Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Mesut Özil boðar frá, at hann gevst á týska landsliðnum. Orsøkin er rok og forfylging um eina mynd, ið hann tók saman við turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdoğan. Ungarski NSÍ-málverjin, Andras Gango, boðar frá, at hann gevst sum málverji í felagnum. Hann heldur tó fram sum málmansvenjari hjá yngri liðum í felagnum. Í 30 hitastigum í Georgia tapir Víkingur 3-0 ímóti Torpedo Kutaisi í fyrra dystinum í 2. umfari í Europa League. Hálvleiksstøðan er 1-0. B36 spælir ein frálíkan dyst í Gundadali i ímóti turkiska stórfelagnum, Besiktas. Dysturin endar 2-0 til gestirnar, men B36 skapar stórar málmøguleikar. Betrideildin fer aftur á rull eftir summarsteðgin. Á Argjum vinnur TB/ FCS/Royn knúsandi 4-0-sigur á AB, meðan KÍ vinnur trygt 3-1 heima ímóti Skála. NSÍ steðgar sigursrøðini hjá HB í Betrideildini, tá ið teir vinna 2-0 á HB ólavsøkuaftan. Teir rukku upp á 12 sigrar á rað – metið er 13 (B36). Klæmint A. Olsen skjýtur mál nummar 154 og setir føroyskt málmet, tá ið hann skjýtur 2-0-málið ímóti HB. Metið tekur hann frá Jákupi á Borg. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Alex Mellemgaard Aldur: 26 Yrki: Fótbóltsspælari (B36) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Mark Lausen-Marcher 2. Jákup Thomsen 3. Magnus Jákupsson 4. Jógvan Rói Davidsen 5. VÍF 6. Adeshina Lawal 7. Fleyr 8. Ryan Babel 1. Hvussu eitur venjarin hjá U20-manslandsliðnum í hondbólti? 2. Í íslendska FH spæla tríggir føroyingar. Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og hvør? 3. Hvussu eitur føroyski mannligi svimjarin, sum herfyri vann sítt DM-gull nummar 100? 4. Hvør spælir við troyggju nummar 3 hjá HB? 5. Hvør bleiv føroyameistari í kvinnuhondbólti 2018? 6. Hvør bleiv toppskjútti í føroyskum mansfótbólti í fjør? 7. Hvør bleiv steypavinnari í føroyskum kvinnuflogbólti 2018? 8. Hvussu eitur Besiktas-leikarin á myndini? Hvussu ber tað til, at tú mátti útskiftast longu í fyrra hálvleiki? - Eg føldi at eg forstrekti ein vødda í baklærinum, og eg bað tí um at blíva útskiftur fyri ikki at gera skaðan verri. Hvussu var upplivingin annars at spæla ímóti Besiktas? - Hatta var ein stór uppliving, sum man ongantíð fer at gloyma. Hvørjum fara tit eftir til útidystin: upplivingini ella úrslitinum? - Vit fara eftir úrslitinum. Vit fara sjálvandi at royna at gera okkara besta. Tað hevði verið stuttligt, um vit skoraðu fyrsta málið, argaðu teir og fingu áskoðararnar á gos. Hinvegin, so kemur man ikki uttan um, at hetta verður størsta upplivingin hjá flestu leikarunum á liðnum, og at nógvir sleppa nokk ongantíð at prøva tílíkt aftur. Hvussu ber tað til, at tit hava staðið tykkum so væl í Evropa í ár? - Aftaná fyrstu dystirnar ímóti liðunum frá Gibraltar og Montonegro sóu vit, at møguleiki var fyri at koma víðari. Tað, sum hevur gjørt, at vit hava staðið sterkir, er, at vit hava trúð uppá okkum sjálvar og at tað ber til. Allir hava staðið saman sum ein eind og arbeitt knallhart, og so hava menn eisini torað at verið á vøllinum og verið ein partur av loysnini. Virðing skal man altíð hava fyri mótstøðuliðnum, men ofta hevur man hug at somikið nógva virðing, at man ikki torir at spæla. Tað hava vit ikki havt í ár. Verður út tøkur til dystin í Istanbul? - Eg eri ivasamur. Vit fáa at síggja hvussu venjingarnar ganga í Istanbul og hvussu tað kennist í baklærinum. Teir eru ikki Gudar. Tað eru menniskju, vit snakka um, men teir duga ræðuliga væl at spæla bólt - Odmar Færø um Besiktas Vit hava stórt mót. Hóast vit spældu 10 ímóti 11, so hildu vit áfram at trýsta. - Pape Mamadou Faye, TB/FCS/Roy 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Sir Alex Ferguson vísti seg fyrstuferð alment síðani heilabløðingina í mai, tá ið hann í síðstu viku í einum sjónbandi takkaði fyri heilsanir og stuðul úr øllum heiminum.