týsdagur 31. juli 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
Tíbetur er tað framvegis
soleiðis. Hetta er føroysk
mentan, hetta eru føroysk
virði – og tað skal endur
speglast í okkara almennu
skipan.
Og tí hevur tað eisini stór
an samfelagsligan týdning,
at
pensjónistarnir
hava
frælsi at skipa sína pensjón
eftir tørvi.
Tí støðurnar eru ymiskar.
Nøkur mugu gevast at
arbeiða langt fyri tíð og ger
ast
fyritíðarpensjónistar.
Teirra tilverugrundarlag er
nú styrkt, millum annað við
1000 krónum afturat um
mánaðin. Tað er ikki annað
enn rímiligt.
Eitt trygt heilsuverk
Tað er jú so skjótt, at heilsan
kann fara at bila. Vit eru ikki
harrar yvir øllum.
Lívsins krongluta gøta
førir okkum mangan hagar,
vit ikki ætlaðu okkum. Til
dømis inn á sjúkrahúsini.
Dagliga eru nógvar fam
iljur í sambandi við heils
uverkið um bæði smátt og
stórt. Pentur í smá, skurslað
knø – ella álvarsamar skurð
viðgerðir. Vit brosa um bar
silssongina og drýpa høvur
um deyðssongina.
Og tá ið vit hava stovnað
familju, er óttin fyri, at okk
urt ilt skal henda børnunum
ella okkum foreldrum, ein
støðugur fylgisveinur.
Tá er gott at vita, at vit
hava eitt trygt heilsuverk,
sum loftar okkum.
At vit nú hava savnað
sjúkrahúsverkið undir einari
felags leiðslu styrkir tað, og
styrkta samskipanin kemur
øllum til góðar.
Tað
munar
eisini,
at
fleiri átøk í okkara ætlan at
menna sjúkrahúsverkið eru
sett í verk.
Um 10 serlæknar hava
tikið við føstum starvi, síð
ani vit stovnaðu serligu ser
læknapuljuna. Tað ger, at
bíðilistarnir eru styttir. Ein
lungnalækni og fleiri psyki
atarar eru settir, og pínuvið
gerð fæst nú í suðuroy.
At føroysk læknalesandi
hava fingið framíhjárættindi
til lestrarstørv í Føroyum fer
sannlíkt at fáa fleiri teirra at
starvast í okkara heilsuverki
seinni.
Og eisini tænastur verða
heimtiknar – borgarar við
seinheilaskaða
og
mønu
skaða fara at fáa endur
venjing á Klaksvíkar sjúkra
húsi.
Framvegis eru
tó tøk at taka
Játtanin til sjúkrahúsverkið
er vaksin nógv seinastu árini,
men kortini røkkur hon ikki.
Tað má loysast.
Hartil skulu uppgávurnar
hjá sjúkrahúsunum býtast
skynsamari, og felags visit
asjón og bíðilisti skulu skip
ast.
Fyrsti liður í heilsuverki
num eru tó kommunulækn
arnir, og teir eru nú vorðnir
fleiri. Tveir afturat
í suðurstreymoy, ein á
Eiði og ein á Skálafjørði
num. Komandi ár kemur ein
afturat í norðoyggjum, og tá
verða 35 kommunulækna
størv samanlagt kring landið
– tað er metnógv.
Hetta er alt týðandi part
ar av trygdarnetinum, sum
vit spenna út undir familj
unum. men áðrenn nakar
kann fáa hjálp mugu virðini
skapast.
Skapa góðar út
flutningskarmar
Dugnaligar fyritøkur og íðin
arbeiðsfólk skapa fíggjarliga
grundarlagið, sum føroyska
samfelagið stendur á.
Eins og børnini, ið fyrstu
tíðina eru smá og trilvandi,
men sum so vaksa bæði
í vavi og viti, er alivinn
an eftir fáum árum vaks
in, so hon nú er fremsta
útflutningsvinnan.
Við
nýggju alilógini eru aliloyv
ini greiðari, og dentur er
lagdur á, at vinnan skal virða
náttúruna og ta vistfrøðiligu
skipan, hon virkar í.
Tráa vit ov nógv eftir løt
uvinningi kemur tað aftur
um brekku við sjúkum, felli
og spiltari náttúru. Her
mugu vit læra av fortíðini.
Men menning skal vera
møgulig, og nýggja lógin let
ur til dømis upp fyri aling á
landi, frálandaaling og at ala
millum annað tara og skelj
ar. Og í Svínoy verður eitt nú
loyvt at ala rognkelsi. Hetta
økir um virksemið innan
lands.
Men eisini uttanlands eru
batar. Vit hava arbeitt mið
víst fyri, at alivinnan og aðr
ar útflutningsvinnur hava
minst líka góða marknaðar
atgongd sum kappingarneyt
arnir. Og vit eru komin langt
við arbeiðinum at betra um
okkara
handilsviðurskifti
við suður Korea, Japan, Kina,
ES, Russland og Brasilia.
Hetta verður gott fyri
vinnulívið, men eisini fyri
føroyskar familjur, sum fáa
bíligari vørur.
Vit samráðast eisini við ís
lendingar um at broyta Hoy
víkssáttmálan, tí samsvar má
vera millum sáttmálan og
fiskivinnulóggávuna um út
lendskan ognarskap. Hartil
skal betri javnvág tryggjast
í handlinum landanna mill
um.
Fleiri útbúgva
seg í ferðavinnu
Tað eru framvegis fiski- og
alivinnan, sum skapa tað
mesta. Men umsetningurin
og størvini í ferðavinnuni
vaksa nú støðugt. Fleiri út
búgva seg í ferðavinnu, og
tann møguleikin er batnaður
við ferðavinnuútbúgvingini í
Vestmanna.
Fyrimunurin
við
ferð
avinnuni er, at ferðafólk
mangan søkja til tey støð,
sum ikki hava fingið so
stóran lut í búskaparvøkstr
inum. Og til ber at skipa ferð
avinnutilboð – upplivingar,
Løtuna eftir gudstænastuna, meðan kóri syngur á Tinghúsvøllinum, standa politikarar, embætisfólk og prestar undir Tinghúsinum og lýða á. Klokkan 13
verður Løgtingið sett og løgmaður heldur ólavsøkurøðuna, har hann stingur út í kortið politikkin næstu tingsetuna, sum byrjar á ólavsøku
Myndir: Jens Kristian Vang