Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Gundadalur Tað mátti henda fyrr ella sein­ni. Klæmint A. Olsen, sum hevur verið toppskjútti í før­oyskum fótbólti fýra ferð­ir upp á fimm ár, hevur í eina tíð bara manglað tað eina málið, fyri at taka metið frá Jákupi á Borg. Tað gekk tó strilti at byrja við, har rituvíkingurin ikki rakti málið, og síðani bleiv skaddur. Nú er hann komin fyri seg og skroaði ikki minni enn hattrik í Europa League dysti­num í summar móti Hibernian úr Skotlandi. Søgan kundi illa skrivast betri, tá Klæmint A. Olsen í sein­na hálvleiki tryggjaði NSÍ ólavsøkusteypið og trý stig móti oddalinum, HB. Hartil var tað maðurin, sum so mangan hevur átt upp­ legg­ið, ið legði bóltin innfyri. Árni Frederiksberg sendi eitt hornaspark inn­fyri úr høgru. Har var timbur­ maðurin og lið­skip­arin hjá NSÍ fyrstur á við høvdinum. -Eg visti ikki, at bólturin fór í málið, fyrr enn áskoðar­ arnir róptu og fegnaðust. Eg vendi skeivan veg, men hatta er eitt hornaspark, sum vit hava roynt fyrr, sigur Klæmint A. Olsen. Mál nummar 154 Málið er mál nummar 154 í bestu deildini hjá stríðs­ manninum í álopinum hjá NSÍ. Tað er eitt fleiri enn Jákup á Borg skjeyt í síni tíð. Klæ­mint A. Olsen skoraði sítt mál nummar 153 longu í sjeynda umfari. Tí er nakað av tíð síðani, at metið kom so nær. -Eg havi eitt sindur ringt við at rúma øllum beint nú, men tað er so langtsíðani at eg kom upp á 153, at “hype” hevur lagt seg. Eg hugsaði ikki um tað, tá eg skoraði, sigur Klæmint A. Olsen. Hann hevur skorað síni 154 mál upp á 259 dystir í bestu deildini. Tað er meiri enn eitt mál fyri hvørjar tveir dystir. Jákup ynskir til lukku Í løtuni eftir dystin ynskti Jákup á Borg nýggja met­ manninum til lukku við met­inum. Tað gjørdi hann í sam­røðu við FM1, meðan Klæ­mint A. Olsen stóð hjá. -Hetta er so uppiborið, Klæ­mint er ein mergjaður maður og ein klassa áleypari. Eg visti at tað var bara ein spurn­ingur um tí, áðrenn eg misti metið til ein mann sum hann, sigur Jákup á Borg. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Til lukku, Klæmint! So eydnaðist tað Klæminti Andrasson Olsen at taka metið hjá Jákupi á Borg, sum tann spælarin, ið hevur skotið flest mál í bestu deildini í Føroyum. Málið til 2-0 móti HB var hansara mál nummar 154. Lítillátin sum hann er, so gjørdi hann ikki nógv hóvasták burturúr. Klæmint A. Olsen er uppvaksin í Rituvík, har hann eitt nú hevur slitið sínar barnaskógvar á vøllinum í skúlanum í bygdini. Hann er ein av lokalu spælarunum, sum veruliga tók við, tá NSÍ mundi farið av knóranum í 2011. Saman við spælarum sum Árna Frederiksberg, finga hann nógva ábyrgd, tá NSÍ í 2012 byrjaði á nýggjum. Málið var bara at yvirliva í deildini. Tað eydnaðist við hjálp av timburmanninum í álopinum, sum skoraði ikki færri enn 14 mál. Síðani hevur NSÍ verið í topp fýra í føroyskum fótbólti, sum hevur verið við til at menna NSÍ bæði ítróttarliga, men so sanniliga eisini fíggjarliga. Hesi árini hevur Klæmint A. Olsen verið toppskjútti í føroyskum fótbólti fýra ferðir, og eina ferð nummar tvey. Klæmint A. Olsen er bara 28 ára gamal, so heldur hann fram við at spæla í føroyskum fótbólti, so kann hann betra um metið við nógvum málum. Klæminti líkt, so broytir hetta einki upp á mannin, sum síðani 2012 hevur verið ein av ímyndinum av NSÍ, sum vit kenna tað í dag. ÍtróttarSosialurin ynskir Klæminti A. Olsen til lukku við metinum! P.S. Eg eri framvegis eitt sindur skelkaður av, at fólk lata so illa at avrikinum hjá B36 móti Bestikas. Eftir dystin helt eg persónliga, at B36 hevur gjørt tað, sum tú kanst forlanga av einum føroyskum liðið í støðuni hjá B36, har eitt nú nógvir ungir spælarar eru á liðnum. Talan er also um eitt lið, sum er nummar 26 á styrkilistanum hjá UEFA. Tróndur Arge 154 mál: Klæmint Andrasson Olsen fekk bæði í posa og sekk, tá NSÍ ólavsøkuaftan vann 2-0 á HB í Gundadali. Hann fekk trý stig, ólavsøkusteypið og metið sum mest skorandi spælarin í bestu deildini í føroyskum fótbólti So hevur Klæmint tikið metið