týsdagur 31. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
Harra formaður
Lat meg byrja við at seta
ein spurning.
Hvat er tað týdningar
mesta í lívinum?
Tá ið vit leita inn til sjálva
kjarnuna av tí, sum hevur
týdning, hvat finna vit so?
Tá ið fólk verða spurd um
hetta, er tað serliga eitt aftur
vendandi svar. Tað týdning
armesta er.. familjan.
Hetta hevur eisini verið
mítt svar, síðani eg fyrstu
ferð helt á mínum dreingj
um. Og eg vænti, at øll for
eldur, sum hava latið elalítlu
hondina taka um fremsta
fingur kenna hetta aftur.
Tankarnir reika til framtí
ðina hjá hesum lítla, óskriv
aða blaðnum.
Tí við føðingini føðist
eisini brennandi ynskið um
at geva barninum alt tað
besta. góð barnaár, góðar
møguleikar at mennast og
læra. Møguleikar at fara til
arbeiðis, skapa, forvinna. at
fáa sær familju.
Øll foreldur munnu eisini
kenna ynskið um at spenna
eitt trygdarnet út, sum loft
ar, tá ið lívið verður hart. Vit
ynskja barninum bestu kor
og góðar fortreytir alt lívið.
At gera hesi ynskini til
veruleika er tað, politikkur
eigur at snúgva seg um. Tí
verri kámast hetta enda
málið mangan. av partapol
itiskum smákegli, erni og
yvirskriftum.
At muna í ger
andisdegnum
Men um vit aftur her leita
inn til sjálva kjarnuna, so
snýr politikkur seg um lív og
menniskju. At tryggja karm
arnar, so ynskini hjá foreldr
unum á føðideildini kunnu
gerast veruleiki.
Og tí hava vit lagt okkum
eftir at stuðla familjunum.
At muna í gerandisdegnum.
Tí øll vinna, tá ið pengar
nir koma út til familjurnar
heldur enn at savnast á fáum
hondum. Hetta er orsøkin til:
•
at
barnafamiljurnar
hava fingið størri barnafrá
drátt og longda barsilstíð.
• at familjur við tveimum
arbeiðsmannainntøkum nú
hava 13.000 krónur meira at
liva fyri um árið eftir skatta
minkingina til lág- og miðal
lønt.
• Og at familjur, ið hava
trong kor, hava fingið eitt
familjuískoyti.
Kemur familjunum
til góðar
Tá ið familjurnar fáa størri
part av ríkidøminum, brúka
tær sínar pengar í Føroyum.
Tað hevur virkað til, at
byggi-, handils- og tænastu
vinnan blóma. Og tað kemur
aftur familjunum til góðar
við
fleiri
arbeiðsplássum
og fleiri tænastum. Soleiðis
vinna vit øll.
Tað er gott. men vit mugu
ansa eftir, at búskapurin ikki
verður ov heitur. Tað skal
eisini vera arbeiði og familju
vælferð, tá ið tíðirnar versna.
Nú fara vit skjótt inn í
eitt valár. Vit vita, hvussu
tað plagar at vera. men vit
brynja okkum til verri tíðir
við at halda somu, varnu kós.
Góða milliard
í yvirskoti
Vit arvaðu ein landskassa,
sum hevði havt hall seinastu
átta árini. men síðani 2016
hava vit havt yvirskot.
Fyrstu trý árini í valskeið
num hava vit tilsamans góða
milliard í yvirskoti.
Og búskapurin er hartil
støðugt meira sjálvberandi,
tí vit hava fastfryst ríkis
veitingina. Tá ið búskapurin
veksur, meðan ríkisveitingin
stendur í stað, minkar týdn
ingur hennara.
Men viðgongdin í løtuni
er stór. Búskaparvøkstur.
Fólkavøkstur. løntakaratal.
stórur útflutningur. lítið ar
beiðsloysi. Og lág renta.
Hetta fer at hæsa av. Tí
reka vit ein ansnan fíggjar
politikk. Vit flyta samfelagið
framá, samstundis sum vit
leggja til síðis til verri tíðir.
Við Búskapargrunninum
fáa vit spart upp í góðum
tíðum og harvið minkað um
sveiggini í búskapinum, sum
vit áður hava kent so meint.
Men fyri at stýra búskap
inum mugu land og komm
unur samstarva. samlaðu
íløgurnar hjá landi, komm
unum og vinnu eru í løtuni
ov stórar. Tað ger, at serliga
byggivinnan dýrkar. Tað rak
ar familjurnar. landið tekur
ábyrgd, og vit ætla at drýggja
komandi íløgur yvir fleiri ár.
Og kommunurnar áttu at
gjørt tað sama. Vit varða jú
av somu familjum. Tað má
kunna bera til. Í felag.
Yvirtaka familjurættin
Vit yvirtaka í dag familju
rættin. Ábyrgdin er stór, tí
økið snýr seg um foreldram
yndugleika. Samveru. Hjúna
band. Hjúnaskilnað. arv. Og
ættleiðing. Alt viðurskifti,
sum ávirka familjulívið.
Tí familjur eru so ymiskar.
Um tit komu til hús við
mær, høvdu tit upplivað
mína familju – konuna og
synir okkara. Onkur vildi
helst kallað okkum »eina
kjarnufamilju«.
Men.. hvat er í grundini
ein kjarnufamilja?
Eru familjur ikki eins ym
iskar og fólkini, sum eru í
teimum?
Sjálvur
eri
eg
giftur.
summi liva saman ógift, onn
ur eru støk, uppaftur onnur
fráskild. nøkur hava mist
makan.
Vit eiga tríggjar dreingir.
Summi
eiga
fleiri
børn,
summi færri og summi eingi.
summi eru fosturforeldur,
onnur fáa gávubørn, sum
koma inn í lívið saman við
makanum. Summi ættleiða.
Nøkur børn hava mist for
eldur, onnur gerast tvíbólað,
tá ið foreldrini hvør í sínum
lagi fáa nýggjar makar.
Men ein familja er ein
familja. Hon er kjarnueindin
í samfelagnum, og hon er tað
týdningarmesta hjá teimum,
sum eru í henni.
Vit eiga at stuðla øllum
familjum.
Tað gera vit eisini – nú. Í
Føroyum er nú rúm fyri øll
um familjum.
Og nú vit yvirtaka fam
iljurættin, gera vit sjálv av,
hvussu
karmarnir
skulu
skipast. nýggj ættleiðing
Tað týdningarmesta
í lívinum er familjan
Ólavsøkurøða løgmans 2018
Tá ið familjurnar fáa størri part av ríkidøminum, brúka tær sínar pengar í Føroyum. Tað hevur virkað til, at byggi-, handils- og tænastuvinnan blóma. Og tað kemur aft
ur familjunum til góðar við fleiri arbeiðsplássum og fleiri tænastum. Soleiðis vinna vit øll, segði Aksel V. Johannsen, løgmaður, millum annað í ólavsøkurøðuni
Myndir: Jens Kristian Vang