týsdagur 31. juli 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Regattasiglingin, sum Hós
víkar
Róðrarfelag
skipar
fyri á hvørjum ári, byrjar
sum vant aftur í ár á Eiði, og
tá loyst er seint seinnapart
in fríggjadagin 3. august,
verður stevnt suður gjøgn
um Sundalagið við kós móti
Hósvík.
Vanliga er ein riðil av
ymiskum bátum - alt frá
kappróðrarbátum til størstu
og flottastu frítíðarbátar -
við í hesi sigling, og tá alt
bátafylgið skal um brúnna
við Streymin hvør eftir øðr
um, er hesin partur av sigl
ingini altíð ein avbjóðing.
Góður streymur
Avgerandi neyðugt er at
taka atlit til streym og rák,
og neyðugt er eisini, at ein
førarabátur er, sum tekur
sær av leiðsluni og leiðir
bátafylgið trygt um trongan
og trygt heim til Hósvíkar.
Hyggja
vit
í
streym
talvuna, sæst, at streymurin
verður spakur fríggjadagin
hin 3. august, tá regattasigl
ingin verður.
Streymurin spekist enn
meira, tá svimjing fyri 21. ferð
verður um Nólsoyarfjørð á
ovastevnu leygardagin hin
4. august.
Døgurði og
morgunmatur
Vanligt er, at nógvir av bát
unum, sum eru við í regatta
siglingini av Eiði til Hósvíkar
fríggjakvøldið, loysa aftur í
Hósvík um middagin leygar
dagin og halda leiðina fram
til Nólsoyar á ovastevnu.
Tað er Hósvíkar Róðrar
felag, sum skipar fyri re
gattasiglingini og umframt
tey tiltøk, sum eru á skránni
í Hósvík fríggjakvøldið og
leygarnáttina, bjóðar felagið
bæði døgurða fríggjakvøldið
og góðan morgunmat leygar
morgunin.
Tað plagar at vera, tá
morgunmaturin
væl
og
virðiliga er etin, at bátarnir
byrja at loysa aftur í Hósvík
og antin stevna heimaftur,
haðani teir eru kominir -
ella út til Nólsoyar á ova
stevnu.
Upp á Grønhólm
Í nøkur ár hevur tað verið
fastur táttur, at róðrarbátar
og aðrir smærri bátar, sum
eru við í regattasiglingini
av Eiði til Hósvíkar, leggja
at á Grønhólmi sunnan fyri
brúnna og skamt norðan fyri
Streymnes.
Róðrarfólk og onnur fara
í land á Grønhólmi, og her
úti hevur bæði verið etið og
dansað føroyskan dans eina
góða løtu, áðrenn fólk fara
í bátarnar aftur og halda
leiðina fram suður gjøgnum
Sundalagið.
Mett verður, at okkurt
árið hava fleiri enn 100 fólk
verið uppi á landi á Grøn
hólmi í senn, og her hevur
verið sera hugnaligt og rætti
ligt lív í.
Ymiskt á skránni
Í Hósvík verður tikið væl
ímóti bátum og bátsmann
ingum, og tá allir bátarnir
eru komnir trygt til bryggju,
verður
døgurði
uppi
í
bygdarhúsinum hjá Varða
num.
Ymiskt verður eisini á
skránni í Hósvík fríggja
kvøldið, sum lesast kann
meira um í aðrari grein, og
at enda verður dansur í
Tað er altíð ein avbjóðing at leiða bátafylgið um trongan undir brúnni, men er veðrið gott, og løtan verður passað til streymin, plagar alt at ganga upp á stás
Regattatiltak
savnar nógvar
bátar í Hósvík
REGATTA & OVASTEVNA
Seinnapartin fríggjadagin hin 3. august verður stóra regattasiglingin
av Eiði til Hósvíkar. Kvøldið verður hildið í Hósvík, har bæði
verður døgurði, tónleikaframførslur, felagssangur, midnáttarrøða
og dansur til langt út á náttina. Leygarmorgunin verður góður
morgunmatur, áðrenn loyst verður aftur um middagsleitið í Hósvík,
og nógvar bátsmanningar stevna tá út til Nólsoyar á ovastevnu