týsdagur 31. juli 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
arlóg er samtykt, og nú er
ætlanin at smíða nýggja lóg
um
foreldramyndugleika
og samveru. Hetta eru eym
– men neyðug – mál. Tað er
ein stór ábyrgd. men vit taka
hana á okkum.
Heldur enn at dvølja í for
tíðini føra vit samfelagið inn
í nútíðina, so fortreytirnar
skulu verða tær allarbestu –
eisini í framtíðini.
Javnari, rúmliga og
meira modernað
samfelag
Og síðani løgtingsvalið 2015
hava vit sæð eina støðuga
gongd móti einum javnari,
rúmligari og meiri modern
aðum samfelagi.
Fyrraárið gleddi eg meg
til, at vit á fyrsta sinni skuldu
gerast 50.000 fólk. longu nú
eru vit 51.000. Hví?
Jú, størsta broytingin er,
at vit vinna kappingina um
fólkið. nettotilflytingin er
metstór. Eisini fleiri útlend
ingar velja Føroyar. Okkara
samfelag dregur, tí tað er
nútímansgjørt.
Verandi vinnur blóma – og
fleiri fólk merkir eisini fleiri
hugskot; fleiri vinnuvegir,
størri inntøkur. arbeiði er
til allar hendur. Men okkara
familjuvinarligu átøk hava
sanniliga eisini munað.
Stóri fólkavøksturin – ser
liga av ungum fólki – vísir, at
tað var rætt at skipa fleiri
útbúgvingar,
fleiri
lestr
ar- og lærupláss, bíligari
ferðaseðlaprísir og hægri
lestrarstuðul – eisini 12. mán
aðin.
Men vit settu okkum eis
ini onnur mál. Fyri summi
tóktust tey veruleikafjar,
tí onnur annaðhvørt ikki
tordu ella ikki kláraðu at
gera nakað við tey.
Men vit rukku teimum,
førdu Føroyar inn í nútíðina
og brynja okkum til fram
tíðina. Við broytingum í
fiskivinnuni,
alivinnuni,
pensjónsøkinum
og
við
skattaumleggingini hava vit
tryggjað, at tað verður trygg
ari, liviligari og javnari í Før
oyum.
Og hetta er ikki tikið úr
leysum lofti.
Hagtøl hjá Hagstovuni
vísa svart upp á hvítt, at vit
liva í einum javnari samfelag.
Nýggjastu tølini eru frá
2016, og síðani tað hava fleiri
átøk minkað enn meiri um
ójavnan.
Býta tilfeingið javnari
Hetta var eisini eitt av enda
málunum við nýggju fiski
vinnuskipanini: at býta tað,
sum tilfeingið gevur, javnari
og rættvísari.
Nú er sligið púra fast, at
fiskiríkidømið er ogn Før
oya fólks – ikki privat ogn.
Samstundis staðfestu vit, at
fiskiríkidømið er grundarlag
ið undir okkara búskapi – og
undir føroysku familjunum.
Verandi reiðarí hava fing
ið góðar treytir í nýggju
skipanini, og vit fara uttan
iva skjótt at síggja nýggjar
íløgur. Men menningarkvot
ur og uppboðssøla geva eis
ini øðrum møguleika at fáa
atgongd
til
fiskivinnuna.
Endamálið er at fáa kapping
um virðisøkingina úr livandi
tilfeinginum. Úr hesi kapp
ing sprettur bæði nýggj
ur dynamikkur – og størri
inntøkur til reiðarí, mann
ingar og samfelag.
Næsta stig er at seta skip
anina við veiðigjaldi í verk.
Tá fara tey, ið hava framíhjá
rætt til tilfeingið – og sum
fáa ein eyka stóran vinning
– at lata eitt sindur eyka til
vælferðarsamfelagið.
Og
veiðigjaldið fylgir gongdini í
vinnuni. Forvinnur tú einki,
rindar tú einki. Forvinnur tú
lítið, rindar tú lítið. Forvinn
ur tú nógv, rindar tú meiri.
Pensjónsskipanin
týdnigarmikil
Fiskivinnan og alivinnan eru
ryggurin í vælferðarsam
felagnum. Skapti og rindaði
vinnan ikki so nógv, sum hon
ger, vóru møguleikarnir hjá
nýføðinginum nógv skerdir.
Men vit rinda øll eftir
førimuni. Og tað áliggur
okkum at fáa hvørja krónu
at røkka so langt sum gjør
ligt. Júst tí var pensjónsný
skipanin so týdningarmikil,
tí hon styrkir haldførið og
framtíðartryggjar vælferð
arsamfelagið.
Pensjónsnýskipanin
tryggjar eisini øllum føroy
ingum eina góða pensjón.
Hon rindar meiri út og gevur
størri frælsi.
Í ár hækkaði útgjaldið úr
samhaldsfasta, men á nýggj
árinum hækkar útgjaldið
aftur, og tá hava allir ver
andi fólkapensjónistar fingið
tilsamans túsund krónur aft
urat at liva fyri. Um mánaðin.
Hvønn mánað. Eftir skatt.
Pensjónsnýskipanin
munar eisini væl hjá kom
andi pensjónistum við lágari
ella miðal inntøku, tí tey fáa
somuleiðis meira at liva fyri.
Pensjónsaldurin
hækk
ar varisliga, og nýggja pen
sjónsskipanin
letur
fólk
sjálvi áseta býtið millum
arbeiðslívið og pensjónstil
veruna.
Pensjónisturin, sum ar
beiðir nógv, kann útseta
pensjónina og afturfyri fáa
hægri pensjón, tá ið hann
seinni fer at arbeiða minni
ella gevst heilt.
Pensjónisturin, sum vil
arbeiða nakað, fer at hava
meira eftir, nú arbeiðslønin
verður munandi lagaligari
mótroknað.
Pensjónisturin, sum ikki
arbeiðir, fær sum øll onn
ur størri útgjald úr sam
haldsfasta. Og tey, sum eru
niðurslitin fyri pensjónsald
ur, kunnu fara frá fyrr.
Skipanin er gjørd soleið
is, tí vit vita, at tað enn er
siðvenja í Føroyum, at ætt
arliðini hjálpa hvør øðrum.
Pensjónistar gera eitt stórt,
virðismikið
arbeiði.
Tey
ansa børnum, fara við og
eftir teimum, gera døgurða
og hýsa ungum familjum.
Ólavsøkuskrúðgongan er fornur siður. Síðani heimastýrislógina í 1948 hava løgmaður og landsstýrismenn eisini verið við. Fyri 20 ár síðani
varð skrúðgongan broytt soleiðis, at gingið var í trimum røðum, við løgmanni, løgtingsformanni og bispi á odda
Myndir: Jens Kristian Vang