Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tað sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36, sum hóskvøldið skal spæla seinna dystin móti Bestiktas. Dysturin móti Suðringum í landskappingini er fluttur til mánadagin, men kappingarnevndin vil ikki spæla við, heldur venjarin Tróndur Arge B36 er í hesum døgum í turkiska høvðusstaðnum. Hóskvøldið skal B36 spæla seinna dystin móti Be­siktas í 2. undanumfarinum í Europa League kappingini. Hópurin fór avstað ólavsøkudag, og hevur síðani búð á luksusgistingarhúsi í Istan­bul. Lagið er gott í hópinum, men leiðslan í felagnum hevur hug at ilskast um støðuna í heim­ligu kappingini. B36 skal í ár spæla minst 38 dystir, um vit telja lands­ kapp­ingina, steypa­kapp­ingina og Europa League við. Tí verður neyðugt at flyta runt upp nakrar dyst­ir, men Jákup á Borg er argur um úrslitið av tí. -Vit hava givið kappingar­nevnd­ ini trý uppskot, um hvussu vit kundu hugsa okkum, at flyting­ arnar fóru fram, men alt er feiað av borðinum. Vit verða revsaðir fyri at koma langt í Evropa, sum annars gevur okkum týdningarmikil stig í samlaðu støðuni hjá UEFA, sigur Jákup á Borg. Spæla í Trongisvági mánadagin B36 hevur longu fingið flutt dystin móti 07 Vestur, sum skuldi verða ólav­søkudag. B36 hevur givið kapp­ ingar­nevndini nøkur uppskot, men einki av teimum var í vikuni upp til dystin móti Víkingi í 24. umfari. Dysturin, sum skuldi verða kom­ andi sunnudag móti Suðringum í Trongisvági, er fluttur til mána­ dagin. Her var ynski at fáa býtt um, soleiðis at hesin dysturin varð spældur í Havn, meðan Suðringar fáa heimadyst í seinasta umfari, tá hesi liðini møtast aftur. -Vit koma heim fríggjakvøldið, so vit velja at taka av flytingini til mána­dagin, sjálvt um tað merkir, at menn aftur mugu taka frí. Flestu spælararnir hava brúkt alla sínar feriudagar í summar upp á fótbóltin, sigur Jákup á Borg, argur á málinum. Eli við aftur Fyri B36 kemur tað væl við, at Eli F. Nielsen er tøkur aftur. Hann hevði leikbann í fyrra dystinum, men kemur nú inn á miðvøllin. Alex Mellem­gaard máti lata seg skifta út í fyrra dystinum móti Besiktas, tí hann føldi eitthvørt í baklærinum. Hann er ivasamur. Eisini er Hannes Agnarsson iva­ samur. Hann hevur sitið uttanfyri síðani sigurin á St Joseph’s á Gibralt­ar við eini fibur. -Vit umhugsa nakrar støður. Spæl­ir Alex Mellemgaard ikki, verður Erlendur Magnusson fluttur aftur á bakkin. Eli F. Nielsen kemur inn á verjukenda miðvøllin, men spurn­ingurin er so, um vit lata Magnus H. Jacobsen spæla ein sein­asta dyst, áðrenn hann ferð til Portu­gals, sigur Jákup á Borg. Ungi miðvallarin er sum skilst ávegis at skifta til Pacos de Ferreira í næstbestu deildini í Portugal. Eisini er eitt ivamál í álopinum, eftir at B36 í nøkrum førum megnaði at hótta Besiktas, eftir at Michal Przybylski kom inn fyri Kaimar Saag í fyrra dystinum. -Kaimar Saag er nakað slitin í løtuni, so tað er ein møguleiki, at vit velja Michal Przy­bylski. Hann hevur eisini nakað meiri av ferð, sum gagn­ar okkum, tá Besiktas stendur so langt frammi á vøllinum við verju­ni, sigur Jákup á Borg. Hann leggur afturat, at hetta er ein stór uppliving fyri spælararnar og at hann ynskir, at allir sleppa upp í part. -Vit eru framvegis har, at tað má ikki blíva flovisligt. Um vit kunnu klára okkum eins væl sum á heimavølli, so er tað gott. Vónin er, at tað kemur at líkjast meiri tí, sum vit sóu í seinna hálvleiki, sigur venjar­in og leggur afturat: -Vit vita væl, at um­støður­nar eru verri. Vøllurin er størri, vit spæla á grasi og talan verður um ein fjøld, ið krevur at vit verða hølvaðir av, men hetta skal eisini verða ein uppliving fyri okkum, sigur Jákup á Borg. Peika og tosa Hópurin hjá B36 hevur fyri tað mesta verið á gistingarhúsinum, men tá Sosialurin tosaði við Jákup á Borg, var hann staddur í stóra handli­num hjá Besiktas. -Eg havi ikki sæð tað sjálvur, men sonur­in hjá mær sigur, at fólk venda sær og peika á okkum. So helst kenna tey okkum aftur. Her verður lýst við atgongu­merkjasølu og fleiri fólk standa longu í kø, sigur Jákup á Borg. Hann letur væl at gistingar­ Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Europa League: -VIT VERÐA REVSAÐIR FYRI AT KOMA LANGT