Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tú­r­ar og matstovur – alla­ stað­ni. Og serliga matstovurnar – bæði tær smáu og tær al­ tjóða viðurkendu – hava sam­an við ferðavinnuni veru­liga tikið dik á seg. Fyri ferð­a­vinn­una er tað bara ein fyr­i­munur, at siðbundin fø­r­oysk­ur matur nú lættari kann selj­ast. Eitt annað ný­ brot hjá matstovu- og ferða­ vinn­uni er, at vit ætla at broyta matstovulógina, so tað verð­ur lættari at fara und­ir mat­stov­u­vinnu og skipa fyri tiltøkum. Men ferðavinnan gevur eis­ini avbjóðingar. náttúran er við­brek­in og má verjast, og tað sama má okkara sið­ bundni liviháttur og rætturin at ganga í náttúruni. Tí hoyra ferðavinnan og nátt­úr­u­vernd saman. Og nú kem­ur tiltrongda lógin, sum skal verja og varðveita nátt­ úr­una. Børnini skulu arva eina reinari náttúru At hava náttúruna fyri eyga er eisini avgerandi, nú vit fara undir at seta fleiri vind­ myl­l­ulundir upp. Málið er, at komandi børn skulu arva eina reinari náttúru enn vit sjálvi gjørdu – bæði á fjalli og í fjøru. Longu um 7 ár skal helvtin av øllum sethúsum og bygn­ ing­um hitast við grønari orku. Hetta krevur nógv, og vit arbeiða í tveimum spo­ rum: Vindmyllulundir verða í næstum settar upp í Suð­ uroy og Á meginøkinum. Hetta fer at trí­falda vindorkumáttin. Og samstundis mugu familj­ur­nar fáast við í skiftið, bæði í mun til upphiting og ferðslu. Longu nú er vorðið nógv bí­ligari at velja grøna orku. Grøn orka snýr seg um at hugsa nýtt og gagnnýta tað, sum er okkum gudgivið. Hetta sama ger seg gald­ andi í landbúnaðinum. Vit skulu hugsa nýtt um tað, vit longu hava, og framleiða fleiri vør­ur; tað veri seg kjøt, mjólka­rú­rdráttir og grøn­ meti. Verandi lendi skal gagn­nýt­ast betur, og veltast skal upp úr nýggjum. Og nógvar fyritøkur vilja velta upp úr nýggjum. Tað er eitt glógv­andi árræði í løtuni. síðan vit gjørdu tað lættari at stovna íverksetarafeløg, eru fleiri enn 420 nýggj vinnu- og íverksetarafeløg sett á stovn, meira enn eitt hvønn gerandisdag. Vit vóna, at tey fáa ein lønandi rakstur og skapa arbeiðspláss kring land­ið. Familjurnar eru kjarnin í samfelagnum Og tað, sum ey­ðkennir eina góða familju – sama hvussu hon sær út – er samanhald. at hvør hjálpir øðrum. at sterk­astu herðarnar bera tyngstu byrð­arnar, men so hvørt, sum børnini vaksa, verð­ur ábyrgd løgd á tey. Hetta kunnu vit eisini flyta yvir á samfelagið. Tí menn­ingin er treytað av, at vit arbeiða saman. Um vit ikki gera okkara skyldu, men bara krevja, fer skjótt at vanta í. Tí hevur júst sam­halds­ festi verið eitt skjaldrarmerki hjá okkum frá fyrsta degi. mill­um inntøkubólkar. Ætt­ ar­lið. Og ymsu økini í land­i­ num. Tí byggja og menna vit hús­ar­halds­skúla í Klaksvík, mi­ð­nám á Kambsdali og nýggja útbúgving í list, sum partvíst verður í Sand­ oynni. Tí er ætlanin, at strandferðslan fær av­loys­ ar­a­skip næsta summar. Og tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og norðoyartunlinum til Runa­víkar á nýggjárinum. Føroyar skulu vera eitt land. Fortreytin fyri hesum er, at vit síggja alt landið sum eina eind. Og einki knýtir land­ið so væl saman sum sam­ferðslukervið. Hvalbiartunnilin, síðani norður um Fjall Men samferðslukervið er slit­ið. Tørvur er á nógvum nýggj­um tunlum. Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast. Fyrst Hval­bi­ar­tunnilin, síðani tunl­ arnir norður um Fjall og síð­ ani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn. Eysturoyartunnilin og Sand­oy­artunnilin fara at skapa møg­u­leikar og styrkja bond­ini millum oyggjarnar og ymsu økini. Tað verður skjótt at koyra úr Húsavík til Har­alds­unds. Men serliga suðuroyingar verða tó framvegis uttan fyri stóra meginøkið. Fólk og vinna í Suð­ur­ oynni stríðast fyri at skapa trivnað og vøkstur. Vit vilja standa saman við teim­um. Tí vøkstur skal vera um alt landið. smábørn í Suð­ur­ oynni skulu ikki vera við skerd­an lut sammett við børn­ini í restini av landinum. Ein serskipan fyri Suð­ur­ oynna er nýggja alilógin, ið fer at tryggja stórar íløgur og fleiri arbeiðspláss í oynni. Nýggi Hvalbiartunnilin bøt­ir um møguleikarnar fyri vinn­u­menning og trivnaði, og har­til koma eftirskúli og út­búgv­ing fyri námsfrøðilig hjálp­ar­fólk afturat. Við átøkunum í Suð­ur­ oynni verða møguleikar og virði býtt javnari. Sjálvandi skulu vit við at rinda skatt hjálpa Tað er ikki sosialar skipanir, vit hugsa mest um á føð­ i­deil­dini. Ei heldur, tá ið vit við fullari orku virka á arbeiðsmarknaðinum. Tí var tað ein góð á­minn­ ing, sum stjórin í eini av sterku alifyritøkunum, Hans Ják­up Mikkelsen, gav okkum fyrr í vár. Hann greiddi frá, hvussu hann brádliga varð syft­ur av ovastu rók og end­ aði sum tann veikasti. Hetta kann henda okkum øllum. Boðskapurin var hesin: sjálv­andi skulu vit við at rinda skatt hjálpa, har tørvur er. Aft­urfyri fáa vit hjálp, tá ið okk­um tørvar hana. Hesum taki eg undir við. Tí eg kann bara ímynda mær, hvussu torført tað man vera, tá ið stóru dreymarnir á føð­i­deildini við eitt verða knúst­ir. Til dømis at vita, at barni ella maka tínum tørvar hjálp, men eingin hjálp er at fáa. Í onkrum førum megna karm­ar­nir illa at rúma teim­ um, ið hava – ella fáa – ser­lig­ an tørv. Tí mugu vit broyta karm­ ar­nar. Tað skal vera rúm fyri okk­um øllum í Føroyum. Og tað fer til dømis at vera ein stór hjálp hjá nógv­ um familjum, tá ið hig­ar­til størsta sosiala bú­stað­ar­ bygg­i­ng stendur liðug. Kom­ andi fimm árini eru 200 mill­i­ónir settar av til vardar bú­stað­i­r, nýtt Barnaheim og heim til børn og ung við aut­ ismu. Børn og ung við ávísum sos­i­alum- og sálarligum av­ bjóð­ing­um – og familjur teirra – fara at fáa tiltrongda hjálp. Tí víst eiga hesir borgarar eins stóran lut í føroyska sam­fel­ag­num og øll vit onn­ ur. Tað er sagt so ofta, men nú verða tey raðfest. Ábyrgd er eitt lyklaorð Tí vit taka ábyrgd. Tá tú setur føtur undir eg­ið borð, er júst ábyrgd eitt lyklaorð. Ábyrgd av tær sjálv­um. av børnunum og mak­a­num. Ábyrgd av at forvinna, at tryggja tykkara støðu - men eis­ini ábyrgd av at rætta øðr­ um eina hond. Tí vit liva øll í sa­m­spæli við onnur. Tá tú ert í einum sa­m­ felagi, krevur tað samábyrgd. Eing­in kann sleppa sær und­ an. Tað er eisini galdandi á utt­an­ríkisøkinum. síðan tað gjørdist greitt, at Bret­land fer úr Es, hava vit ve­r­ið virkin. Tikið ábyrgd. Tveir bretskir ráðharrar hava vitj­að seinasta árið og um­ røtt fram­tíðar viðurskiftini mill­u­m Føroyar og Bretland. Tað er eisini tí at vit taka á­byrgd, at vit hava fleirfaldað játt­anina til neyðhjálp og menn­ing­arsamstarv. Vit vita, at ynskini á føði­ deild­ini neyvan eru eitt ser­før­oyskt fyribrigdi. For­ eldur um allan heim ynskja børn­u­num tað besta. nú kunnu vit betur enn nakr­ an­tíð hjálpa teimum ring­ ast støddu. skjótt verður ein leist­ur klárur, sum trygg­jar, at føroysk vinna, før­leiki og vitan í størri mun verða gagnnýtt í menn­ing­ar­sam­ starvi og neyðhjálp kring heim­in. Og tað er eisini tí, at vit taka ábyrgd, at vit eru far­in undir at fremja inte­gra­tións­ pol­i­tikk­in. Tað búðu slak­ir 1300 útlendingar við øðr­um tjóðskapi enn norð­ur­lendsk­ um í Før­oyum við ársenda 2017. Hesir samborgararnir – og ikki minst børn teirra – mugu fáa møguleikar og eggj­ast til at virka í sam­fel­ ag­num á jøvnum føti við før­ oy­ing­ar. Tað er eisini at vísa á­byrgd at yvirtaka málsøki so hvørt, sum vit megna. Í dag er tað familjuøkið, og vit arbeiða við at yv­ir­taka loftferðsluøkið. Upp­skot­ið um at yv­ir­taka kort­mynd­ ug­leik­an verður lagt fyri løg­ting­ið í næstum, og vit sam­ráðast um at yvirtaka út­lend­ingamál. Stjórnarskipanin ikki eitt samgongumál Tað hevði somuleiðis ve­r­ið at tik­ið ábyrgd at samtykt okk­ ara egnu stjórnarskipan. Stjórnarskipanararbeiðið fyll­ir skjótt 20 ár, og eg havi lagt stóra orku í málið alt val­ skeið­ið, men tað hevur verið tungt. Stjórnarskipanin er ikki eitt sam­gong­umál. Hon er eitt mál fyri alt Løg­tingið og all­ar før­oy­i­ngar. Tí má alt løgtingið eis­ini vera við. Viljin hjá and­støð­ uni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við for­menn­i­nar eina ferð enn at vita, um grund­arlag er fyri at arbeiða víðari. Tá ið vit á midnátt savn­ ast til mid­nátt­ar­sang­in, savn­ast vit um mentanina. Hon er sam­fel­ags­lím­ið, og hon minn­ir okkum á, at sama hvussu ó­samd vit eru, so eru vit kortini eitt fólk. Tað hev­ ur stóran týdning. Men vit taka mangan ment­an­ar­ar­beiðið fyri givið. Í mun til fólka­talið eiga vit helst met­nógv listafólk. Her heima fáa tey tó sjáldan tann heið­ur, tey eiga uppibornan. Men nú hava tey fingið betri kor. Játtanin til ment­ an­ar­grunn­in er økt, og skip­ an­in við listafólkalønum tryggj­ar betri umstøður. Fleiri filmsverkætlanir eru á­vegis, og Filmshúsið er far­ið at marknaðarføra før­ oysk­ar filmar og Føroyar sum filmsland. næsta stig­ið er at fyrireika eina tón­leik­a­ út­flutn­ings­stovu. Størsti mentanarvarðin er kort­ini føroyska málið. Og tað má takast í álvara, nú enskt trokar seg inn við rúk­ andi ferð hjá okkara smæstu. Tí er 2018 blivið »Ár fyri mál­menn­ing hjá børnum«. Ein rúgva av átøkum og ver­ k­ætl­anum er sett í verk. mill­ um annað Barnasangbók Før­oya, sum í heyst verður la­t­in øllum nýføðingum í vøgg­u­gávu. Tí vit vita, at tá ið vit leita inn til kjarnuna, er tað fam­ ilj­an – børnini – sum er tað týdn­ing­ar­mesta. Tað er løtan, tá ið foreldur á fyrsta sinni halda á barn­i­ num, sum gevur okkara pol­i­ tikki endamál Og tyngd. nú hava børnini fram­úr góðar møguleikar at menn­ast, skúlast og nýta síni evni í einum nú­tím­ans samfelagi, har tey seinni kunnu fara í vinnu – ta vinnuna, tey ynskja – og skipa familjuna – ta fam­ilj­ una, tey ynskja. Um illa vil til, verða tey loftað, og á ell­ is­ár­um verða tey styðjað. Hetta er tað, politikkur nú snýr seg um. Fólk og familjur. Kjarn­una í okkara samfelag. Vit hava miðvíst ar­ beitt við at skipa Før­oyar samhaldsfastar, sjálv­bjargn­ ar og tíðarhóskandi. nú ræð­ ur um at halda á og halda fast, so vit ikki enda aftur í for­tíðini og missa tað, ið vunn­ið er. Tí vit síggja nú, at vit øll vinna, tá ið familjurnar hava tað gott. Eg ynski øllum góða ó­lav­søku. Gud signi Føroyar! Aksel V. Johannesen, løg­maður