hósdagur 2. august 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
10
HALLUR AV RANA
I
nnan altjóða politikk hevur
man í nógv ár sett fokus
á hvussu Kina keypir sær
ávirkan og vald í øðrum
londum gjøgnum íløgur og verk
ætlanir, og verða fleiri lond í
Afrika og Stillahavinum brúkt
sum ræðudømi, um hvussu Kina
fær alsamt meira at siga í alheims
samfelagnum.
Tí fylgir man eisini væl við
virkseminum hjá kinesiskum fyri
tøkum í altjóða samfelagnum og
fóru ávaringarlúðrarnir eisini at
ýla, tá almenna kinesiska fyritøkan
China Communications Construc
tion Company var millum tær seks
fyritøkurnar, ið grønlendska lands
stýrið undangóðkendi til at vera
millum fyritøkurnar, ið kundu
bjóða upp á at byggja tríggjar
nýggjar flogvallir í Grønlandi.
Tað gjørdist eitt av teimum
heilt stórt politiskum málunum
í grønlendska valstríðnum og
elvdi til eina smærri kreppu í
Ríkisfelagsskapinum, tá dansk
ir myndugleikar og politikar
ar talaðu at. Endin var, at Lars
Løkke Rasmussen, forsætismála
ráðharri, og Kim Kielsen, lands
stýrisformaður, viðgjørdu málið
á hægsta politiska stigi á Ríkis
fundinum, ið bleiv hildin í Føroyum
í summar.
Eina slíka uppíblanding hevur
Poul Michelsen, landsstýrismaður
í Vinnu- og Uttanríkismálum
ikki upplivað, hóast Føroya Tele
seinastu árini hevur knýtt tætt
samband við kinesisku tøknifyri
tøkuna Huawei, ið amerikanskir,
kanadiskir
og
avstralskir
myndugleikar stúra fyri kunna
njósnast fyri kinesisku stjórnina.
- Í danska ríkinum hevur man
sett fokus á kinesiskar íløgur, so
sum man hevur sæð í Grønlandi,
har danska stjórnin vísti sína
ónøgd við, at eitt kinesiskt felag
kundi bjóða upp á flogvøllirnar. Eg
veit man eisini roynir at finna út
av í Føroyum, um tað er nakað, ið
vit skulu hava fokus á, men higartil
vita vit einki ítøkiligt um, at nøkur
íløgu, ið kinesarar hava gjørt í
Føroyum, hevur slíkan áhuga. Vit
hava ongan fráboðan fingið frá
dønum, sigur Poul Michelsen, tá
ið hann verður spurdur, um hann
hevur hoyrt nakað frá donsk
um myndugleikum um føroyska
samstarvið við kinesisku fyri
tøkuna.
Landsstýrismaðurin vísir eisini
á, at ein av orsøkunum til, at danir
ikki blanda seg í samstarvið mill
um Føroya Tele og Huawei kann
vera, at TDC, ið er størsta danska
telefyritøkan, eisini brúkar Huawei
í menningini av sínum 5G neti.
Hevur kannað málið
Landsstýrismaðurin er væl vitandi
um ákærurnar, ið myndugleikar í
øðrum londum hava reist móti
kinesisku fyritøkuni, og hevur
eisini kannað málið í Føroyum.
- Hetta er aktuelt, tí Huawei
veitir alla ta útgerð til Føroya Tele,
ið verður grundarlag fyri fram
tíðar samskiftitøkni og 5G í Før
oyum. So eg havi eisini spurt meg
fyri hjá Føroya Tele, bæði hjá Jan
Ziskasen, stjóra, og Ómar Svavars
son, nevndarformanni, um tað er
nakar vandi í tí, at útgerð verður
keypt frá Huawei, sigur lands
stýrismaðurin.
Harumframt hevur hann eisini
spurt til fíggjarligu partarnir í av
taluni fyri at tryggja, at kinesiska
fyritøkan ikki keypir sær ávirkan.
Í báðum førum hevur hann fingið
at vita, at tað er einki at stúra fyri.
- Eingin hevur upp á nakað tíðs
punkt sett ivi við, um útgerðing frá
Huawei hjá teimum á nakran hátt
er hóttandi. Eg havi fingið upplýst,
at Huawei eigur einki í útgerðini og
eingi fíggjarlig bond eru millum
Føroya Tele og Huawei, sigur Poul
Michelsen og leggur afturat.
- Eg havi onga orsøk at óttast
og eingin hevur á nakran hátt sagt
nakað um nakran vanda. Eg veit,
at man er eitt sindur skeptiskur
frá danskari síðu um íløgurnar, ið
kinesarar gera, og at teir á tann hátt
koma at eiga og stýra fyritøkum,
men tað ger seg ikki galdandi her
hjá okkum.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
SAMSTARV: FT & Huawei
Eingin hevur upp á
nakað tíðspunkt sett
ivi við, um útgerð
ing frá Huawei hjá
teimum á nakran
hátt er hóttandi. Eg havi fingið
upplýst, at Huawei eigur einki í
útgerðini og eingi fíggjarlig bond
eru millum Føroya Tele og Huawei
- EG HAVI ONGA
ORSØK AT ÓTTAST
- Eg havi onga orsøk at óttast og eingin hevur á nakran hátt sagt nakað um
nakran vanda. Men eg veit, at man er eitt sindur skeptiskur frá danskari
síðu um íløgurnar, ið kinesarar gera, og at teir á tann hátt koma at eiga og
stýra fyritøkum, men tað ger seg ikki galdandi her hjá okkum. Tað sigur
Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnu- og Uttanríkismálum