hósdagur 2. august 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Hvussu skal skilið vera, tá politik
arar eru tey ringastu
Tjóðarhátíð okkara ólavsøkan er ein vakur
siður. Serliga tá prestar, embætisfólk og pol
itikarar ganga skrúðgongu úr Løgtinginum
oman í Havnar kirkju. Hátíðarlig er løtan í
kirkjuni, har tann elsti í starvsaldri av teim
um nýggju prestunum sleppur at útleggja
tekstin.
Vøkur sjón er tað eisini, tá skrúðgongan
fer niðan undir tinghúsið at lurta eftir vakra
sanginum á Tinghúsvøllinum.
Hátíðarliga løtan endar við tingfundi
num, har løgmaður heldur ólavsøkurøðuna.
Seinastu tveir dagarnar hava vit so
hoyrt tingfólk og landsstýrisfólk umrøða
løgmansrøðuna. Og tað er alt annað enn ein
vakur siður, sum okkara kosnu fólk hava
tilognað sær. Tí tá fara tingfólk úr sínum
vakra skinni, føroyski búnin er pakkaður
niðuraftur – og so eru politikarar klárir at
oysa gor og gall til høgru og vinstru. Serliga
er tað løgmaður, sum stendur fyri skotum.
Og sjálvandi er tað løgmaður, sum skal
standa fyri skotum í sambandi við ólavsøku
røðu løgmans.
Men tá alternativið hjá andstøðuni til
løgmann leggur botnstøðið við sínum alt ov
ofta sarkastisku og niðrandi viðmerkingum
og í tíð og ótíð slær alt upp í glens, so fert tú
at ivast í, um hann nakrantíð fær stuðul í
Løgtinginum til at gerast Føroya løgmaður.
Og nei, tað er ikki nakað nýtt, at tingfólk
tosa so ljótt um hvørt annað. Og tað er
heldur ikki bara hendan anstøðan, sum er
so ljót við samgonguna. Tað er júst tað, sum
er problemið. Kjakið er á so lágum støði,
at tingfólk – bæði í andstøðu í samgongu,
halda, at hetta er púra nátúrligt.
Andstøðuleiðararnir báðir hava tó ikki
sama stíl. Tað tykir, sum um formaður Sam
bandsfloksins ikki vil hava sitandi á sær, at
formaður Fólkafloksins hevur valdið á Sam
bandsflokkinum. Tað vil so vera, at andstøð
an er kritisk ímóti eini samgongu. Illa var, tá
tey annaðhvørt ikki sleppa ella vilja vera við,
har avgerðirnar verða tiknar.
Tað hevði verið hugaligari at fylgt við,
um tú merkti, at tingfólk og landsstýrisfólk
vildu samstarv. Tí eyðvitað vilja øll fólk í
øllum flokkum tað besta fyri Føroyar og
Føroya fólk, hóast brigdismunir.
Tað hevði verið gott, um okkara kosnu
fólk kundu lyft kjakið á eitt hægri støði, eitt
støði, sum kundi skat gróðarbotn fyri eini
stoltari føroyskari kjakmentan.
Sunnudagin komandi, hin 5. august, verður ár
liga guðstænastan í gjónni við Gjógv.
Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesi
serligu guðstænastu. Undirtøkan árini framm
anundan hevur verið framúr góð, og í fjør varð
mett, at eini 600 fólk luttóku í guðstænastuni.
Eins og árini frammanundan fer Vestmanna
sangkór at luttaka undir guðstænastuni, eins og
Eiðis Ljómfelag, sum hesa ferð verður styrkt við
spælarum aðrastaðni frá eisini, kemur at seta sín
dám á.
Í ár fer Emil Olsen, prestur í Eiðis prestagjaldi,
at prædika, og orgu
lundirspælið undir
sálmunum hevur Gud
mund Mortensen.
Myndin er frá
guðstænastuni í fjør.
Ein penari tóna, takk!
Gudstænasta
í gjónni
VIÐ GJÓGV
Les eisini blaðið
á telefonini
Fekk eitt gott
lív í Danmark
Síða 24-25
Stjórar vilja síggja
hvønn starvsfólk
ringja til
síða 20
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Triði hvør nýggi persónbilur er
leigubilur
Ein partur av vøkstrinum í skrásetingunum
av nýggjum persónbilum eru nógvu leigu
bilarnir, sum eru í Føroyum. Higartil í ár eru
skrásett 1.828 nýggj akfør. Av teimum eru
1.373 persónbilar – og av hesum persónbilum
eru 403 persónbilar skrásettir sum leigubilar.
Í sambandi við hagtølini yvir nýggju ak
førini, sum enn eru alsamt vaksandi, hevur
onkur reist spurningin, um tað er talið á
leigubilum, sum hevur ávirkað hagtølini,
og tað at bilasølur skráseta nógvar nýggjar
bilar sum leigubilar – kanska fyri at vera við
í kappingini um mest selda bilin. Sambært
Akstovuni eru í dag skrásettir 695 leigubilar.
Vit hava ikki fingið innlit í, hvussu nógvar
leigubilar hvør útleigari eigur. Stór útskifting
er í leigubilum, og teir eru rættiliga nýggir.
Tí seinastu sjey árini – ella síðani 1. januar í
2012 eru skrásettir 2.502 leigubilar. Men flestu
teirra eru seldir aftur sum persónbilar, tí í
dag eru leigubilarnir »bara« 695 í tali.
Staðfestast kann tó, at 30 prosent av
nýggjum persónbilum, sum eru skrásettir í
ár, eru leigubilar.
Í dag koyra 695 leigubil
ar á føroysku vegunum
3. AUGUST 2018
Í blaðnum...
Tað er vanligt – og púra lógligt, at selja fyrrverandi leigubilar. Tá ber til at gera ein góðan handil, tí
bilarnir hava verið skrásettir sum leigubilar. Seianstu 7 árini eru yvir 2.000 fyrrverandi leigubilar seldir