týsdagur 31. juli 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tveir
spælarar,
sum vit kenna eisini frá
portugisiska landsliðnum. Heldur
ikki Oğuzhan Özyakup, sum er
nógv avhildin, ella kroatiski mið
verjin, Domagoj Vida, sum tó
væntast at blíva seldur í næstum.
Dysturin millum Besiktas og
B36 verður hóskvøldið klokkan 19
á Vodafone Park í Istanbul, sum
eisini verður nevnt “Hell”, sum í
helviti. Áskoðararnir hjá Besiktas
eru tiltiknir fyri at skapa ein
góðan stemning til dystir, men
samstundis ræða mótstøðuliðið.
Besiktas vann 2-0 í Gundadali í
fyrra dystinum.
Nú fáa vit at síggja, um B36 er
til at ræða.
trondur@sosialurin.fo
húsinum,
h
a
r
h ó p u r i n
stórtrívist, men
ásannar eisini at
Istanbul er ein stórur
býur. Bara at koyra fáar kilometrar
tekur langa tíð.
-Vit hava tí improviserað eitt
sindur við venjing í dag (týsdagin,
blaðm), har vit hava runnið og
gjørt øvilsir á eini park í nær við
gistingarhúsið. Í morgin fara vit at
venja á vøllinum, og tá kunnu vit
leggja eitt sindur meiri
fyri, sigur Jákup á Borg.
Helst er venjarin hjá B36 eitt
rímiliga kent andlit millum ídnastu
viðhaldsfólkini hjá Besiktas, eftir at
sigursdansurin í Montenegro fór
runt á internetinum.
Ógreitt um stjørnurnar
verða við
Kaan Bayazit, sum er ein turkiskur
journalistur, ið er búðsitandi í
Belgia, sigur við Sosialin, at tað
enn er ógreitt um stjørnurnar
verða. Helst verður hetta avdúkað
á tíðindafundinum hjá Besiktas,
sum er aftaná at blaðið er farið til
prentingar.
Hvørki
Pepe
ella
Ricardo
Quaresma vóru við í Føroyum.
FÓTBÓLTUR
FH KANN MØTA LIÐI ÚR ITALIA
Íslendska felagið, FH, sum hevur Gunnar Nielsen, Brand Hendriksson og
Jákup Thomsen í hópinum, skal hóskvøldið spæla móti Hapoel Haifa úr
Ísrael. Fyrri dysturin, sum var í Ísrael, endaði við javnleiki 1-1 . Vinnur FH
samanlagt, skulu teir spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Atalanta
úr Italia og FK Sarajevo. Fyrri dysturin í Italia endaði við 2-2 javnleiki. Tí
er FK Sarajevo frammanfyri undan dystinum í Bosnia Hersogovina.
Tróndur Arge
Liðskiparin á bæði føroyska
landsliðnum og Víkingi, Atli
Gregersen, iðrar seg um 3-0 tapið
fyri Tordepo Kutaisi í Georgia í
fyrra dystinum í 2. undanum
farinum í Europa League.
Miðverjin er argur um, at
Víkingur ikki hevur hjálpt til at
leggja stig til samlaðu støðuna
hjá føroyskum liðnum í Evropa,
men so sanniliga eisini, at tapið
í Georgia bleiv so stórt.
-Tað nívur okkum nógv, at
vit – sum hava so stoltan sið í
Evropa – ikki hava fingið nakað
stig í ár. Vit hava spælt tríggjar
dystir og tapt allar, sigur Atli
Gregersen.
Víkingur leyp innleiðandi
undanumfari um, tí liðið hevur
staðið seg so væl seinnu árini
í Evropa. Tí kom Víkingur
ikki í dyst fyrr enn í 1. undan
umfarinum,
har
mótstøðan
mangan er sterk. Hesa ferð tapti
Víkingur samanlagt fyri HJK
Helsinki úr Finnlandi.
Síðani varð farið til Gerogia,
at spæla móti Torpedo Kutaisi.
Víkingur tapti 3-0 í nógvum hita,
eftir at hava verið aftanfyri 1-0 í
hálvleikinum.
Trúgva upp á tað
Hóast útlitini ikki eru góð, so
ætlar Atli Gregersen ikki at
tveita handklæðið í ringin.
-Vit fingu eitt sjokk, tá vit
spældu í hitanum í Georgia, nú
fáa teir kanska eitt sjokk, tá teir
skulu spæla í Føroyum, sigur lið
skiparin og leggur afturat:
-Koma vit á odda í hesum
dystinum, so ber alt til. Vit fyrr
staðið okkum væl í Evropa. Liðið
er nokk ikki heilt tað sama nú,
men vit fara eftir møguleika
num, sigur Atli Gregersen.
Hann leggur stóran dent, at
tey í Víkingi vilja gjarna gera
sítt til, at føroyskur fótbóltur
heldur fram við at hava fýra
pláss í Evropa, men saknar eitt
sindur at spæla í innleiðandi
umfarinum.
-Tú sær at B36 og KÍ spæla í
innleiðandi umfarinum og eru í
onkrum føri favorittur. Kanska
tað hevði gjørt okkum gott
eisini, at fingið ein líknandi dyst.
Nú bleiv tað til trý tap, men vón
andi kunnu vit broyta tað hós
dagin, sigur Atli Gregersen.
Møguligt onkur broyting
Víkingur spældi við trimum í
miðverjuni, so tað bleiv í løtum
til fimm í miðverjuni. Tað hevur
onkuntíð eydnast væl, men hesa
ferð ikki heilt sum ætlað. Liðið
megnaði ikki ordiliga at fáa
spælið at hanga saman.
Tað er ein møguleiki, at bæði
Adrian Cascaval og Dennis
Moreno byrja á bonkinum, með
an Hjalti Strømsten kemur inn
í verjuna.
Dysturin
millum
Víking
og Torpedo Kutaisi verður á
Svangaskarði hóskvøldið klokk
an 19.
trondur@sosialurin.fo
Vit trúgva upp
á at koma víðari