tætta kapping millum bátar úr høvuðsstaðnum. Blikur av Argjum lá til at vinna FM í kappingini millum 5-mannaførini við gentum. Tað miseydnaðist heilt hjá argjagentum. Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri róði sannførandi og vann tryggan sigur. Tá so Sílið eisini endaði frammanfyri Blik, streyk Tambar avstað við bæði ólavsøkusigrinum og FM heitinum. Sílið og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag og Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri høvdu allir møguleika at vinna FM í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Fyrstu løtuna gekk javnt á, so misti Drekin takið, Royndin Fríða úr Vági hekk í eina løtu aftrat, men fram ímóti málinum vóru tað Sílið og Jallurin, sum borð um borð spílaðu seg út. Sílið var ein lítlan skut undan og tryggjaði sær harvið FM heitið. Fasittið sigur, at fýra FM endaðu í høvuðsstaðnum – Ormurin Langi, Argjabáturin, Sílið og Tambar – og hini fimm fóru um alt landið – Páll Fangi í Klaksvík, Erla Kongsdóttir í Fuglafirði, Sølmundur á Glyvrum, Firvaldur á Tvøroyri og Fiskurin í Vági. Kappróður: MEISTARARNIR VUNNU EISINI Á ÓLAVSØKU FM vinnararnir struku eisini avstað við sigrunum, tá ið tað á Havnarvág varð sett punktum fyri FM kappingina